Nú verður keiøkið stongt

Kaitúrarnir hjá mongum havnarborgarum fara nú í søguna. Hetta kemur av altjóða reglunum, sum siga, at atleggingarøki hjá ferðafólka- og farmaskipum, sum koma úr útlondum, skulu stongjast. Eingin óviðkomandi skal sleppa til økið, og grundgevingin er óttin fyri yvirgangi

? 1. juli koma reglurnar í gildi, so nakrar dagar áðrenn tað, fara vit at avbyrgja keiøkið. Tað sigur Jónsvein Lamhauge, stjóri á Havnaskrivstovnuni. Reglurnar siga, at øll ferðafólka- og farmaskip, sum eru yvir 500 bruttotons, skulu verða óatkomilig hjá ørindaleysum. Av tí, at tað stendur so nógvur farmur á keiøkinum og út eftir molanum, verður hetta økið stongt av permanent. Eystara bryggja verður umgyrd av einum høgum hegnið. Eitt portur verður sett í, har vaktarhald fer at vera tá trafikkurin er mestur, t.v.s. gerandisdagar, tá fólk er til arbeiðis úti á økinum og tá skip leggja at ella fara.
?Ørindaleys sleppa ikki út á økið longur. Hevur tú eitt ørindi har úti, mást tú tosa við vaktina, um at sleppa inn, og tá mást tú kunna vísa á hvørji tíni ørindi eru.
Hevur tú ørindi uttan fyri mest trafikkeraðu tíðina, t.v.s. tá eingin vakt situr við portrið, mást tú ringja til vakthavandi hjá Tórshavnar Havn, og so metur hann um, hvørt ørindini eru nóg átroðkandi til, at hann skal koma oman at læsa upp, greiðir Jónsvein Lamhauge frá. Tey, ið arbeiða har úti fáa eitt kort, sum tey skulu draga ígjøgnum eina sleðu, so portrið fer upp.
Jónsvein sigur víðari, at hetta er nakað, ið liggur uttanfyri ávirkanina hjá Tórshavnar Havn.
? Hetta eru altjóða reglur, ið koma frá IMO, ið merkir International Maritime Organisation. Tað er ein felagsskapur, ið setur øll krøv hvat viðvíkur sjógvi, sigling og skipum. Um vit ikki fylgja hesum reglunum, kann tað fáa álvarsamar fylgjur, sigur hann.
-?Um t.d. Blikur leggur at hjá okkum, og vit ikki lúka øll altjóða krøv, so kann skiparin á Bliki vænta, at hann ikki sleppur at leggja at í næstu havn, hann kemur til. Havnafútin har kann nevniliga nokta skipum at leggja at, um hann sær, at tey koma frá eini havn, ið ikki hevur hesar altjóða trygdarreglurnar í gildi, greiðir Jónsvein frá.
? So um vit slaka á hesum økinum, kann tað fáa álvarsamar fylgjur fyri alt samfelagið. Tað fer sjálvsagt at ávirka inn- og útflutningin munandi, um farmaskip okkara ikki sleppa at leggja at.
Hann sigur tó, at tað ikki bert eru havnirnar, ið koma at merkja munin. Eisini skipini koma undir hetta nýggja trygdartiltakið. 1. juli skulu øll farma- og ferðafólkaskip vera uppdaterað.

Suðringar merkja munin
Onkuntíð leggur Smyril at heilt úti á molanum, t.d. tá Norrøna liggur við kei. Higartil hava fólk kunna koyrt ella spákað út til skipið, men tað verður nú broytt.
?Bilar, sum skulu við Smyrli, sleppa at koyra út á molan undir strongum eftirliti. Tey, ið ikki hava bil, verða nú noydd at koma á Farstøðina, og so koyra út á molan við einum bussi, ið verður settur inn til endamálið. Og tá Smyril leggur at, verður tað sjálvandi á sama hátt, at ein bussur stendur og bíðar tá lagt verður at. Hann koyrir so øll, ið ikki hava bil inn á Farstøðina. Um fólk koma at taka ímóti ferðafólki við Smyrli, eru tey noydd at bíða á Farstøðini eftir hesum góða bussi, sigur Jónsvein.
? Hetta verður sama skipan, sum vit kenna frá teimum størru flogvøllunum, greiðir hann frá.
Hann sigur, at teir á Havnaskrivstovuni frøðast um, at hesar reglur nú koma í gildi, tí keiøkið er eitt vandamikið økið at vera á.
?Tað er eitt arbeiðsøkið, við stórum byngjum og nógvum farmi. Tað er avgjørt ikki heilt vandaleyst hjá óviðkomandi at ganga og mala har úti. So við hesum reglunum fáa vit endiliga bast tí trupulleikanum og óttanum fyri vanlukkum, sigur hann.

Kappróðurin
Nógv eru tey, ið tó ikki eru so fegin um avgerðina at steingja molan. Har er dagliga nógvur trafikkur, serliga í hesum tíðum, nú kappróðurin er í gongd. Hvørt kvøld eru nógvir bilar og hyggja hvussu gongst ymsu bátunum undir venjing. Hetta verður eftir 1. juli av ongum.
?Á ólavsøku verður loyvt at fara inn á keiøkið undir kappróðrinum, tó verður tað undir strongum eftirliti. Vit fara at hava vaktir allastaðni, sum tryggja, at fólk ikki fara malandi nakrastaðni, sum tey ikki skulu vera. Tey sleppa at vera framvið keikantinum sjálvum, men størsti partur av keiini verður tó framvegis stongdur, staðfestir hann.
Nýggja skipanin skal vera komin í gildi 1. juli, men sum nevnt fara teir at seta hegnini upp nakað fyri tað. Við hesum fer ein gamal býarsiður í søguna, so nú er at njóta túrarnar út á molan, meðan til ber.