AaB liggur framvegis á odda í superliguni, eftir at enn eitt umfar varð spælt um vikuskiftið. AaB hevði truplan útidyst ímóti Brøndby, men tað eydnaðist teimum úr Aalborg at vinna 1-0. Málið gjørdi Thomas Augustinussen. Jón Rói Jacobsen spældi um vikuskiftið við eykaliðnum hjá AaB, sum vann 3-2 á Næsby, eftir at liðið hevði verið aftanfyri 2-1.