Næstan 20 prosent dýrari at hava tak yvir høvdið

Tað eru serliga tvær útreiðslur, sum eru hækkaðar

Hetta seinasta árið er tað vorðið næstan 20 prosent dýrari at hava tak yvir høvdið.  Tað sigur Hagstovan, sum hevur gjørt støðuna upp. Hagstovan sigur, at útreiðslurnar til býrli er ein av størstu útreiðslunum hjá einum húsarhaldi og í hesum umfari er tað serliga  prísurin á húsaleigu, og prísurin á brennievni til at hita býli, ið fáa útreiðslurnar at hækka.

 

##med2##

 

Annars hevur prísurin á Prísurin á brennievni at kalla tann sami í dag, sum hann var í mai mánað. Tað merkir, at stóri prísvøksturin, sum hevur verið hetta seinasta árið á brennievni til at hita býli, og brennievni til akfør, ávirkar framvegis prístalið hetta seinasta árið, men prísirnir eru ikki hækkaðir nevnivert síðani í mai.

 

Annars sigur Hagstovan, at í Føroyum hevur príshækkingin á bensini og diesel, verið umleið tann sama sum miðalvøksturin í Danmark og Íslandi. 

 

Her sæst, hvussu nógv tað er dýrari nú at hava tak yvir høvdið, enn tað hevur verið