Tingbólkur Sambandsfloksins hevur á fundi í morgun valt Kaj Leo Johannesen til landsstýrismann í fíggjarmálum Tað verður formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, sum tekur við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum eftir Bárð Nielsen. Tað hevur tingbólkur Sambandsfloksins gjørt av á fundi í morgun.
Kaj Leo Johannesen er 42 ára gamal og er útbúgvin skipsførari. Hann hevur verið sjómaður og hevur starvast í altjóða handli innan fiskivinnu í 15 ár, og hevur sitið á tingi síðani valið í 2002. Áðrenn tað sat hann í Tórshavnar býráð í 4 ár. Kaj Leo Johannesen hevur verið formaður í Sambandsflokkinum síðani 2004. Hann er giftur við Jórun, og eiga tey tríggjar synir.
Nú Kaj Leo Johannesen verður landsstýrismaður, verður tað næstformaður Sambandsfloksins, Johan Dahl, ið tekur við sum formaður fyri tingbólk Sambandsfloksins. Eisini tekur Johan Dahl yvir sessirnar í politisku einskiljingarnevndini og stjórnarskipanarnevndini.