politikarar og aðrir tosaðu um á slíkum fundi, men ferðin var ikki væleydnað. Eg var ikki meir enn komin inn um gáttina, tá ein eldri maður kom ímóti mær og rak meg á dyr. - Hetta er ikki fyri óvitar, segði hann [...] binding og seyming. Serliga hugtikin er hon av maskinbinding, og um neyðugt situr hon uppi um næturnar, um okkurt spennandi plagg skal virkast. Í fjør skipaði hon fyri bindiskeið, har serfrøðingar úr Danmark [...] har hon trúliga hevur vitjað á fundum. Hon hevur eisini verið fastur fúsur á landsfundunum hjá flokkinum. Um sín áhuga fyri politikki, sum varð vaktur um 13 - 14 ára aldur, sigur hon: Tað var Landsfundur
Listamaðurin sjálvur doyði fyri 17 árum síðani, bert 45 ára gamal. Listamaðurin talan er um, er Poul Horsdal. Hann var føddur á Fjóoni í 1936 og byrjaði at tekna sum heilt lítil. Níggju ára gamal byrjaði hann [...] hann tókst við list alt lívið. Var nógv í Føroyum Poul Horsdal kom til Føroya í 1950-unum tá hann hevði herskyldu. Her kom hann í samband við listina hjá Ruth Smith og hon fekk stóra ávirkan á hann, hevur [...] sigur, at hetta er ein gomul ætlan, sum nú verður førd út í lívið. ? Tað hevur bara ikki borið til áður. ? Poul Horsdal var ein kendur málari í Føroyum tá hann livdi og er tað enn, sigur Bárður.
men orsakað av ringari heilsu hevur hon givið avboð. Men festivalurin verður ikki avlýstur fyri tann skuld og góðskan verður ikki stórt verri heldur. Talan verður um ein festival, har bæði føroyskir og [...] búð í Danmark, har hon hevur frískað upp á countrypallinum. Hon er sera nógv vird sum countrytónleikari í Danmark, og hevur m.a. fingið ein Grammy fyri bestu útgávuna í 1993. Tað var fyri plátuna »Footloose« [...] Elvis-tíðini, og tað var góð reklama fyri Tomboola Band. Aftaná hava fleiri aðrir kendir tónleikarar eisini brúkt bólkin til konsertir, teirra millum er Tamra Rosanes. Tombolla Band eru ikki tónleikarar burturav
Bøndurnir kundu ikki finna út av, hvat tað var, sum gjørdi, at seyðurin doyði, og teir fóru á húsagang ein fyri og annar eftir. Tað hevur ikki verið seyðahald her síðan, og í dag hevði tað als ikki borið til [...] føroyskan fjakkara, Heidi Dalfoss úr Havn. Hon hevði verið í New Zealandi í 3 mánaðir og var nú á veg norður eftir framvið eysturstrondini. Vit høvdu eitt hugnaligt prát um fjakking, men skiltust longu morgunin [...] til, tí grasið er allastaðni. Vit hugsaðu um, hvat hevði hent, um tað endaði í Føroyum, hetta løgna gras. Tað hevði verið ræðuligt. Hetta nervar tó ikki neytini, uttan tey fingu tað í eygað. Tá kundi tað
framat í atgongumerkjaraðnum var ikki tann torførasta. Eitt sindur av fólki hevði tó leitað sær niðan í Sortudíki, og tað var eisini krás fyri tey kræsnu, ið borðreitt var við hetta kvøldið. Fløvandi jazzur [...] kreftum, og ikki kann sigast annað enn, at tað bara »koyrdi«. Dagført repertoire Ikki minst var tað stuttligt og deiligt at hoyra nýggjari stórbandstónleik hjá komponistinum Lars Jansson. Ikki so galið hjá [...] sum sagt var menningin eyðsýnd, og ikki minst var tað ein fragd við bjørtum framtíðarvónum at hoyra trompetistin, Ólav Olsen, vísa okkum, hvat hann megnar at ganda úr sínum ljóðføri. Flott! Ikki minst var
