Tað er kortini ikki nøkur nýggj tænasta sum so, verður sagt av skrivstovuni hjá Oljufelagnum Shell í Havn. Oljufýrtænasta hevur leingi verið. Munurin er bara tann, at fyrr var tað maður úr Vestmanna, sum [...] sum røkti Vágar. Nú býr maðurin í Vágum, og skuldi tað verið ein eyka tænasta til kundan. Oljufýringar hava mangan tann merkiliga óvana at steðga á jólum, um vikuskiftini ella á nátt. Tá so servicemaðurin [...] urin býr í Vestmanna, og ferjan er givin at sigla, kann tað vera langligt at bíða. Nýggi servicemaðurin hevur tikið skeið í oljufýrtænastu í Danmark, og hevur síðan koyrt eina tíð við servicemonnum í Havn
vit fara at selja blýfrítt bensin í einari pumpu á Effo-støðini á Argjum. Tað sigur Gunnar Nielsen, stjóri á Effo. Tað hevur verið eitt sindur av órógv millum tey, sum hava gamlar bilar – eitt nú ellisakfør [...] ellisakfør, tí tey kunnu ikki brúka nýggja E10 bensinið. Tosað hevur verið um eina loysn at selja bensin í 25 liturs dunkum, men tann ætlanin varð slept, eftir at Heini Østerø, sløkkiliðsmeistari í Havn, á in [...] in.fo hósdagin staðiliga mælti frá eini slíkari loysn. Hann segði, at tað er heldur ikki lógligt at selja bensin í so stórum nøgdum. Spurdur hvussu verður í Suðuroy, sigur Gunnar Nielsen, at Effo klárar
Hetta hevði havt við sær minni slit á Smyril. Eisini hevði tað verið lættari at gjørt umvælingar, eins og dagføringarnar ikki høvdu verið eins kostnaðarmiklar, sum tá ið Strandferðslan bara hevur eitt [...] Tað sæst í ískoytispartinum til ólavsøkurøðu løgmans. Har verður sat, at tað er sera umráðandi at tryggja, at gott samband er á Suðuroyarleiðini, meðan ein møguligur Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður [...] verður sagt. – Smyril, sum er einasta farleiðin millum Suðuroynna og meginøkið, er 19 ára gamal, og tað standa fleiri stórar og kostnaðarmiklar umvælingar fyri framman næstu árini, fyri at Smyril skal
til landsstýrismann í fíggjarmálum Tað verður formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, sum tekur við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum eftir Bárð Nielsen. Tað hevur tingbólkur Sambandsfloksins gjørt [...] er útbúgvin skipsførari. Hann hevur verið sjómaður og hevur starvast í altjóða handli innan fiskivinnu í 15 ár, og hevur sitið á tingi síðani valið í 2002. Áðrenn tað sat hann í Tórshavnar býráð í 4 ár [...] Leo Johannesen hevur verið formaður í Sambandsflokkinum síðani 2004. Hann er giftur við Jórun, og eiga tey tríggjar synir. Nú Kaj Leo Johannesen verður landsstýrismaður, verður tað næstformaður Sambandsfloksins
Føroyum. ? Strembanin eftir at fáa tilfeingið til høldar hevur altíð verið sterkari enn tað mótloysi, sum mangan hevur tyngt føroyingin. Og tað er hendan strembanin, sum byggir land og er grundarlagið undir [...] Strembanin eftir at fáa tilfeingið til høldar hevur altíð verið stór í Føroyum. Fjøllini verða gingin, lendi verða velt, og sjógvurin verður troyttur, hóast tað ikki altíð er tespiligt at verða á veiðiferð undir [...] náa einum úrsliti. Og vit eru komin væl ávegis í hesum kappingum. ? Og sanniliga gleða vit øll, tá tað gongur okkara ítróttarfólki væl í altjóða kappingum, segði Bjarti Mohr og nevndi góðu úrslitini hjá
Hetta seinasta árið er tað vorðið næstan 20 prosent dýrari at hava tak yvir høvdið. Tað sigur Hagstovan, sum hevur gjørt støðuna upp. Hagstovan sigur, at útreiðslurnar til býrli er ein av størstu útreiðslunum [...] Prísurin á brennievni at kalla tann sami í dag, sum hann var í mai mánað. Tað merkir, at stóri prísvøksturin, sum hevur verið hetta seinasta árið á brennievni til at hita býli, og brennievni til akfør, ávirkar [...] útreiðslunum hjá einum húsarhaldi og í hesum umfari er tað serliga prísurin á húsaleigu, og prísurin á brennievni til at hita býli, ið fáa útreiðslurnar at hækka. ##med2## Annars hevur prísurin á Prísurin
av Víkingi. Tað er nummar trý, sum eigur heimavøll ímóti nummar fýra. Í fyrsta umfari var tað óvæntað, tá ið B36 fór úr Sarpugerði við 3-0 sigri. Víkingur hevur 21 stig, og tað hevur verið eitt sindur [...] endaði tað á heimavølli 1-1 ímóti B68, sum fyri aðru ferð í ár vann stig frá Víkingi. Hjá B36, sum hevur 27 stig, eru allir spælararnir tøkir uttan Erlendur Magnusson, sum seinastu vikurnar hevur verið darvaður
Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn. Hann vísir á tað, sum vit hava skrivað um í morgun, at løgreglan greiðir frá, at tey tvær ferðir hava verið eftir sama manni [...] Hann sigur, at hann kennir hesi viðurskiftini, tí hann hevur sjálvur roynt tað sum fyrrverandi misnýtari. Og hann heldur tað als ikki vera í lagi, at fólk verða soleiðis viðfarin. [...] manni, sum drukkin hevur órógvað á Landssjúkrahúsinum, har hann hevði verið til onkra viðgerð á skaðstovuni. Lesið eisini: Drukkin maður vil ikki fara av sjúkrahúsinum – Misnýtarar hava eisini aðrar sjúkur
- Tað rætta var, at vit settu fleiri bummgjøld á føroysku vegunum. Tað heldur Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Men hann leggur afturat, at tað skal skipast soleiðis, at bilførarar bara [...] . - Eg haldi, at tað skal vera ókeypis at koyra til og frá skúlum, posthúsi, kommunulækna, og ymsum øðrum av tí, hann kallar nærtænastur. Men eg haldi ikki at tað er órímiligt at tað kostar at koyra til [...] prosenpart av vegskattinum og avgjaldinum á bensini og diesel til sama endamál, sigur hann. Tað hevur ofta verið ført fram, at Landsverk fær alt ov lítla játtan til at halda vegakervið. Avleiðingin er, at
munin, so hevði møguleikin fyri at javna verið har, men nú endaði tað við 3-0 tapi. Okkara trupulleiki hevur verið, at vit ikki hava spælt okkum til málmøguleikar. Tað gjørdu vit í dag, men vit megnaðu ikki [...] fór í álop endaði tað við, at Andrass Johansen staðfesti 3-0 sigurin. Harvið var Andrass Johansen, sum ikki hevur verið so nógv millum teir fyrstu ellivu, tvímálaskjútti. -Eg havi verið skaddur stóran part [...] skoraði tvey mál. Roknar tú við at vera millum teir fyrstu ellivu í Bulgaria hósdagin? -Tað hevði verið hugaligt, men tað er upp til venjaran at gera av, sigur Andrass Johansen. Einasta málið í fyrra hálvleiki