– Hesa tíðina, fyri einum ári síðani, fegnaðust vit, tí ongin læt lív í ferðsluvanlukku í 2018, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
2019 varð tó ikki eitt eins gott ferðsluár.
Ein 51 ára gamal maður læt lív, sum fylgja av skaða, hann fekk í ferðsluóhappi. Hetta var í juni 2019, um somu tíð, sum nýggja ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar varð løgd fram alment.
– Hvørt ferðsluóhapp er eitt óhapp ov nógv. Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd arbeiða vit fyri at ongin skal doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni. Tí er tað ein ov høgur prísur fyri føroyska samfelagið og fyri tey avvarðandi, at ein er deyður í ferðsluni í 2019.
Síðani 1928 eru 289 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Serliga nógv álvarslig ferðsluóhapp vóru í sjeyti- og áttatiárunum, men seinnu árini hava óhappini verið nógv færri í tali.
Samanborið við grannalond okkara doyggja framvegis alt ov nógv fólk í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið.
##med2##
Talið er ov høgt
Norra er tað landið, sum hevur bestu úrslit í okkara grannalagi. Í 2018 doyðu uml. 2 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Noregi. Fyri Føroyar var hetta talið tvífalt so høgt! (4,1 pr. 100.000 íbúgvar – 5 ára miðal)
Seinastu 5 árini (2015-2019) eru 7 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Tað eru 7 ov nógv! Men tað gongur spakuliga rætta vegin, tí samanborið við 5 ára miðaltalið fyri einum ári síðani eru vit farin frá 4,1 til 3,6 deyð í ferðsluni pr. 100.000 íbúgvar.
– Lat okkum tí halda fram við góðu gongdini og miðvísa ferðslutrygdararbeiðinum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.