Løgfrøðingar undrast á koronu- politikkin hjá landsstýrinum

Tað kann máa støðið undan rættarsamfelagnum, halda løgfrøðingar

Tað er hugsandi, at koronu-politikkurn hjá landsstýrinum fer at máa støðið undir okkara rættarsamfelag. Tað halda tey í Føroya Búskapar- og Løgfrøðingarfelag BLF. Serliga undrast felagið á, at hvørki politikarar, ella almenningurin, ikki hava gjørt meiri vart við seg í samband við, at Løgtingið mest sum er krøkt av í sambandið við tey tiltøk, sum eru sett í verk ímóti koronu.

 

Landsstýrið vil ikki lóggeva á økinum, men samstundis er semja um, at verða tiltøk ikki sett í verk, kann

 

støðan verða hættislig - so hættislig, at hetta kann fáa stórar heilsuligar, búskaparligar og samfelagsligar avleiðingar.

 

– Kortini vil landsstýrið einans gera tilmæli, sum vit øll skulu fylgja. Ikki tí, at tað er lógarkrav, men tí vit skulu vísa ábyrgd, sigur felagið í eini almennari fráboðan.

 

Í einum rættarsamfelagi er hetta ikki ein leistur, sum verður brúktur á øðrum økjum, tá ið tað hevur stóran týdning fyri samfelagið, búskapin og fólkið, at fólk akta ávís boð.

 

– Eitt rættarsamfelag er vanliga eyðkent við at verða stýrt av lóggávu, sum tey fólkavaldu umboðini hava samtykt. Í einum rættarsamfelag eru øll javntsett fyri lógini og avgerðir skerja rættindini hjá tí einstaka, skulu vera heimilað í lóggávu.

 

Men koronu-politikkurin byggir á tilmæli, saman við eini nágreiniligari frágreiðing um, hvussu fólk skulu bera seg. Men orð sum “krav”, “afturlating”,“steingja” og “koronupassið skal brúkast” verða nýtt og geva eina fatan av, at talan er um krøv, sum eru bindandi fyri tann einstaka.

 

Tí kann man ivast í, um landsstýrið við vilja, ella ótilvitað, villleiðir fólk, heldur BLF.

 

Landsstýrisfólk eru, akkurát sum stjórar í fyrisitingina bundnir av teimum reglum, sum eru galdandi fyri fyrisitingina. Undir teimum krøvunum skulu tey virka sakliga og at lýsa mál rættvísandi. Tað merkir, at tá landsstýrisfólk virka í leiklutinum sum landsstýrisfólk, er tað ikki altíð, at tað til at málbera seg politiskt, um tað vísir seg at fólk fáa eina skeiva fatan av, hvat er galdandi, og hvat tað er, sum tey hava skyldu at gera ella ikki.

 

Kravið um koronupass, sum er sett í gildi í Danmark, er neyvt tað sama, sum verður “sett í gildi” í Føroyum. Men eingin føroysk lóg ella kunngerð er tó um koronupass í Føroyum, sigur BLF.

 

Tað er eisini týdningarmikið at hava við, at tá landsstýrið stýrir samfelagum uttan lóggávu, er tað ringt hjá løgtinginum at hava eftirlit við tí, sum landsstýrið ger – og í síðsta enda er einki, sum kann leggjast fyri dómstólarnar at royna.

 

Í hesi kreppustøðuni hevur landsstýrið gjørt av at víkja frá vanligari siðvenju, og at víkja frá tí, sum annars átti at verið ein hornasteinur í einum rættarsamfelag, nevniliga lóggáva. Tað er hugsandi, at heldur hetta fram, kann tað fáa stórar avleiðingar fyri álitið á rættarsamfelagið.

 

Sostatt mælir BLF til, at landsstýrið skal virða tríbýtið av valdinum. Inntriv verða ikki meira inntrívandi fyri tann einstaka av, at tey hava heimild í lóg.

 

Trýst HER og les sjónarmiðini hjá løgfrøðingunu í fullum líki