Vónloysið ongantíð vunnið á føroyingum

Strembanin eftir at fáa tilfeingið til høldar hevur altíð verið sterkari enn tað mótloysi, sum mangan hevur tyngt føroyingin, segði Bjarti Mohr millum annað, tá hann setti ólavsøkuna

 

? Strembanin eftir at fáa tilfeingið til høldar hevur altíð verið stór í Føroyum. Fjøllini verða gingin, lendi verða velt, og sjógvurin verður troyttur, hóast tað ikki altíð er tespiligt at verða á veiðiferð undir Føroyum.

? Strembanin eftir at fáa tilfeingið til høldar hevur altíð verið sterkari enn tað mótloysi, sum mangan hevur tyngt føroyingin. Og tað er hendan strembanin, sum byggir land og er grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum.

Hetta segði vinnulívsmaðurin og politikarin, Bjarti Mohr, millum annað, tá hann setti ólavsøkuna leygardagin.

? Hesa stremban síggja vit eisini aftur innan okkara ítróttar- og mentanarlív. Ítróttarfólk seta sær hægri mál og royna at náa einum úrsliti. Og vit eru komin væl ávegis í hesum kappingum.

? Og sanniliga gleða vit øll, tá tað gongur okkara ítróttarfólki væl í altjóða kappingum, segði Bjarti Mohr og nevndi góðu úrslitini hjá ÍSB-svimjarunum í paraolymisku leikunum.