hesa ferð var røðin øðrvísi, enn hon var ta ferðina. Tá vann Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, og Blikur á Argjum varð nummar trý. Hesa ferð vann Blikur, og Sílið var nummar trý. Tað ber við sær, at hesir báðir [...] bátunum at kappast við, var aftanfyri okkum. Men vit vóru ikki greiðar yvir, hvat nummar vit vóru. Tá ið vit vóru komnar á mál, hildu vit okkum vera nummar trý. So rópti onkur, at Firvaldur hevði vunnið [...] 5-mannaførini við gentum til fasta startin, men tað eydnaðist ikki. So varð roynt við leysum starti. Blikur kom væl frá tí, og tær vóru fyrstar á mál. Munurin frá nummar eitt og til nummar tvey var eitt hálvt
ikki hetta er í tráð við hugsan ráðsins. Men ráðið hevur - bæði tá tað kemur til blokkin, og tá tað kemur til fiskivinnuna - lagt nøkur saklig sjónarmið fram um, hvørja ávirkan ávikavist blokkurin og fiskivinnan [...] Búskaparráðið fer framhaldandi í skrivligu frágreiðingum sínum at úttala seg fakliga um viðurskifti, ið viðvíkja føroyska búskapinum, og vóna vit at innihaldið í frágreiðingum ráðsins í framtíðini í størri
Lat okkum koma víðari. Og ikki steðga her við kegli og ósemjum, ið onga leiða føra. Vit ivast ikki í, at her í Føroyum eru nógv, ið kundu hugsað sær at sagt sína hugsan um, hvørja ávirkan blokkurin hevur [...] teirra skylda. Í nýggja debatforum okkara, Tinghelluni, bjóða vit til eitt slíkt orðaskifti. Tá nú hetta tiltak, ið Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri og tað mesta av eftirspælinum er farið framvið borðinum [...] gott at fingið eitt breitt orðaskifti, ið kanska kundi ført okkum eitt sindur framá. Konsensus fer man sjálvandi ongantíð at fáa, so leingi talan er um búskaparfrøði, ið so langt frá er ein eksakt vísund.
ógvuslig. Bæði blokkurin og fiskimannaskatturin hava beinleiðis ávirkan á inntøkubýtið í samfelagum, og tá skal, sum rímuligt er, lítið til, at fólk, ella kanska heldur menn, gerast heitir. Eg kenni sjálvur [...] fyribrigdið m.a. sum fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum. Tað er eitt fyribrigdi, sum ein og hvør, ið vil úttala seg, má rokna við. Men vit mugu kunnu krevja, at teir politikarar, sum hava fingið litið [...] num. Vit hava brúk fyri fólkum sum teir báðar, tí tað er umráðandi, at vit hava eitt livandi og sakligt samfelagskjak uttan mun til, um vit eru samd við teir ella ikki. Og í sambandi við blokkstuðulin
Eitt portur verður sett í, har vaktarhald fer at vera tá trafikkurin er mestur, t.v.s. gerandisdagar, tá fólk er til arbeiðis úti á økinum og tá skip leggja at ella fara. ?Ørindaleys sleppa ikki út á [...] hjá Tórshavnar Havn. ? Hetta eru altjóða reglur, ið koma frá IMO, ið merkir International Maritime Organisation. Tað er ein felagsskapur, ið setur øll krøv hvat viðvíkur sjógvi, sigling og skipum. Um vit [...] molan undir strongum eftirliti. Tey, ið ikki hava bil, verða nú noydd at koma á Farstøðina, og so koyra út á molan við einum bussi, ið verður settur inn til endamálið. Og tá Smyril leggur at, verður tað sjálvandi
Vit startaðu ikki væl. Tí hildu vit honum uppi í bekkinum eitt sindur longri, enn hinir gjørdu tað. Tá ið eg sá, at vit høvdu lagt hinar afturum okkum, fóru vit niður á lunnin, og eg haldi, at vit vóru fremstir [...] hjá Spógvanum vóru Blikur, Fípan Fagra og Havfrúgvin. Teir fylgdu allir væl við, og onkra løtuna tóktist tað sum um, at teir høvdu hug at bjóða Spógvanum av. Ta einu løtuna hevði Blikur av Argjum hug at [...] Tvøroyri hevði hug at hanga uppi í fremra endanum í eina løtu, men teir høvdu ikki nóg nógva orku, tá ið tað ráddi mest um. Tískil endaðu teir aftanfyri Teklu úr Klaksvík, sum varð nummar seks. Harvið fingu
klára seg sum regul væl, meðan teir, ið ikki eru so stinnir, fáa samsvarandi karakter. Tað ganga ár ímillum yvirraskilsini, greiðir Kári frá. ? Tað eru sjálvandi nøkur, ið ikki megna trýstið av próvtøkunum [...] tvey stig við síðunar av. Tað eru undantøkini, ið antin fáa nógv betri ella nógv verri próvtal enn ársmet. So hatta við nervunum er ikki ein so stór sak, sum tað altíð verður uppblást til, heldur hann [...] og á ikki er so nógv høpi í tí, tey siga, so kann man altíð fara afturum aftur og spyrja tey seinni, tá tey eru blivin rólig aftur. Hann heldur tó, at hansara próvtøkur plaga at ganga ganska ódramatiskt
síggja nógv meiri til í summar, halda okkum til góða. Vónandi verður venjingarstøðan hjá okkum betri, tá ið fyrsti FM róðurin verður í Klaksvík annan leygardag! -blðm. [...] framvegis eitt av teimum plássunum, sum er fremst í kappróði. 5-mannafarið á Skála eitur Svanur, og Blikur hoyrir framvegis heima á Argjum. Vit biðja lesararnar og ikki minst óføru manningarnar á Bliki, sum
seinastu árini hava vunnið nógv. Ivaleyst fara hesar manningarnar at vera við, har tað gongur fyri seg, tá ið teir hava vant tvær vikur afturat, og tað fer at verða kappast um FM stig. Genturóðurin vann Drekin [...] Skálabátin og 5-mannafarið Blik, men sunnudagin var dreingjamanningin við aftur og tað í stórum stíli. Blikur var meiri enn leysur av næsta bátinum. Næstfyrst var Fípan Fagra. Harvið vístu eisini dreingirnir
mai kl. 10-11.30 Sangur, Óli Vang. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15 Suni F. Jacobsen sigur frá, tá ið hann kom til Havnar í 1945 Mikudagur 5. mai Tilhaldið stongt. Túrur í Kalsoynna. Úr Steinatúni kl [...] Týsdagin 11. mai Silkimáling v/ Paulinu Eliasen Mikudagin 12. mai Silkimáling v/ Paulinu Eliasen. Havið saks og knappanálir við Hósdagin 13. mai Prát og sangur Fríggjadagin 14. mai Opið hús Tú fært altíð ein [...] svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10,