Korona: Enn er ov tíðliga at siga nakað um gongdina

– Men landslæknin er kortini eitt sindur bjartskygdur

Enn er ov tíðliga at siga nakað um gongdina í sambandi við koronu. Tað sigur Lars Møller, landslækni.

Nógv fólk eru kannað og nógv fólk verða framvegis kannað og samstundis verður arbeitt av kraft at greina allar royndirnar, sum eru tiknar. Kortini eru tað nakað yvir 1000 fólk, sum bíða eftir svarið. Tað eru royndir, sum vórðu tiknar í gjár, men sum ikki eru greinaðar enn, og afturat teimum koma so tær royndir, sum eru tiknar í dag, og sum verða tiknar næstu dagarnar.

Og Lars Møller dugir ikki at siga, nær tey eru komin á slætt. Men fyribils er úrslitið, at tríggir nýggir tilburðir eru staðfestir síðani í gjár, men hvussu úrslitið verður, tá ið allar royndirnar, sum vórðu tiknar í gjár, eru greinaðar, er ilt at siga.

Tí sigur Landslæknin, at enn er nakað tíðliga at siga um, hvussu stríðið at berja hesa smittubylgjuna, fer at hilnast.

Sostatt eru 140 fólk nú smittað við Koronu í Føroyum. Landslæknin sigur, at tað er bara eitt av hesum fólkunum, sum ikki hevur føroyskt p-tal, men nøkur eru kortini búsitandi uttanlands.

Hann er kortini eitt sindur bjartstkygdur, tí tað sær út til, at tað hevur eydnast at tálma vøkstrinum í nýggjum smittutilburðum. Fyri eini góðari viku síðani fingu vit 38 nýggjar tilburðir ein dag, og í fyrradagin vóru 12 tilburðir. Higartil eru tríggir nýggir tilburðir staðfestir frá í gjár.

­– Vit kunnu vóna, at myndin er tann, tá ið allar royndirnar frá í gjár eru greinaðar, at smittutalið, sigur landslæknin. Men fyrr enn tølini í dag, og hesar næstu dagarnar, eru greinað, torir hann ikki at siga nakað endaligt um gongdina.