Kappróður
Tað kundi ikki laga seg betri hjá NSÍ dreingjunum. Teir komu á Norðoyastevnu í nýggjum báti, og størsti parturin av manningini var spildurnýggj. Men tað bilti ikki. Hóast Spógvin ikki fekk besta startin, so var tað skjótt, at teir høvdu togað seg fram á fremsta plássið. Tað slitnaði ikki sundur aftur til næstu bátarnar. Men Spógvin helt hinar aftanfyri seg.
- Vit startaðu ikki væl. Tí hildu vit honum uppi í bekkinum eitt sindur longri, enn hinir gjørdu tað. Tá ið eg sá, at vit høvdu lagt hinar afturum okkum, fóru vit niður á lunnin, og eg haldi, at vit vóru fremstir allan vegin.
Tað sigur Høgni Petersen. Hann er stýrimaður og bátsformaður umborð á Spógvanum. Rímuligt er hann væl nøgdur. Umframt hann sjálvan er tað bara ein annar av manningini, sum hevur róð áður. Hinir fimm eru spildurnýggir. Bátsformaðurin er átjan ára gamalur og aldursforseti. Yngsti maður umborð á Spógvanum er fimtan ára gamalur.
Høgni Petersen stýrir. Á lærinum sita Bárður Johannesen og Brian Jacobsen. Í rúminum eru Búgvi Kjeld og William Højgaard, og á toftini eru tað Per Venned, sum eisini róði í fjør, og Hans Jákup Johansen.
Í fjør vóru teir báðir, Høgni og Per, umborð á Tjaldrinum, sum endaði á triðja plássinum í FM kappingini. Nú ætla teir sær at vera við í FM kappingini, og á Norðoyastevnu hilnaðist tað so mikið væl, at teir hava alla orsøk at rokna við møguleikanum.
Avbjóðararnir
Næstu kappingarneytarnir hjá Spógvanum vóru Blikur, Fípan Fagra og Havfrúgvin. Teir fylgdu allir væl við, og onkra løtuna tóktist tað sum um, at teir høvdu hug at bjóða Spógvanum av.
Ta einu løtuna hevði Blikur av Argjum hug at ota seg upp undir liðina á Spógvanum, men teir á gula bátinum svaraðu dyggiliga aftur.
Hjá Havfrúnni verður setningurin á Skálafjørðinum at gera tað gott aftur, sum miseydnaðist í Klaksvík, eftir at tað í eina løtu hevði sæð rættuliga spennandi út. Dómarin kendi seg noyddan at skjóta róðurin av eftir fyrra startin. Tá hevði Havfrúgvin fingið góðan start, men hon og Sílið fløktust. Tað hevði gult kort við sær til báðar bátarnar, og í seinna førinum endaði tað soleiðis, at hesir báðir bátarnir komu upp á stigatalvuna við ávikavíst trimum og tveimum stigum.
Firvaldur av Tvøroyri hevði hug at hanga uppi í fremra endanum í eina løtu, men teir høvdu ikki nóg nógva orku, tá ið tað ráddi mest um. Tískil endaðu teir aftanfyri Teklu úr Klaksvík, sum varð nummar seks. Harvið fingu báðir bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag stig í dreingjakappingini.
Fimmmannafør, dreingir
1Spógvin 5:24:24
2Blikur5:26:12
3Fípan Fagra5:27:12
4Havfrúgvin5:29:24
5Sílið5:34:23
6Tekla5:35:19
7Firvaldur5:36:10
8Royndin Fríða5:39:14
9Báran5:43:18
10Tjaldrið5:44:01
11Kollur5:46:12
12Svanur5:47:04
13Drekin5:48:08