Undirritaði hevði lænt sær ein lastbil at koyra kappróðrarbát við.
Tá eg og aðrir góðir menn høvdu sett bátin frá okkum, fóru vit eitt ørindi á Statoilstøðina í Skálabotni.
Á veg aftur til bátin, kom eg soleiðis fyri á tí smala vegnum, at møta einum persónbili, sum ikki vildi halda av fyri tí stóra lastbili, sum eg koyrdi. Av tí at persónbilurin nærkaðist, og ikki vildi halda av, gjørdi eg av at fara út á vegkantin, fyri at umganga samanstoyt.
Av tí at vegkanturin er sera veikur har, brotnaði vegurin undan hjólunum, so at lastbilurin fór út av vegnum og í knús. Við lastbilinum vóru umframt meg 3 onnur ung fólk, sum tíbetur sluppu frá óhappinum við smásnuddum. Bilførarin á persónbilinum, sum var atvoldin til óhappið, helt ikki at hetta var nøkur góð grund at steðga bilinum og koma okkum til hjálpar, koyrdi bara víðari.
Hvar er moralurin? Vit spyrja bara.
Brian Hansen
270 Nólsoy