Kanningar vísa, at tað er ein ávís ferð úr Bretlandi til Danmarkar í november í fjør, sum er upprunin til nógv teir flestu smittututilburðinir í Danmark av tí enska variantinum av koronu. Tað skrivar DR.
Tey skriva, at talan er um eitt ferðafólk, ella kanska eina familju, sum kom úr Bretlandi til Danmarkar í November, og sum síðani er upprunin til ein stóran part av teimum, sum hava fingið tann enska variantin í Danmark.
Men um talan var um breta, sum var komin til Danmarkar í handilsørindum, ella um talan var um ein danskara, sum hevði verið ein túr í Bretlandi, vita tey ikki, tí tey hava ikki eyðmerkt viðkomandi í donsku skipanini.
Men tey vita kortini, at viðkomandi var fyrsta lið í eini smittuketu, sum var orsøkin til fýra fimtapartar av teimum í Danmark, sum høvdu fingið tann enska varianti um ársskiftið.
DR skrivar, at hetta vita tey, tí bæði í Danmark og í Bretlandi, eru tey í fremstu røð í heiminum at gera slíkar kanningar og tí ber til at greina smittuna aftureftir til har, hon byrjaði.
Tað eru eisini nakrar smittuketur afturat í Danmark, sum fólk hava tikið við sær úr Bretlandi, men tað var nógv seinni, kanska ikki fyrr enn mitt í desember og tey hava ikki breitt seg upp á sama máta, skrivar DR.
Tað er hesin enski varianturin, sum er orsøkin til, at myndugleikarnir í Danmark hava sett so hørð tiltøk í verk, tí hann smittar so illa, at tey eru rættiliga stúrin um gongdina hesa næstu tíðina. Í Bretlandi er heilsuverkið komið í neyð av sjúklingum, sum verða innlagdir við koronu og danir stúra fyri at koma í somu støðu.