Hví tvær bíbliutýðingar?

Kjak hevur verið í bløðunum um bíbliutýðingarnar hjá Victor Danielsen og Jákupi Dahl

Orsøkin er spurningur í sendingini »Víða um« í Útvarpi Føroya um hvussu tað ber til, at vit hava tvær týðingar av bíbliuni. Hans J. Joensen, biskupur svaraði hesum spurningi.

Jógvan á Lakjuni hevur síðan gjørt viðmerkingar til svar hansara. Síðan hevur Hans J. Joensen svarað aftur.

Nær høvdu vit fingið eina bíbliu, um Victor ikki fór at umseta?

Hans J. Joensen heldur, at »man við einum vissum rætti kann spyrja, hví Victor fór at týða, tá hann visti, at J. Dahl týddi« .

Rætturin var nokk ikki so ógrundaður, tí sum øll vita, ið kenna eitt sindur til tíðina tá, so var jú danskt kirkjumál og skúlamál, so føroyskt hevði vánalig líkindi, og ikki vóru so góð útlit fyri, at vit fóru at fáa eina bíbliu í bræði, hóast partar av henni vóru umsettir frammanundan.

Hesar umstøður ? at so lítið røktist fyri einari bíbliu á føroyskum ? vóru óivað høvðusorsøkin til, at Victor fór til verka.

Úrslitið bleiv, sum øllum kunnugt, at bíblian hjá Victor kom út í 1949, og skundaði hendan umseting óivað undir, at hin umsetingin, tann hjá J. Dahl, kom út í 1961, sum Jógvan á Lakjuni vísir á í grein sínari. ? Sostatt fingu vit tvær umsetingar.


Málbúnin

Tá nú Victor var farin at umseta, ynskti hann at geva okkum eina bíbliu á einum máli, ið lá so nær talu og skriftmálinum sum gjørligt. Hann hevur nokk ikki mett, at tað, ið Dahl hevði umsett, uppfylti hesi ynski hansara.

Hesa áskoðan um málið í J. Dahls umseting tykist Hans. J. Joensen eisini at hava, tá hann í »Víða um« sigur, at: »man eigur kanska at ganga eitt sindur nærri tí talaða málinum í dag, enn hvat man gjørdi tá« .

Tó vita vit, at Victor hevði stóra virðing fyri J. Dahl ? hansara týðing av parti av bíbliuni og tí dygdargóða arbeiði, ið hann legði úr hondum.


Hevur umseting Victors ein góðan málbúna?

Tá umseting Victor Danielsens kom út í 1949, megnaði hann at geva okkum eina bíbliu á einum so góðum føroyskum máli, at hon liggur ájavnt við skriftmál okkara í dag.

Eg haldi eisini, at vit kunnu siga, at Victor megnaði fyri 50 árum síðan tað, ið fleiri aðrar tjóðir ikki hava megnað fyrr enn fyri 10?20 árum síðan ? at geva fólki sínum eina so livandi umseting ? og so málsliga framskygda, at hon enn í dag uppfyllir tey krøv, ið vanligi lesarin setur.

Eisini eydnaðist tað honum at fáa hana at liggja so nær upprunaligu handritunum, at hon er ring at kritisera.

Vit kunnu leggja afturat, at umseting Victors Danielsens, sum bleiv ein fólkaogn, hevur havt eina ómetaliga góða málsliga ávirkan á føroyskt talumál.


Hevur Victor

einki rós uppiborið?

Eg má siga, at tað undraði meg, tá Hans J. Joensen umtalaði Victor ? at hann ikki rósti hesum manni, ið fyri 50 árum síðani megnaði at geva okkum bíbliuna í einum so frálíkum málbúna. ? Í staðin sigur hann, at »man við einum vissum rætti kann spyrja: Hví fór Victor undir at týða, tá ið hann visti, at Jákup Dahl týddi«!

Her ikki rúm fyri nakrari viðurkenning av arbeiði Victor Danielsens. - Men, fyri tann, ið kennir eitt sindur til søguna, so kann Hans J. Joensen kanska ikki rósa Victori fyri arbeiði hansara, tí tá kemur hann at ganga ímóti sínum egnu, sum jú tóku so illa ímóti umseting Victor Danielsens, tá hon kom út í 49.


Óheppið við tveimum umsetingum?

Hans J. Joensen gevur spyrjaranum í »Víða um« rætt, at tað er eitt sindur ørkymlandi við tveimum týðingum. Hví tað?

Eisini nevnir Hans J. Joensen, at hann hevði hildið tað verið ein fyrimun bert at hava eina umseting. Hvar liggur hesin fyrimunur?

Mugu vit ikki heldur siga, at vit eru ríkari við tveimum, enn einari. Tað eru mong sum halda tað!

Tað er eisini áhugavert, tá lisið verður í aðrari umsetingini, at kaga í hina fyri at vita, hvussu hin umsetur. Hetta geri m.a. eg og fleiri við mær.

Annars er tað vanligt mangastaðni í dag í útlondum, at ymiskar týðingar verða nýttar í somu samkomu.


Hvør er trupulleikin?

Tá Hans J. Joensen við áðurnevdu grundgevingum sínum leggur upp til, at vit

eiga í felag at fara at umseta eina bíbliu, ið øll kunnu nýta ? man so ikki heldur høvuðsorsøkin til hetta ynski hansara vera málbúnin í umseting J. Dahls? Er tað ikki júst hetta, ið hann meinar við, tá hann sum fyrr nevnt sigur, at »man eigur kanska at ganga eitt sindur nærri tí talaða málinum í dag, enn hvat man gjørdi tá«.

Hinvegin, so skilji eg ikki, hví hann vil hava m.a. okkum í brøðrasamkomuni við. Skulu vit fara at umseta av nýggjum, tá vit frammanundan hava eina tíðarhóskandi umseting við einum frálíkum málbúna? Er hetta ikki heilt burturvið?


Føroyingar ?

eitt ríkt fólk.

Tá vit hugsa um, hvussu fámentir vit føroyingar eru, so mugu vit sanna, at vit eru eitt ríkt fólk bókmentaliga sæð.

Saman við allari tí ørgrynnu av bókum á føroyskum máli, eiga vit eisini tvær umsetingar av bíbliuni. ? Er hetta ikki ein stórur fyrimunur, ið vit eiga at fegnast um!

Eg og mong í samkomum okkara hava stóra virðing fyri umseting J. Dahls - og fyri teimum, ið brúka hana.

Latið okkum øll ? hvørja umseting vit so velja at brúka ? leggja okkum eftir at kenna Orð Guds og í einum dagligum lívi lata hetta Orð sermerkja okkum.