At áhugin millum føroyingar fyri kvinnuhondbólti er um at gerast eins stórur og fyri hondbóltinum hjá monnunum varð enn eina ferð prógvað sunnudagin, tá Kyndil og Neistin møttust bert eina viku eftir, at liðini spældu steypafinaluna. Sum nakað nýtt varð mansdysturin spældur fyrst ? fyri mestsum tómari høll ? og kvinnudysturin aftaná við nógv fleiri áskoðarum. Og teir fingu eisini ein frálíkan og hendingaríkan dyst afturfyri.
Millum áskoðararnar vóru eisini nógv komin av Skála og Strondum ? tú sást fleiri av StÍF-kvinnunum ? og tey kundu fara nøgd til húsa aftur, eftir at Kyndil hevði sagt takk fyri seinast við Neistan og vunnið sannførandi 25-19.
Tað vóru serliga tveir spælarar, sum áttu sín stóra part í sigrinum hjá Kyndli: Málverjin Hanna Rubeksen og skotsterka Ann Hansen.
Um tað so var skot frá vonginum, frá miðjuni, ja enntá brotskast, so tók kyndlamálverjin tað. Tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Neistin ongantíð veruliga fekk fótin fyri seg, eftir at Kyndil hevði lagt seg væl á odda í byrjanini av dystinum.
Hin stórspælarin hjá Kyndli var Ann Hansen, sum fleiri ferðir spaseraði gjøgnum Neistaverjuna og gjørdi tilsamans sjey mál.
Broyttur
taktikkur kostaði
Neistin hevði broytt taktikk hesa ferð í mun til steypafinaluna vikuna frammanundan. Sunnudagin varð Lotte Sørensen mansvard so at siga frá byrjan til enda. Hon fekk heldur ikki meir enn tvey »verulig« mál hesaferð (umframt fýra brotskøst), men mansverjan elvdi til stór hol í verjuni, og tað gjørdi Kyndil og serliga Ann Hansen sær dælt av. Tá so kyndlaverjan var eins agressiv, og neistaverjan var í steypafinaluni, og tí kyndlaliðið var meira uppsett enn nakrantíð, var sigurin í veruleikanum grundlagdur, longu áðrenn dysturin byrjaði.
Hjá Neistanum var Inga Danberg enn eina ferð besti spælarin, men hóast hon gjørdi sítt besta, kundi hon ikki einsamøll vinna dystin fyri Neistan. Mildrið Jacobsen kom væl við á vonginum í seinna hálvleiki, men restin av liðnum spældi væl undir miðal, fyri at siga tað pent.
Kyndil fekk uppreisn fyri ósigurin í steypafinaluni, men tað er ivasamt, um Kyndil kann brúka sigurin til nakað annað enn tað. StÍF er nú fýra stig framman fyri bæði havnarliðini, og hóast tað framvegis eru fimm dystir eftir, bendir alt nú á, at meistaraheitið endar á Skála/Strondum fyri fyrstu ferð síðani 1993, tá Skála vann tað. Komandi sunnudag spæla StÍF og Neistin á Skála, og um StÍF vinnur tann dystin eisini, kunnu strandakvinnur fegnast um at hava vunnið FM-heitið.
Neistin-Kyndil 19-25 (8-12)
Neistin: Inga Danberg 9, Mildrið Jacobsen 6, Inga Dahl 1, Súna Mørk 1, Bjørg Patursson 1, Rúna Wardum 1.
Kyndil: Ann Hansen 7, Lotte Sørensen 6, Rakul N. Joensen 3, Frida Johannesen 3, Jórun Ludvig 2, Jacklin Durhuus 1, Semona Fjallstein 1, Herborg Joensen 1, Jensia H. Petersen 1.
Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 2.