Sætti dagur uttan koronutilburð

Bert trý sjúk í løtuni

Heldur ikki í gjár varð nakar tilburður av koronu staðfestur, og tað var sostatt sætti dagur á rað uttan nakran koronutilburð.

Í gjár vórðu 354 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 156.744 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 495 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 492 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 3 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna