Listaskálin karmur um romantiskt brúdleyp

­ Vit høvdu hug at royna okkurt annað. Vanliga er býráðsalurin karmur um brúðarvígslur, men vit hildu tað vera so óromantiskt, sigur Rósa Maria, sum saman við manninum Martin Dirch Brodersen fór avstað aftur til Danmarkar í gjár

Tá Rósa Maria Restorff og Martin Dirch Brodersen fyrireikaðu seg at giftast, fekk pápi brúðrina hugskotið at giftarmálið skuldi fara fram í Listaskálanum.

22 ára gamla Rósa Maria og Martin, sum er 21 ára gamal, búgva og arbeiða í Danmark. Hon er tænaranæmingur og hann er tænari. Tey valdu at giftast í Føroyum, men fóru longu mánamorgunin avstað aftur.

Ætlanin er at arbeiða í apríl mánaða, fyri síðani at fara brúdleypsferð til Mauritius fyrst í mai mánaða.

Leygardagin seinnapartin vóru tey gift í Listaskálanum, har eini 150 fólk vóru komin saman.

Spurd hví tey valdu at giftast í Listaskálaum, sigur Rósa Maria, at tey hugsaðu nógv um, at býráðsalurin kanska ikki var mest romantiska stað til slíka stórhending.

­ Tað var pápi mín, sum kom við hugskotinum antin at giftast í Norðurlandahúsinum ella í Listaskálanum. Ein fyrispurningur avgjørdi málið, tí í Listaskálanum játtaðu tey beinanvegin.

Hetta brúdleypið var serstakt á nógvan hátt. Tað var abbi Rósu Mariu, Ditleif Eldevig, sum bjóðaði vælkomin og bað eina børn fyri brúðarparinum.


Abbabeiggin vígdi

Síðani fór vígslan fram, og her var tað abbabeiggin hjá brúðrini, Ingibjørn Eldevig, sýslumaður, sum stóð fyri vígsluni.

Sosialurin ringdi á flogvøllin og Rósa Maria kom til telefonina og greiddi frá áðrenn hon og maðurin fóru við Atlantic til Danmarkar.

­ Tað var ein so stór uppliving, at tað illa ber til at greiða fra, sigur Rósa Maria.

­ Vit giftust í gamla salinum í Listaskálanum, har pápi mín og eg gingu oman trappurnar til mann mín, sum sat og bíðaði.

Rósa Maria sigur, at vígslan var soleiðis fyriskipað, at tey bæði brúðarparið, við hvør sínum vitni sessaðust framman fyri abbabeiggjanum og Svenning av Lofti, sum stóðu fyri vígsluni.

Umframt tað sang Dupultkvartettin áðrenn og aftaná vígsluna, og Svenning av Lofti talaði.

Aftaná var brúdleyp á Hotel Hafnia, og Rósa Maria sigur, at tað vardi til kl. fýra sunnumorgunin.

Av tí at brúðgommurin er dani, og tí tey bæði hava nógvar vinir í Danmark, er ætlanin at halda brúdleyp eisini fyri teimum í næstu framtíð, sigur Rósa Maria, áðrenn hon fór í flogfarið í gjár.