940 tons á bedingini í Vági

Teistin er ikki tyngsta skip, sum hevur staðið á bedingini í Vági. Palli hjá Marionnu er hin tyngsti og vigaði eini 1400 tons tilsamans - við salti og olju. Nógv arbeiði er í løtuni á Vágs Skipasmiðju.

Í gjár tóku teir strandfaraskipið Teistan upp á bedingina, har skipið er til vanligt eftirlit. Teistin fyllir nógv í umhvørvinum, har bedingin í Vági liggur, men væl størri skip enn Teistin hava áður verið á beding í Vági.

Gudmund Jacobsen, stjóri, sigur, at Teistin vigar umleið 940 tons, men størsta skipið, sum honum kunnugt hevur verið uppi, var Palli hjá Marionnu, sum vigaði eini 1400 tons, tí skipið hevði bæði salt og olju inni, tá tað var uppi.

Stjórin á Vágs Skipasmiðju sigur, at vanliga eru einir 15 mans til arbeiðis á bedingini og umborð á skipum, men tá nógv er at gera, eru teir enn fleiri.

Hann sigur, at feløg í Suðuroy, sum veita tænastur til skip og bátar, samstarva, og soleiðis kunnu feløgini loysa uppgávur saman. Í løtuni arbeiðir BT Teknik saman við Vágs Skipasmiðju um at avgreiða eftirlitið við Teistanum.

- At fyritøkur her suðuri samstarva, ger eisini, at skipaeigarar kunnu koma til Vágs við sínum skipum og bátum og fáa alt gjørt á einum staði, sigur Gudmund Jacobsen.

Tað er Sp/f Vágs Skipasmiðja, sum eigur bedingina og virksemi í Vági og teir, sum keyptu og hava rikið hetta virksemið síðan 1993, eru stjórin, Gudmund Jacobsen, Hans Ziskasen og Mortan Mortensen.