Ein skammilig gáva

Týsdagin 10. februar fylti Havnar Sjónleikarfelag 80 ár.

Føðingardagurin varð hildin leygarkvøldið 14. februar við eini afturlítandi sýning fyri limum og gestum. Vegna Tórshavnar býráð fekk eg á tí eftirfylgjandi veitsluhaldinum høvi at siga nøkur orð. Í hesum sambandi handaði eg formanni felagsins eitt gávubræv frá býráðnum áljóðandi kr. 5.000.

Í tvíbýttari oddagrein mikudagin 18. februar finst Sosialurin í øðrum parti harðliga at støddini av gávuni. Yvirskriftin ljóðar ?Býráðið eigur at skamma seg?. Sosialurin hevur - eftir fyrst at hava gjørt vart við tanna stóra týdning, sum Havnar Sjónleikarfelag og Sjónleikarhúsið hava havt og framvegis hava - hesa viðmerking til gávuna: ?Og tað átti Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5.000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betri ógjørt?.

80 ára dagurin hjá einum av býarinnar fremstu mentanarfeløgunum er ein stórur dagur - víst so - og nógv varð eisini gjørt burturúr. Ikki veit eg, hvussu stór gávan frá býráðnum átti at verið á tí runda degnum, skuldi hon verið hóskandi, men smbt. Sosialinum var hon altso ov lítil, alt ov lítil. Ja so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin.

Tíverri verður einki sagt um, hvussu stór ein hóskandi gáva er. Sosialurin endar tó oddagreinina við at samanbera við eina aðra gávu, sum býráðið hevur latið einum ítróttarfelag: ?Men hvat, henda upphæddin er jú helvtin av tí, sum Føroya-meistarin í fótbólti fekk í fjør, so tað er helst í samljóð við okkara mentanarpolitikk!? At Havnar Sjónleikarfelag á 80 ára degnum fekk 5.000 kr. og B-36 10.000 kr., tá ið teir í fjør gjørdust Føroya-meistarar, sigur smbt. Sosialinum nakað um mentanarpolitikkin í kommununi.

Her haldi eg, at Sosialurin fer skeivur. Tað ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs við at samanbera hesar báðar gávur.

Onkur kundi fingið ta fatan, at gávan er einasti stuðul, sum kommunan letur sjónleikinum í Havn. Men so er ikki, og tað langt ífrá. Fari eg at upplýsa um fylgjandi (sum eg eisini loyvdi mær at gera í føðingardagsrøðuni).


Stuðul til rakstur

Havnar Sjónleikarfelag fær á hvørjum ári kr. 350.000 í rakstrarstuðli. Hans Andreasar hús, har m.a. MáF heldur til, er ogn kommununar. Umframt at felagið hevur fingið hesi hús ókeypis til taks, rindar kommunan ymsar húsaútreiðslur (tó ikki ljós og vanligt viðlíkahald).

Fyri eina ordans skyld skal eg nevna, at eitt annað sjónleikarafelag er í Havn, nevniliga Gríma (Leikarafelag Føroya). Í nøkur ár hevur Gríma ókeypis havt innivist í einum kommunalum bygningi, nevniliga niðastu hædd í Margarinufabrikkini í Tórsgøtu, og hevur kommunan eisini goldið allar húsaútreiðslurnar (uttan vanligt viðlíkahald). Undir vegleiðing o.a.m. frá byggiumsiting býráðsins er Gríma nú sjálv farin í holt við eina størri útbygging, nevniliga í niðastu hædd í Meiarínum - sum heilt ella partvíst verður til taks hjá bólkinum - og í tí samanbygda síðubygninginum, har nýggi leiksalurin skal verða. Sáttmáli er skrivaður, sum í hvussu so er fyribils letur Grímu hesi høli undir nakað somu treytum sum teimum núverandi. Tó tryggjar býráðið sær ávísan nýtslurætt, so eitt nú føroyskur dansur kann hava innivist har einstakar dagar í árinum, eitt nú á Ólavsøku.

Stuðul til bygging

Til umbyggingina av inngongdini í Sjónleikarhúsinum letur kommunan triðingin, t.e. 335.000 kr av einari góðari mió. Til leiksalsbyggingina í Tórsgøtu hevur kommunan - eftir sjálv at hava gjørt ymisk forarbeiði og umvælingar - latið kr. 480.000, so savnaði stuðulin eisini her svarar til uml. triðingin, t.e. 580.000 kr. av 1.74 mió.

Annar stuðul

Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs letur eftir umsókn 5.000 kr. til hvønn leik, ið kemur á pall. Eisini verður stuðul latin til annað virksemi knýtt at sjónleiki, eitt nú luttøku á skeiðum, umframt at gestandi leikstjórar o.tíl. í ávísan mun kunnu fáa ókeypis innivist í Heinesens húsum.


Sæð í hesum ljósi, haldi eg ikki, at føðingardagsgávan uppá kr. 5.000 var so skammiliga lítil, at hon ikki átti at verið latin. Í øllum førum ber ikki til at siga nakað um mentanarpolitikk Tórshavnar býráðs við støði í hesi gávu.

Eftir mínum tykki er Sosialurin lopin framav í hesum máli.


Klæmint Olsen

formaður í menta-

málanevnd

Tórshavnar býráðs