neyðugu fíggjarligu tillagingarnar. Vit arbeiða við at gera sera stórar fíggjarligar broytingar. Hetta er neyðugt, fyri at vit skulu kunnu koma á mál við tí, sum vit hava sett okkum fyri komandi árini, [...] sigur í hesum sambandi: – Tað var spell, at vit ikki kundu hava henda ráðharrafund í Føroyum vegna koronu. Vit høvdu fyrireikað okkum væl og glett okkum til at hýsa okkara norðurlendsku samstarvspørtum. [...] formansskapurin, sum er Føroyar, Grønland og Danmark, skipar fyri norðurlendskari ráðstevnu í Føroyum um koronu, tá ið umstøðurnar loyva hesum. Hetta fekk góða undirtøku á fundinum, og víðari fyrireikingarnar
Enn er ov tíðliga at siga nakað um gongdina í sambandi við koronu. Tað sigur Lars Møller, landslækni. Nógv fólk eru kannað og nógv fólk verða framvegis kannað og samstundis verður arbeitt av kraft at greina [...] um, hvussu stríðið at berja hesa smittubylgjuna, fer at hilnast. Sostatt eru 140 fólk nú smittað við Koronu í Føroyum. Landslæknin sigur, at tað er bara eitt av hesum fólkunum, sum ikki hevur føroyskt p-tal
hesa næstu tíðina. Í Bretlandi er heilsuverkið komið í neyð av sjúklingum, sum verða innlagdir við koronu og danir stúra fyri at koma í somu støðu. [...] fjør, sum er upprunin til nógv teir flestu smittututilburðinir í Danmark av tí enska variantinum av koronu. Tað skrivar DR. Tey skriva, at talan er um eitt ferðafólk, ella kanska eina familju, sum kom úr [...] aftureftir til har, hon byrjaði. Tað eru eisini nakrar smittuketur afturat í Danmark, sum fólk hava tikið við sær úr Bretlandi, men tað var nógv seinni, kanska ikki fyrr enn mitt í desember og tey hava ikki breitt
ongantíð áður og í hesum sambandi er gravgangur eftir at verða kannað fyri koronu. Hvønn einasta dag verða yvir 3.000 fólk kannað fyri koronu – og samstundis er nú ein ávís bíðitíð eftir at sleppa framat at lata [...] á fólk um at hugsa seg um – Tað er sera umráðandi, at tey, ið tað er óneyðugt at kanna, lata vera við at kanna seg, sigur Sjúkrahúsverkið. Í farnu viku vístu bæði Landslæknin og landsstýrismaðurin í h [...] semjast um, at tað ikki er ikki líka týdningarmikið sum at fólk, ið hava verið uttanlands, ella fólk við sjúkueyðkennum, verða kannað, sigur Sjúkrahúsverkið.
tey at feiðra við einum braki av eini veitslu leygarkvøldið og KÍ sigur, at áhugin er so stórur sum ongantíð áður, tí tað eru longu yvir 600 atgongumerki seld. Pál Weihe, ráðgevari í koronu heldur ikki bara [...] Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at sum støðan er nú, verður veitslan, men at tey fylgja væl við gongdini. Tað er nýtt fyri honum, at koronaráðgevingin mælir frá at halda veitslur sum hesar, men at [...] at taka nøkur óráð fyri. Men hann leggur afturat, at tað eru serliga børn og ung, sum eru rakt av koronu, og tað eru ikki tey, sum eru á veitslu hjá KÍ, tí har eru 18 ára aldursmark, so tað er hvør sín
eru 7 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Tað eru 7 ov nógv! Men tað gongur spakuliga rætta vegin, tí samanborið við 5 ára miðaltalið fyri einum ári síðani eru vit farin frá 4,1 til 3,6 deyð í ferðsluni [...] 1928 eru 289 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Serliga nógv álvarslig ferðsluóhapp vóru í sjeyti- og áttatiárunum, men seinnu árini hava óhappini verið nógv færri í tali. Samanborið við grannalond okkara [...] ferðsluni pr. 100.000 íbúgvar. – Lat okkum tí halda fram við góðu gongdini og miðvísa ferðslutrygdararbeiðinum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Amerikanski forsetin Donald Trump hevur mild sjúkeyðkenni upp á koronu eftir at vera staðfestur positivur við koronuvirus. Men hann heldur fram við at røkja sínar uppgávur. Tað váttar stápsstjórin í Hvítu Húsunum [...] nni. Fyrr í dag varð boðað frá, at varaforsetin Mike Pence er kannaður og staðfestur negativur við koronu. Um so verður, at forsetin vegna sjúku ikki kann fremja arbeiði sítt, so er tað varaforsetin, su [...] Trump og konan, Melani, eru testað positiv við covid-19, komu frá forsetanum sjálvum á Twitter í morgun okkara tíð. Nógvir amerikanski miðlar hava heft seg við, at forsetin í fleiri mánaðir hevur roynt
almenningurin, ikki hava gjørt meiri vart við seg í samband við, at Løgtingið mest sum er krøkt av í sambandið við tey tiltøk, sum eru sett í verk ímóti koronu. Landsstýrið vil ikki lóggeva á økinum [...] avgerðir skerja rættindini hjá tí einstaka, skulu vera heimilað í lóggávu. Men koronu-politikkurin byggir á tilmæli, saman við eini nágreiniligari frágreiðing um, hvussu fólk skulu bera seg. Men orð sum [...] sigur BLF. Tað er eisini týdningarmikið at hava við, at tá landsstýrið stýrir samfelagum uttan lóggávu, er tað ringt hjá løgtinginum at hava eftirlit við tí, sum landsstýrið ger – og í síðsta enda
Heldur ikki í gjár varð nakar tilburður av koronu staðfestur, og tað var sostatt sætti dagur á rað uttan nakran koronutilburð. Í gjár vórðu 354 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar [...] eru 3 persónar smittaðir í løtuni. Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna
smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.