Hesi orð komu mær til hugs, nú eg eitt kvøldið sá eina sjónvarpssending, har tað varð upplýst at um 50 ár – er 30 % av heimsini skógi burturi og stórsta mangulvøra verður reint drekkivatn
Í somu sending varð ført farm, at um jørðin var eitt borð – ja, so ræður tað um í framtíðni at duga borðsið.
Henda sending fekk meg at hugsan um, hvat er tað, sum ger, at vit núlivandi vælferðar menniskju brúka so nógv og krevja so ótrúliga nógv matrialistiskt fyri at gerast lukkulig.
Vit búgva í einum sera vøkrum og friðarligum landi har dagligdagur okkara ikki er háttur av kríggi, hungri ella kúgan. Tey flestu av okkum hava minst 9 ella 10 ára skúlagongd og góðar møguleikar fyri miðnámsútbúgving og víðari útbúgving.
Samfelagshjólini mæla við nógvari ferð og arbeiði er til flest allar hendur. Vit eru eitt lítið land, sum burdi verið ein dreymur at umsita og ment. Og soleiðis kundi eg hildið áfram.
Hvussu hava vit so útviklað okkum? Nú vit hava so nógva skúlagongd í barlastini, eru uppald í sjálvari náttúruni og eru sloppin undan nógvum vandum, ið annars onnur fólkasløg uppliva.
Um vit hyggja eftir okkara lívsstíli, ja, so líkist hann tí veturevropeiska, tað er jú lívshátturin, sum megin parturin av heiminum roynir at ljósrita, við teirru grundgeving, at vit vilja hava útvikling.
Men hava vit gert okkum greitt, hvat útviklingur er? Og hvat slag av útviklingi vit vilja hava?
Flest vilja jú svara at um nógv nógv av peningi er í landinum, ja, so hava vit ein positivan útvikling.
Um vit aftur hugsa um jørðina sum eitt borð, hvussu vísa vit okkara borðsið?
Eru vit føroyingar serliga umhvørvisvinarlig??
Eru mong av okkum kedd um, at sjógfuglurin minkar?
At vit ikki vita meira um t.d. hvussu tað stendur til við okkara korallum?
Hvønn umhvørvispolitikk hava vit kláran, um vit finna olju?
Hvør tryggjar, at umhvørvið okkara verður umsitið á skilabestan hátt?
Og eru vit til reiðar at seta nógv nógvan pening av til at granska og verja umhvørvið.
Fyri stuttum staðfesti Føroya Løgting at Kyoto- sáttmálin eisini skal gjalda fyri Føroyar. Í hesum sáttmála hevur løgting okkara, vegna okkum borgarar, játtað, at vit veruliga skulu í gongd við at minka um útlatið av veðurlagsgassum. 10 ár eftir at Kyotosáttmálin sá dagsins ljós, hava vit føroyingar tikið við okkara parti av ábygdini og heimssamfelagið hevur fingið tíðindni.
Fyri framman liggur ein stór ábyrgd og ítøkiligar uppgávur, sum eiga at vísa á úrslit. Stórstu ábyrgdina eigur Føroya Løgting, sum hevur samtykt at náa hesum máli og ein komandi samgonga, sum skal stinga út í kortið, hvussu vit kunnu røkka málinum.
Handla vit so út frá tí, sum vit samtykkja? Ongantíð fyrr hava vit havt so stórar byggiætlanir, sum bara vaksa og vaksa. Vit hoyra dagliga um mega projektir og útviklingurin - útviklast. Samstundist hava vit so gott sum ongan umhvørvispolitikk og almennir stovnar, sum vara av hesum øki - skríggja eftir størri játtanum, uttan at hetta verður gingið á møti.
Vit vita øll, at um alt livandi skal hava tað gott her á jørðini, so mugu vit til at broya hugburð, tá ið vit leggja okkara fíggjarvánir til rættis.
Vit verða í framtíðini noydd til at hugsa allan útvikling út frá einum umhvørvisverndarríkum sjónarhorni, tí gjøgnum tey seinasti 50 árini hava vit menniskju klárað at hótt okkara egnu jørð so nógv, at øll lond við virðing fyri sær sjálvum - noyðast at broyta og skifta kós. Um ikki, so er og verður útviklingurin sera óhugnaligur og altoyðandi.
?Soleiðis sum eg síggja tað, so er týdningarmiklasti politiski samfelagsspurningurin í dag: Hvønn útvikling vilja vit sum samfelaga hava?
Vit verða noydd at taka henda spurningin í stórsta álvara.
Verði eg vald 19. januar, vil eg gera alt sum gerast kann, so at Javnaðarflokkurin og somuleiðis aðrir flokkar fara undir eitt seriøst politisk arbeiði, tá hugað verður um umhvørvið.
Gott nýggjár øll somul!