Korona er aftur farið at ganga sum ongantíð áður, og fólk fella sum sum flugur fyri sjúkuni. Serliga í Klaksvík og í Eysturoy, eru tey hart rakt, men tað eru eisini nógvir smittutilburðir í Havn.
Hetta hevur fingið Landsstýrið at mæla til, at sosial samvera hjá børnum og ungum verður avmarkað.
Men í Klaksvík hava tey nógv at feiðra, tey Kí er Føroyameistari í fótbólti bæði hjá kvinnum og monnum, og tað ætla tey at feiðra við einum braki av eini veitslu leygarkvøldið og KÍ sigur, at áhugin er so stórur sum ongantíð áður, tí tað eru longu yvir 600 atgongumerki seld.
Pál Weihe, ráðgevari í koronu heldur ikki bara, at sosial samvera hjá børnum og ungum eigur at verða avmarkað. Hann heldur, at allar stórar veitslur og samkomur, eiga at verða avlýstar fyribils.
Og hann heldur eisini, at gullveitslan í Klaksvík eigur at verða avlýst. Tey hava ikki spurt meg, men høvdu tey tað, hevði eg mælt teimum til at avlýst, sigur hann.
Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at sum støðan er nú, verður veitslan, men at tey fylgja væl við gongdini. Tað er nýtt fyri honum, at koronaráðgevingin mælir frá at halda veitslur sum hesar, men at tey fara sjálvandi ikki at taka nøkur óráð fyri.
Men hann leggur afturat, at tað eru serliga børn og ung, sum eru rakt av koronu, og tað eru ikki tey, sum eru á veitslu hjá KÍ, tí har eru 18 ára aldursmark, so tað er hvør sín málbólkur. Hinvegin sigur hann, at endalig støða verður tikin mikudagin, og at tey sjálvandi fara at lurta eftir tilmælunum hjá myndugleikunum.