Her er einki broytt

Í seinastuni hevur týdningurin av einum frælsum orði og hinum fjórða statsveldinum verið uppi og vent. Við hesum komu so eisini tey vanligu stjónarmiðini um okkara smáu viðurskifti, sum umbering fyri at fólk ikki tora at standa við sínar meiningar.

 

Í seinastuni hevur týdningurin av einum frælsum orði og hinum fjórða statsveldinum verið uppi og vent. Við hesum komu so eisini tey vanligu stjónarmiðini um okkara smáu viðurskifti, sum umbering fyri at fólk ikki tora at standa við sínar meiningar.

Ofta og títt sær út sum, at okkara pressa heldur ikki torir, vil, ella dugir at gera nýtslu av sínum rættindum og skyldum til at vera hitt fjórða statsveldi.

Ferð eftir ferð síggja vit stórmál verða viðgjørd, uttan at ein einasti atfinningarsamur spurningur verður settur, og samrøður verða bert gjørdar við ein úrvaldan hóp, sum ein frammanundan veit meiningarnar hjá.

Í kjalarvørrinum á slíkum tíðindaflutningi vísa so nakrir huldumenn sína ónøgd, sum púrt slettis onga ávirkan fáa, tí fáur ella eingin tímir at lesa tað, og talan kann ongantíð vera um, at nakar fer at taka huldumannatos fyri fult.

Síðani eru nøkur einstøk, sum innast í vitsku síni fata, at øll samfelagsmenning - lívið sjálvt - verður ávirkað av hvørjum einstøkum individi í samfelagnum, og at øll hava rætt og skyldu til at luttaka í tí einasta lívinum, givið er. Tey vita at hitta persónliga frælsið verður mist, tá ein ikki nýtir tað. Hetta er kjarnin í fólkaræðinum, sum flestøll siga seg vilja varðveita, um tey bert sjálvi sleppa undan at uppihalda tí. Teir sum vilja seta fólkaræði til viks taka til ymisk vápn, eitt tað fyrsta teir leita fram er at avmarka talufrælsið, jú sjúkari samfelag tess strangari eftirlit og størri avleiðingar fyri tann ella tey fáu, sum ikki duga at tiga. Trupulleikarnir loysast skjótt og effektivt, við at kvetta heysin av tí ella teimum, ið vísa á, at trupulleikar eru.

Sjálvandi mugu tíðindafólk, huldumenn og lesarabrævaskrivarar yvirhalda reglurnar, tá tey almannakunngera eitthvørt, og væl er skiljandi, at hvør tíðindadepil má hava sítt eftirlit, sum teirra leiðsla kann standa inn fyri, og so kunnu hini verða samd við hetta eftirlit ella ikki.

Dagfinn Danbjørg helt eina røðu, har hann minti aftur á ein lítlan part av øllum tí ótespiliga, sum vit øll, hvør einasti av okkum, vita er farið fram, men her var altso mett, at røðan átti ikki at sendast út gjøgnum teir »penu« miðlarnar.

Fyri rættiliga at lýsa og vátta, at pressan í mongum førum ber seg at júst sum huldumenninir, gingu bert fáir dagar eftir skrivingina um røðuna hjá Dagfinni Danbjørg, til ein serfrøðinganevnd legði fram sínar ætlanir um, at endurnýggja fiskivinnuna.

Ætlanin er gomul og vælkend. Meira studning og minni løn í eini vinnu, sum frá byrjan av er ætlað til ikki at forrenta seg. Sami hátturin fjøtraði okkum í eini 20 ár, og koyrdi okkum á húsagang fyri 4 árum síðani, men ikki ein tíðindamaður hevur enn upplýst um tey viðurskiftini, tíansheldur spurt sefrøðingarnar um hátturin verður at geva góð úrslit hesaferð. Onnur lond geva fiskivinnuni studning, varð sagt, men teir hava aðrar vinnur at gjalda studningin, vit hava onga. Hitt fjórða statsvaldið metti ikki hesa sannroynd verda at nevna.

Vit fara at gerast rík av oljuni. Sum útlitini eru nú, kunnu vit verða viss í at oljupeningurin fer sama veg, sum allur hin lænti peningurin fór í 80¹unum, tí her er einki broytt, vit hava einki lært, og viðurskiftini eru so smá, at fólk tora ikki lívið.

Eisini kunnu vit ugga okkum við, at her gongur so ófatiliga væl, húsagangurin er gloymdur og nú blómar alt aftur, so hvør er hann, ið skuldi havt okkurt at funnist at.

Høvdu nú bara okkara kreditorar eisini havt gloymt lániskuldina, so var friðurin fullkomin.