3-0 vísti máltalvan, tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð á Tórsvølli. AB avrikið var nógvar ferðir betri, enn tað var, tá ið AB á sama vølli legði rygg til stórtap ímóti HB. Fram ímóti dystarenda sást aftur, at marginalirnir vóru ikki við AB.
Í síðsta AB álopinum varð Jasper Van Der Heiyden spældur leysur eitt sindur í høgru. Hann rak í brotsteiginum og smekkaði til. Bólturin brast í stólpan, og tá ið B36 so fór í álop endaði tað við, at Andrass Johansen staðfesti 3-0 sigurin.
Harvið var Andrass Johansen, sum ikki hevur verið so nógv millum teir fyrstu ellivu, tvímálaskjútti.
-Eg havi verið skaddur stóran part av árinum, og hetta er fyrsta ferðin, at eg eri millum teir fyrstu ellivu. At tað tíðliga í seinna hálvleiki við stútara eydnaðist at økja um munin til 2-0 bar við sær, at vit kendu okkum tryggari, tí tá ið leiðslan bara er eitt mál, er einki at geva út av, sigur 18 ára gamli Andrass Johansen, sum í fjør skoraði eitt mál í bestu deildini, og í dag fyri fyrstu ferð nakrantíð skoraði tvey mál.
Roknar tú við at vera millum teir fyrstu ellivu í Bulgaria hósdagin?
-Tað hevði verið hugaligt, men tað er upp til venjaran at gera av, sigur Andrass Johansen.
Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði Sonni Ragnar Nattestad í 22. minutti við stútara eftir horna úr vinstru, sum Árni Frederiksberg tók sær av.
Sigurin ber við sær, at B36 á fjórða plássi hevur 40 stig og er eitt stig aftanfyri NSÍ, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn B36.
Í AB leguni eru teir nøgdir við, at avrikið vísti seg at vera so nógvar ferðir betri, enn tað var fyri nøkrum vikum síðani á Tórsvølli, men teir iðra seg um, at tað endaði við 3-0 tapi:
-Vit hildu fram ímóti dystarenda, at vit høvdu minkað um munin til 2-1, tá ið Adeshina Lawal eftir fríspark sendi bóltin í málið. Tað gingu nógv sekund, áðrenn flaggið kom upp, og vit skilja ikki, at talan var um fríspark, tí tað var B36 málverjin, sum brast saman við einum liðfelaga, sigur Bjarki C. Nielsen, og hann leggur aftrat:
-Um vit høvdu minkað um munin, so hevði møguleikin fyri at javna verið har, men nú endaði tað við 3-0 tapi. Okkara trupulleiki hevur verið, at vit ikki hava spælt okkum til málmøguleikar. Tað gjørdu vit í dag, men vit megnaðu ikki at umseta møguleikarnar til mál, staðfestir Bjarki C. Nielsen.
Í samanbrestinum, sum var millum tveir B36 spælarar, tá ið teir í AB hildu seg hava minkað um munin, varð B36 málverjin Rói Mørk Hentze so mikið skaddur, at hann fór av vøllinum. Í hansara stað varð settur Símun Rógvi Hansen. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligan skaða talan er um.
Sum tað skilst, so veitraði linjudómarin fyri rangstøðu, tá ið tað varð kolldømt fyri AB máli.
B36 – AB 3-0 (1-0)
1-0: Sonni Ragnar Nattestad
2-0: Andrass Johansen
3-0: Andrass Johansen
Dómari: Petur Reinert
B36: Rói Mørk Hentze (Símun Rógvi Hansen, 72.) – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen (Brian Jakobsen, 46.) Hannes Agnarsson (Martin Agnarsson, 66.) – Andrass Johansen
AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson, Tróndur J. á Høvdanum, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson – Jesper Van Der Heiyden, Jákup Pauli Breckman – Gilli Róason, Rógvi Poulsen, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal










