frá byrjan av er ætlað til ikki at forrenta seg. Sami hátturin fjøtraði okkum í eini 20 ár, og koyrdi okkum á húsagang fyri 4 árum síðani, men ikki ein tíðindamaður hevur enn upplýst um tey viðurskiftini [...] verða bert gjørdar við ein úrvaldan hóp, sum ein frammanundan veit meiningarnar hjá. Í kjalarvørrinum á slíkum tíðindaflutningi vísa so nakrir huldumenn sína ónøgd, sum púrt slettis onga ávirkan fáa, tí fáur [...] lesa tað, og talan kann ongantíð vera um, at nakar fer at taka huldumannatos fyri fult. Síðani eru nøkur einstøk, sum innast í vitsku síni fata, at øll samfelagsmenning - lívið sjálvt - verður ávirkað av
orsøk til, at eg havi valt at fara undir at siga nøkur skerd orð. Tí hetta er veruliga ein bók, sum eg eri glaður fyri at hava lisið, svølgt og sitið á kummu við. Eisini eg havi eg varhugan av, at tað [...] Tóroddur er so bevístur um hesar stakkals ummælarar, at teir verða teptir, áðrenn teir hava trýst á fyrsta knøttin á telduborðinum. Hetta er kanska eisini ein orsøk til, at undirritaði aldri gjørdist bókaumvælari [...] bankar uppá skalt tú bjóða honum vælkomnum« Eg møtti einaferð deyðanum. Hann sat í einum bussi, sum koyrdi eftir Klostergade í Århus (leið 1 ella 18 ? also bussurin). Hann sat beint frammanfyri meg. Frataði
løgdu okkum á knæ framman fyri tí eini Buddah-standmyndini. Har offraðu vit so blómurnar, meðan tey bóðu. Saman við pinnunum fylgdu nøkur petti av gullpappíri, og hesi skuldu vit so hefta á standmyndina [...] onki fuglalív. Vit fóru á land á oynni yvirav, og sjálvt um hetta var ein oyðin, óbygd oyggj, so ýddi har í souvenirhandlum, ið fullkomuliga oyðiløgdu ta annars óspiltu náttúruna á oynni. Har vóru nógvar [...] tað avger familjan. Øll á súkklu Eitt, ið vit alla tíðina máttu ansa okkum fyri, vóru tær ógvuliga nógvu súkklurnar, øll koyrdu á. Hugsa tær, vit eru í eini bygd, ið stendur á stolpum, 10-15 m yvir havinum
teir í dag hava eitt sera sterkt lið. Blokkurin koyrdi væl til tíðir, men tað var serliga Trúgva Poulsen vit løgdu merki til. Hann spældi sum ein brandur á miðjuni og vann stórt sæð alt, hann rørdi við. [...] sett, og her gjørdi Fram ein vørr beinanvegin. Teir løgdu seg nøkur stig fram um beinanvegin, og tað var sera trupult hjá Mjølni, at fáa fatur á teimum aftur. Verjuspælið hjá Fram virkaði nú sum tað skuldi [...] score³ skipanini soleiðis, at hvør bóltur telur. Leikt verða tvey sett upp í 21 stig, og stendur tá á jøvnum, verður leikt eitt eyka sett upp í 15 stig. Hetta er aðru ferð at henda skipanin verður roynd
Óli var á pallinum. Tað Óli Breckmann tosaði um var sama sjabbið, sum vit hava hoyrt umaftur og umaftur síðani 1993. Ikki eitt orð um, at vit føringar taka ábyrgdina av at hava koyrt samfelagið út á eggina [...] í dag, sum vóru oddamenn fyri ørskapinum og valdsmisnýtsluni sum koyrdi samfelagið um koll. Tað skal meiri enn fiskur til Og tað sæst á øllum brøgdum, at hesir menn einki hava lært. Lantíðarætlanir eru [...] sjálvir. Men software: programm, Internetloysnir, heimasíðufram-leiðsla, undirvísingartilfar á bæði CD-Rom, video, á Internetinum o.sfr. er sanniliga framleiðsla, har føringar kunnu kappast við útheimin. Men