Var fyri jól 1997 ringdur upp av føroyskum presti, sum spurdi, um eg var áhugaður í einum túri til Malawi í Afrika. Áðrenn spurningurin var liðugur, var svarið ja. Tað var eingin ivi í míni sál um, at [...] Kaffi har umborð var rætt og slætt ikki munnberandi. Men so var tænastan annars so mikið betri. Og ein sannaði enn einaferð, at bretar duga at gera te. Hóast langa flogtúrin var hann ikki troyttandi, og [...] merki til við hesum fólkunum, var, at har vóru mest bara ung fólk og børn. Gamalt fólk var einki at síggja. Um tað var tí, at livialdurin er so lágur í landinum, er ikki til at siga. Men hugsandi er, at
Heimahjálparafelagnum í 1992 varð eisini uppskot frammi um at melda seg úr FA. Men tá fall uppskotið eftir ein rokfund. Ása Djurhuus sigur, at hon hevur havt varhugan av, at ónøgdin við FA hevur ligið og [...] varð eisini ført fram, at ein orsøk til at heimahjálpirnar vildu fara úr FA, var, at limaskapurin í tí stóra arbeiðarafelagnum var ov trupul. Tá ið vit eru limir í Føroya Arbeiðarafelag hava vit alt ov lítið [...] elagnum. Vit fáa at kalla onki gjørt uttan at tað skal góðkennast í FA. T.d. fáa vit ikki gjørt avtalur um sáttmálaøkið, ella broytt lógirnar, ella nakað annað handa slag, fyri okkara egna øki, uttan
giftast í Listaskálaum, sigur Rósa Maria, at tey hugsaðu nógv um, at býráðsalurin kanska ikki var mest romantiska stað til slíka stórhending. Tað var pápi mín, sum kom við hugskotinum antin at giftast í No [...] brúdleypið var serstakt á nógvan hátt. Tað var abbi Rósu Mariu, Ditleif Eldevig, sum bjóðaði vælkomin og bað eina børn fyri brúðarparinum. Abbabeiggin vígdi Síðani fór vígslan fram, og her var tað abbabeiggin [...] ringdi á flogvøllin og Rósa Maria kom til telefonina og greiddi frá áðrenn hon og maðurin fóru við Atlantic til Danmarkar. Tað var ein so stór uppliving, at tað illa ber til at greiða fra, sigur Rósa Maria
og áskoðararnir vóru heldur ikki serliga nógvir. Ferðin á dystinum var heldur ikki tann stóra. B36 var sum sagt betra liðið og vann uppiborið. 4-1 var kanska eitt sindur ov nógv, men hinvegin hevði 3-1 kanska [...] í vinstru síðu. Ein B36-ari var annars um at sleppa ígjøgnum, men dómarin nýtti ikki fyrimunsregluna í hesum føri. Poul Thorsteinsson sendi frísparkið høgt innfyri tvørtur um brotsteigin til ein púra leysan [...] hvat var á veg, tá Bjarni Prior skallaði og var nær við at økja til 3-1. Triðja málið kom, tá tíggju minuttir vóru eftir, og var tað Tomislav Sivic, sum frálíkt spældi bóltin upp um Sumba-verjuna til Jan Guttesen
teg? At so hetta uppskotið um skattalætta var illa undirbygt, og at onki landsbúskaparligt grundarlag var fyri tí, tað eru seinastu tíðindini um flytingarnar jú besta prógvið um. Fólkaflokkurin veit, hvussu [...] tit, at Fólkaflokkurin hevur verið so afturhaldandi, tá talan hevur verið um at føra kreppupolitikk? Hví gekk Fólkaflokkurin ikki undan, tá ið tær ópopuleru avgerðirnar skuldu takast? Og hví hevur hesin [...] kosta atkvøður! Tá ið so er, hví so ikki heldur lata tjóðveldissosialistarnar baksast við hesi mál. (Tjóðveldissosialistar er góðkent føroyskt felagsheiti fyriøll, sum ikki eru fólkafloksfólk. Ongin veit rættiliga