– Vit hava gjørt av, at vit fara at selja blýfrítt bensin í einari pumpu á Effo-støðini á Argjum.
Tað sigur Gunnar Nielsen, stjóri á Effo.
Tað hevur verið eitt sindur av órógv millum tey, sum hava gamlar bilar – eitt nú ellisakfør, tí tey kunnu ikki brúka nýggja E10 bensinið.
Tosað hevur verið um eina loysn at selja bensin í 25 liturs dunkum, men tann ætlanin varð slept, eftir at Heini Østerø, sløkkiliðsmeistari í Havn, á in.fo hósdagin staðiliga mælti frá eini slíkari loysn. Hann segði, at tað er heldur ikki lógligt at selja bensin í so stórum nøgdum.
Spurdur hvussu verður í Suðuroy, sigur Gunnar Nielsen, at Effo klárar ikki at veita hesa tænastuna í Suðuroy.
Sum skilst fer Magn at gera tað sama. Tey fara at selja blýfrítt bensin í einari pumpu á Magnstøðini í Saltangará.