Tær á Argjum settu Havnina upp á pláss

Eftir triðja plássið í Klaksvík, har sum Sílið vann, býttu tær á Argjum og tær í Sílinum um pláss í Runavík

Kappróður

Fýra teir fremstu bátarnir á Skálafjørðinum leygardagin vóru teir somu, sum endaðu á fýra teimum fremstu plássunum í Klaksvík. Men hesa ferð var røðin øðrvísi, enn hon var ta ferðina. Tá vann Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, og Blikur á Argjum varð nummar trý. Hesa ferð vann Blikur, og Sílið var nummar trý. Tað ber við sær, at hesir báðir bátarnir liggja borð um borð í FM kappingini.
Í Klaksvík varð Havfrúgvin nummar tvey, og Firvaldur varð nummar fýra. Á Skálafjørðinum varð Firvaldur av Tvøroyri nummar tvey, og Havfrúgvin úr Vestmanna varð nummar fýra. Tískil liggja hesir báðir bátarnir borð um borð í kappingini um triðja plássið.
Tað gekk rættuliga javnt á alla tíðina á Skálafjørðinum. Kappingin stóð millum Firvald og Blik, sum bara var skutin undan tvørábátinum.
- Vit kendu alla tíðina á okkum, at tað sá ikki so galið út.Vit vistu, at vit vóru við í kappingini, og vit sóu, at Sílið, sum vit roknaðu at vera ein av vandamiklastu bátunum at kappast við, var aftanfyri okkum. Men vit vóru ikki greiðar yvir, hvat nummar vit vóru. Tá ið vit vóru komnar á mál, hildu vit okkum vera nummar trý. So rópti onkur, at Firvaldur hevði vunnið, tí tað hevði útvarpið sagt. Aftaná varð staðfest, at vit høvdu vunnið, og tað var ein deilig kensla. Vit hava vant við róðrarmaskinum og við at renna síðani eina ferð í januar. Fyrst í apríl fóru vit so í bátin. Fyri einum mánað síðani vórðu vit noyddar at skifta eina út, tí hon hevði fingið skaða í ryggin. Tann, sum kom umborð, hevði róð í fjør, og nú kenna vit okkum at vera sera væl fyri, sigur Anna Andresen, sum er bátsformaður umborð á Bliki á Argjum.
Tríggjar umborð á Bliki róðu eisini í fjør, og fýra hava ongantíð róð áður. Manningin er henda: Joan Mikkelsen, Anna Andresen, Marna Rubeksen, Jóna Thomsen, Maud Poulsen, Maiken Petersen og Elsa Magnussen.
Í fyrstu atløgu royndi dómarin at leggja 5-mannaførini við gentum til fasta startin, men tað eydnaðist ikki. So varð roynt við leysum starti. Blikur kom væl frá tí, og tær vóru fyrstar á mál. Munurin frá nummar eitt og til nummar tvey var eitt hálvt sekund. Firvaldur var mest sum leysur av Sílinum, sum var í tættari kapping við Havfrúnna um triðja plássið.
Longu sunnudagin var Blikur við gentumanning aftur at síggja á Havnarvág. Tær vandu aftur týsdagin, og tær skulu venja aftur í dag og í morgin. So verður báðurin kýndur og klappaður, áðrenn tað leygardagin aftur verður kapping og álvari. Ta ferðina verður kappingin í Hvalvík, og ta ferðina ætla tær á Argjum sær aftur at vinna. Tað ætla tær í Havnini, Vestmanna og á Tvøroyri sær eisini. Tað er lagt upp til rættuliga spennandi kapping, og tað er ikki í mongum kappingum, at talan er um so opna kapping, sum tað er millum 5-mannaførini við gentumanningum.

5-mannafør, gentur
1Blikur5:51:02
2Firvaldur5:51:15
3Sílið5:54:23
4Havfrúgvin5:55:07
5Junkarin5:58:12
6Ørnin6:00:01
7Frúgvin6:01:02
8Drekin6:02:21
9Fípan Fagra6:03:09
10Tjaldrið6:16:14
11Falkur6:17:14
12Spógvin6:25:00
13Hvassi6:29:04
14Tekla6:36:03