Nógvir leikir eru í longum talvi

­ Umstøðurnar viðvíkjandi bankamálinum broytast alla tíðina. Tað, at Nyrup Rasmussen útskrivaði val, gera fyritreytir okkara torførari enn framman undan. Tí er ikki rætt at koma við einum uppleggi júst nú, sigur Eilif Samuelsen

Tað eru umboð í tinginum, sum ótolnast, at einki frættist aftur úr Landsstýrinum um arbeiðið at gera eitt upplegg til donsku stjórnina um bankamálið.

Tingbólkurin, sum er settur at arbeiða við málinum, hevur bert havt okkurt prát um tilfarið, sum kom úr Landsstýrinum í farnu viku.

Tilfarið er serfrøðiligar niðurstøður til ymisk mál í sambandi við bankakanningina, men í hesum er einki samlað upplegg frá Landsstýrinum, sum tingið kann taka støðu til.


Ivasamt hvat Landsstýrið vil

Tingmenn sóknast eftir, hvat Landsstýrið vil gera við málið, hvørjum uppleggið skal venda sær til, og hvørjar treytirnar annars skulu vera.

Tað heldur Eilif Samuelsen ikki vera óvanligt.

Um orsøkina til, at so litið lekur út, sigur landsstýrismaðurin, at tað alla tíðina verður arbeitt við málinum, sum eisini broytist so hvørt sum viðurskiftini broytast.

Tað, at Nyrup Rasmussen útskirvaði val, er ein broyting. Onnur er at Den Danske Bank ikki vil góðtaka at leingja fyrningarfreistina.

­ Vit arbeiða alla tíðina við málinum, og serfrøðingarbólkurin er við, eins og umboð fyri flokkarnar í tinginum, sigur Eilif Samuelsen.


Allir partar møguleika at ávirka málið

Landsstýrismaðurin sigur, at tingbólkurin higartil hevur fingið tilmælini frá serfrøðingarbólkinum. Hetta er liður í royndini at kunna tingið um málið. Hóast einki upplegg er gjørt, so hava allir partar møguleika at ávirka endaliga uppleggið. Øll kunnu siga sínar hugsan, sigur hann.

- Tað er eisini ein spurningur, hvussu skjótt málið skal avgreiðast, sigur Eilif Samuelsen.

­ Er tað ikki ein vansi, at einki hendir, og at Den Danske Bank fekk høvi at nokta at leingja fyrningarfreistina?

­ Tað nervar ikki málið. Nú kenna vit teirra støðu, sigur Eilif Samuelsen.

- Hevur tað als onga ávirkan á endaliga uppleggið?

­Jú, sjálvandi. Nú mugu vit umhugsa næsta leikin øðrvísi - enn um teir játtaðu. Einki er givið framman undan, og tí mugu vit spæla okkara kort so væl sum møguligt, sigur landsstýrismaðurin.

­ Metir Landsstýrið Den Danske Bank sum ein trupulleika hjá føroyingum, ella donsku stjórnini?

­ Tað er greitt, at danska stjórnin eigur handa trupulleikan. Her kunnu fleiri møguleikar koma uppá tal. Ein er at stevna, annar er samráðingarloysnin. Allir møguleikar standa opnir.


Ikki kenslur og stemningar

­Vit hava bert eitt at halda okkum til, og tað er dagfestingin 22. mars.

­ Eru tit ikki ov seinir á sjóvarfallinum?

­ Nei, hetta er ikki álvarsligt mál, sum ikki skal berast fram av kenslum og stemmningum. Bert sannroyndir skulu liggja til grund fyri tí,sum vit vilja gera.


Alt kann broytast áðrenn uppleggið kemur

­ Hví er so einki samlað upplegg komið frá Landsstýrinum, sum tingbólkurin kann arbeiða víðari við?

Tað er ikki rætt, um vit leggja okkum fast í einum uppleggi, so sum viðurskiftini eru júst nú.

­ Tá vit eru komin á mál, so verður skjótt borið at. Tíðin er bert ikk til tað, júst nú, sigur Eilif Samuelsen, sum eisini váttar, at tað er sjálvsagt, at føroyingar koma til eitt endaligt útspæl, hvørt tað skal leggja upp til samráðingarloysn ella sakarmál.

Fyri at taka samanum, so hevur serfrøðingarbólkurin tikið fram tey mest týðandi málini í bankakanningini, og hevur gjørt niðurstøður, sum eru av týdningi fyri Føroyar. Hetta skal geva betri grundarlag at arbeiða ut frá.

­ Vil tað siga, at Landsstýrið ikki kemur við einum uppskoti til tingið?

­ Tað verður ið hvussu so er ikki júst nú, men møguliga seinni, sigur Eilif Samuelsen.

Hann heldur at samráðingarloysnin enn er ein møguleiki. Tað, at Nyrup Rasmussen boðaði frá hesum, aðrenn valið varð útskrivað, stendur væl saktans við, sigur Eilif Samuelsen.


Onnur stjórn - onnur støða

­ Um ein onnur stjórn kemur til í Danmark, Hvussu er støðan hjá føroyingum tá?

­ So hava vit eina nýggja støðu. Hertil kemur, at um vit tá høvdu lagt okkum fast á eina endaliga loysn nú, so hevði hon ikki verið nýtilig, sum grundarlag.

Eilif Samuelsen vil ikki siga, um als einki hendir áðrenn 11. mars, men bert, at arbeitt verður við málinum.