var um at byrja, tá teir byrjaðu at veipa við armunum og troðka fram til gyrðingina. Vit skiltu, at teir veddadu um vinnaran. Síðani byrjaðu teir at rópa, og vit fingu tað til at verða fyri at eggja hanunum [...] desember hildu vit, at tað fór at verða ov lítil tíð at taka alt Indonesia, sum vit upprunaliga høvdu ætlað. Vit høvdu ikki hug at skunda okkum gjøgnum Indonesia, so vit valdu heldur at fara beinleiðis til [...] Hetta er størsta ferðafólkamál í Singapore, og millum vanlig fólk verður nógv gjørt burturúr at fara vikuskiftistúrar út hagar. Tað eru ymiskir háttir at koma út á oynna, men tann mest áhugaverdi er við
skal fara at krevja. Men tað, sum kanska verri er, er, at løgtingið ætlar eina almenna oljuvinnu á sama hátt sum fyri alivinnuna fyrst í áttati-árunum. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á, at tað tók alivinnuni [...] landsstýrið. Tað er jú løgtingið sum millum sínar frægastu hevur kosið løgmann og landsstýri. Tað er at rætta bakara fyri smið og bart út landsskaðiligt at brúka kolvetnislógina at lýsa alment, at løgtingið ikki [...] vinnuligari menning, at vit skulu venda aftur til ta tíð, tá politisk sambond er fyrsta fortreyt fyri at reka vinnu og ikki duguleiki. Tað er púra óneyðugt hjá løgtinginum at royna at tryggja føroyskari
meiriluti av føroyingum velur loysing er støðan ein onnur. Tað nyttar onki framhaldandi at tosa um, hvat ein meiriluti møguliga helt í 1946. Tað er óaktuelt. Spurningurin er, hvat meirilutin av teimum, sum nú [...] føroyingum. Vit eiga at smíða eina sjálvstýrislóg, har dentur verður lagdur á, at ríkisfelagsskapurin verður varðveittur og at vælferðin hjá føroyingum verður varðveitt. Hetta er eitt krevjandi arbeiði [...] danatingi. Her krevst, at ein meiriluti av føroysku veljarunum tekur undir við, at vit loysa frá Danmark. Eitt føroyskt fólkatingsumboð tey næstu árni má hava sum aðalendamál at ávirka danskar politikarar
At áhugin millum føroyingar fyri kvinnuhondbólti er um at gerast eins stórur og fyri hondbóltinum hjá monnunum varð enn eina ferð prógvað sunnudagin, tá Kyndil og Neistin møttust bert eina viku eftir, [...] brotskast, so tók kyndlamálverjin tað. Tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Neistin ongantíð veruliga fekk fótin fyri seg, eftir at Kyndil hevði lagt seg væl á odda í byrjanini av dystinum. Hin [...] hóast hon gjørdi sítt besta, kundi hon ikki einsamøll vinna dystin fyri Neistan. Mildrið Jacobsen kom væl við á vonginum í seinna hálvleiki, men restin av liðnum spældi væl undir miðal, fyri at siga tað
tora og duga at upptraðka, og tað hevur ikki so lítið at siga! Súsanna Madsen Tað er eingin ivi um, at kollfirðingar eiga ein sera evnaríkan sangfugl í tí ungu Súsannu Madsen. Hon sang sangin »Unbreak my [...] sær, so at hann ikki heilt gloymdi hana! Tað var kanska eitt sindur óheppið, at summir av mannligu áskoðarunum høvdu hug til at sleppa upp á pallin at nerta við genturnar, men hetta tóktist ikki at nerva [...] songrødd og at enda Spice Power skuldu á pallin at undirhalda. Sum við so nógvum øðrum tiltøkum her á landi, so noyddist man at bíða í rúma tíð, áðrenn tað fór nakað fram á pallinum. Eftir at plátuvendarin
vit als ikki vanar við, tí at konufólk mangan øvunda øðrum konufólki.« At enda siga tær, at tær vóna at sleppa aftur til Føroya at upptraðka og at tær tá at hava betri tíð til at ferðast runt og síggja eitt [...] góða er, at vit sleppa at dansa og syngja, sum vit allar elska. Tær ringu síðirnar er so, at man skal sita á ymsum flogvøllum og bíða, ella kanska koyra í einum bussi í fleiri tímar.« Ginger, sum er sera [...] siga fólk til, at tit »kopiera« Spice Girls? »Sum heild eru fólk sera positiv. Tað er eftir okkara tykki rættiliga løgið, at Spice Girls framhaldandi eru so væl umtóktar. Vanligt er tað so, at slíkir lættisoppa
halda at tað er neyðugt við fíggjarligum tiltøkum rættuliga skjótt og eg meti, at tað er ein av høvuðsorsøkunum til at valið verður útskrivað nú. Jóhannes Martin Olsen væntar tí, at stjórnin velur at bíða [...] kann útseta eitt verkfall í 14 dagar, men eg rokni við at danska stjórnin við hesum ætlar at minna arbeiðandi fjøldina á, hvat tað er hon hevur at velja ímillum. ? Eina arbeiðaravinarliga javnaðarstjórn [...] metti, at Poul Nyrup Rasmussen hevði lættari við, at fáa javnaðarveljararnar at atkvøða fyri Amsterdam-sáttmálanum. Men tað var nokk ikki á henda hátt hann vildi hava tað. Nú er vandi fyri, at stjórnin
kom út í 1949, megnaði hann at geva okkum eina bíbliu á einum so góðum føroyskum máli, at hon liggur ájavnt við skriftmál okkara í dag. Eg haldi eisini, at vit kunnu siga, at Victor megnaði fyri 50 árum [...] árum síðan ? at geva fólki sínum eina so livandi umseting ? og so málsliga framskygda, at hon enn í dag uppfyllir tey krøv, ið vanligi lesarin setur. Eisini eydnaðist tað honum at fáa hana at liggja so nær [...] nær upprunaligu handritunum, at hon er ring at kritisera. Vit kunnu leggja afturat, at umseting Victors Danielsens, sum bleiv ein fólkaogn, hevur havt eina ómetaliga góða málsliga ávirkan á føroyskt talumál
møguleika at ávirka málið Landsstýrismaðurin sigur, at tingbólkurin higartil hevur fingið tilmælini frá serfrøðingarbólkinum. Hetta er liður í royndini at kunna tingið um málið. Hóast einki upplegg er gjørt [...] føroyingum, ella donsku stjórnini? Tað er greitt, at danska stjórnin eigur handa trupulleikan. Her kunnu fleiri møguleikar koma uppá tal. Ein er at stevna, annar er samráðingarloysnin. Allir møguleikar standa [...] Tá vit eru komin á mál, so verður skjótt borið at. Tíðin er bert ikk til tað, júst nú, sigur Eilif Samuelsen, sum eisini váttar, at tað er sjálvsagt, at føroyingar koma til eitt endaligt útspæl, hvørt
var hon altso ov lítil, alt ov lítil. Ja so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin. Tíverri verður einki sagt um, hvussu stór ein hóskandi gáva er. Sosialurin endar tó oddagreinina við at samanbera [...] Her haldi eg, at Sosialurin fer skeivur. Tað ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs við at samanbera hesar báðar gávur. Onkur kundi fingið ta fatan, at gávan er einasti stuðul [...] var so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin. Í øllum førum ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs við støði í hesi gávu. Eftir mínum tykki er Sosialurin lopin framav