Limirnir í Búskaparráðnum vilja við hesum mótmæla teirri viðferð, sum formaður ráðsins, Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, hevur fingið, eftir at hann herfyri helt fyrilestur um búskaparligu viðurskiftini í ríkisfelagsskapin-um. Politikarar, landsstýrismenn, umboð fyri fakfelag og einstaklingar hava í fjølmiðlunum ákært Hermann Oskarsson fyri bæði líkt og ólíkt, m.a. at hann er landasvíkjari og rennur politisk ørindi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at formenn Búskaparráðsins fáa slíka viðgerð frá politikarum, landsstýrismonnum, formonnum fyri vinnu- og fakfeløgum og øðrum. Fyrrverandi formaður ráðsins varð eisini fyri slíkari hunddálking.
Vit hava so stórliga brúk fyri, at óheftir stovnar og ráð ? eins væl og øll onnur ? sleppa framat í almenna orðaskiftinum, uttan at skula vænta sær at verða álopin persónliga. Álop sum í roynd og veru køva talufrælsið og harvið fólkaræðið í landinum. Sum hetta málið er handfarið seinastu vikurnar, er vandi fyri, at alt færri fólk fara at tora at seta spurnartekin við, hvussu vit hava valt at innrætta okkara búskap, og alt færri fólk fara at tora at seta kikaran fyri hitt atfinningarsama eygað.
Hetta má undir ongum umstøðum gerast úrslitið!
Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at veita óhefta ráðgeving, bygda á búskaparfrøði. Harvið kemur ráðið við hvørt at seta spurnartekin við viðurskifti, sum sæð frá einum búskaparligum sjónarmiði kunnu vera óheppin, men sum nøkur fata sum álop á vunnin rættindi. Í staðin fyri sakliga at viðgera búskaparligu grundgevingarnar hjá ráðnum, verða orð ofta løgd ráðnum í munnin, sum ráðið hvørki hevur sagt ella hugsað, ella verður farið eftir persónum í ráðnum heldur enn eftir innihaldinum í tí, sum sagt verður.
Ráðið verður t.d. javnan lagt undir at hava ta hugsan, at blokkstuðulin annaðhvørt er beinleiðis skaðiligur, ella at hann kann takast burtur úr búskaparliga renslinum uttan ávirkan á føroyska búskapin. Hvørki er satt. Eisini verður ráðið lagt undir at siga, at fiskivinnan mestsum er óneyðug fyri búskapin, og at vit kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum. Heldur ikki hetta er í tráð við hugsan ráðsins. Men ráðið hevur - bæði tá tað kemur til blokkin, og tá tað kemur til fiskivinnuna - lagt nøkur saklig sjónarmið fram um, hvørja ávirkan ávikavist blokkurin og fiskivinnan hava, eins og ráðið hevur roynt at seta hesi inn í eitt landsbúskaparligt høpi, sum stundum víkir frá fatanini millum manna av, hvussu búskapurin virkar. Víst verður til frágreiðingar ráðsins.
Búskaparráðið fer framhaldandi í skrivligu frágreiðingum sínum at úttala seg fakliga um viðurskifti, ið viðvíkja føroyska búskapinum, og vóna vit at innihaldið í frágreiðingum ráðsins í framtíðini í størri mun enn higartil verður partur av almenna orðaskiftinum.
Búskaparráðið hevur á hvørjum ári bjóðað sær til at leggja frágreiðingar sínar fram fyri almenningin (vinnu- og fakfeløgum, politiskum flokkum, fyritøkum o.ø.). Øll, sum hava áhuga, kunnu venda sær til ráðið at fáa útgreinaðar frágreiðingar ráðsins. Á tann hátt kunnu helst fleiri misskiljingar beinast av vegnum.
???????????????
Búskaparráðið:
Gunvør Balle
Miriam Haraldsen
Marner Jacobsen
Anna Kass
Óli Samró