kvikar/vandamiklar tær eru. Komin miðskeiðis út á ánna, tók manningin á bátinum hvør sína tráu við einum kjøtpetti á línuni. Hesum plaskadu tey so við á vatnskorpuni, og skjótt var ein krokudilla har. [...] ímynda sær, at hesir málningar vóru 20.000 - 30.000 ára gamlir. Við báti á Adelaide ánni Eisini vóru vit á einum túri við einum báti á Adelaide ánni. Her liva sera nógvar saltvatnskrokudillur, ið eru ógvuliga [...] Australia. Vit flugu inn til Darwin tann 29.12.97, og longu á flogvøllinum sóu vit, hvussu ógvuliga lætt tað var at ferðast í Australia. Vit komu á miðjari nátt, og høvdu ikki væntað at sleppa at sova fyrr
Kennedy-árini. Álitið á framtíðina mátti avspeglast í altjóða klædnamóta. Vælferð og trivnaður. Nýbygdir línubátar og nakrir trolarar í hvørjum bæi og útflutningsvirðið á veg upp aftan á tey trongu 50-árini [...] Men tað var so trongligt á borðinum, at tú fekst neyvan flutt fyri talvfólki. Fyrsta talvið okkara millum vann eg, hóast ikki stórt meir bitin av talvi enn av ludo. Men nøkur kvøld seinni vann Jákup ruddiliga [...] Telvingarfelagnum heldur enn lundi á jólanátt. Men at telva dugdu teir. Ferðin gekk um Kollafjørð. Ein tíma at sigla við mjólkarbátinum norður um Hólma, við Síðu og á Sjóvarbrúgv, tá ein hugtakandi bryggja
Tað var onkur her umborð sum skuldi greiða vini heima í Føroyum frá, hvussu tað var at sita á barrini umborð á Norrønu: ? Ikki minni enn tvær kanónir peika beint móti vindeyganum her eg siti! Hampton Court [...] skræpa, havi eg latið mær fortalt, eru súmptomini. Men her er eingin vandi á ferð, tí læknavísindin er væl og virðiliga umboðað á hesum túrinum, tá vit hava ikki minni er tríggjar læknar við. Veit ikki, [...] nær farið verður. Í dag fái eg ikki farið við teimum, tí vit hava tveir túrar á skránni og seinnapartin verður tað vitjan á BBC. Helgi Joensen hevur eisini samband við Fuglafjarðar mannskór, so hann kemur
eitt ørindi á Statoilstøðina í Skálabotni. Á veg aftur til bátin, kom eg soleiðis fyri á tí smala vegnum, at møta einum persónbili, sum ikki vildi halda av fyri tí stóra lastbili, sum eg koyrdi. Av tí at [...] óhappinum við smásnuddum. Bilførarin á persónbilinum, sum var atvoldin til óhappið, helt ikki at hetta var nøkur góð grund at steðga bilinum og koma okkum til hjálpar, koyrdi bara víðari. Hvar er moralurin? [...] at persónbilurin nærkaðist, og ikki vildi halda av, gjørdi eg av at fara út á vegkantin, fyri at umganga samanstoyt. Av tí at vegkanturin er sera veikur har, brotnaði vegurin undan hjólunum, so at lastbilurin
Heri sigur. Men kortini var tað sera tungt at koma á møti, og hann kendi tað, sum øll hini sóu niður á hann. ? Eg var oftast síðstur inn, setti meg á aftastu stólarnar, og fór fyrstur avstað aftur. So [...] so nógv fullur, virkaði eisini negativt aftur á hann. Hann misti koyrikortið, tí hann koyrdi fullur. Avleiðingar av øðrum slag settu eisini síni fingramerki á hansara likam. ? Eg fór at hugsa meir og meir [...] landinum. Tørvur er á henni heima. Heri fer nevnliga at ferðast eina viku í senn, og verður so eina viku heima. Tí verður tað eisini nógv at gera hjá Maluni, og hon verður eisini tíðandi á arbeiðinum hjá Hera