KAPPRÓÐUR
Annan leygardag verður fyrsti FM kappróðurin. Sum vanligt so verður hann á Norðoyastevnu í Klaksvík. Seinnu árini hevur fyrsta ábendingin um støðuna hjá kappró_rarmanningunum verið at fingið á bygdastevnuni á Skála. Henda stevnan var um vikuskiftið, og sunnudagin varð skipað fyri kappróðri. Líkindini vóru ikki av teimum bestu, men tað eydnaðist kortini at avgreiða allar róðrarnar.
Eingin kapping var millum 10-mannaførini, og luttøkan var ikki stór millum 8-mannaførini. Trý 8-manafør vildu tvær vikur undan fyrsta FM-róðrinum vísa, hvussu tey eru fyri. Argjabáturin hevur verið millum teir fremstu nógvu tey seinastu árini, og hann tykist vera væl fyri í ár. Argjabáturin var góðar tvær bátslongdir frammanfyri Nevið Reyða, sum aftur var fleiri bátslongdir undan Knørri.
Á Skála verður mest tosað um fótbólt, men teir eru heldur ikki í kappróðri sørir. Seinnu árini hevur lítið verið at sæð til Skálabátin og 5-mannafarið Blik, men sunnudagin var dreingjamanningin við aftur og tað í stórum stíli. Blikur var meiri enn leysur av næsta bátinum. Næstfyrst var Fípan Fagra. Harvið vístu eisini dreingirnir úr Klaksvík, at teir ætla sær at vera við í FM kappingini. Fípan vann næstfremsta plássið í tættari kapping við Spógvan. Longi afturi í røðini vóru eitt nú Sílið, Tjaldrið og Havfrúgvin, sum tey seinastu árini hava vunnið nógv. Ivaleyst fara hesar manningarnar at vera við, har tað gongur fyri seg, tá ið teir hava vant tvær vikur afturat, og tað fer at verða kappast um FM stig.
Genturóðurin vann Drekin hjá Havnar Róðrarfelag. Talan var um tættastu kappingina av øllum. Drekin var bara eina sponn frammanfyri Blik av Skála, sum aftur var eitt evarska lítið sindur frammanfyri Frúnna. Ikki færri enn tólv gentumanningar luttóku á SKála.
Eisini í kappingini millum 6-mannafør við monnum var klaksvíksbáturin væl við. Páll Fangi vann sannførandi, men so skal beinanvegin leggjast afturat, at tað ikki vóru klaksvíkingar, sum mannaðu bátin. Tað vóru menn av 10-mannafarinum Eysturoyingi, sum róðu og vóru eina hálva bátslongd frammanfyri Sundabátin. Teir í Norðdepli/Hvannasundi vóru greitt nummar tvey. Hjá teimum verður spennandi at síggja, hvussu Norðoyastevnan fer at hilnast. Teir vóru greitt frammanfyri Stráluna. Einki var at síggja til Smyril, Gongurólv og Jarnbard, sum hava staðið seg væl.
Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum var Páll Fangi fleiri bátslongdir frammanfyri Víking. Lómur og Sundabáturin róðu mest sum fyri seg sjálvar. Einki er at ivast í, at á Norðoyastevnu verður tað serliga frá Jarnbardi og Gongurólvi, at Páll Fangi fer at fáa stóra kapping.