Bland í bygdunum

Í frásøgnini frá kappróðrinum á bygdastevnuni á Skála var bland komið í bygdirnar og bátarnar. Skála er ikki komið afturíaftur sum róðrarbygd. Harafturímóti er Argir framvegis eitt av teimum plássunum, sum er fremst í kappróði. 5-mannafarið á Skála eitur Svanur, og Blikur hoyrir framvegis heima á Argjum. Vit biðja lesararnar og ikki minst óføru manningarnar á Bliki, sum vit ivaleyst fara at hoyra og síggja nógv meiri til í summar, halda okkum til góða. Vónandi verður venjingarstøðan hjá okkum betri, tá ið fyrsti FM róðurin verður í Klaksvík annan leygardag!
-blðm.