greinin varð skrivað. Árið, ið farið er, eftir at samgongan var endurskipað, vísir tó, at talan als ikki er um nakað skeivt bein ella ein sonevndan "off day". Harafturímóti er talan um eitt rættuligt hamskifti [...] vandamiklir, tá tað snýr seg um frælsi. Hetta tí, at tit hava tikið tykkum einarætt uppá frælsi!!!! Tað, ið undrar meg, er, at Tjóðveldisfólk lata hetta fara aftur við borðinum, sum um vóru hetta nakrir tankatoskar [...] Uttan at taka burt virðingina viðvíkjandi treiskni og støðufesti í fíggjarmálum, mugu vit tó spyrja, um uppílegging hansara hevur verið tilvildarlig (vanlig "klossutheit") ella tilvitað og tilætlað! Formaður
ein mann, sum hevði heldur løgnan atburð. Talan var um ein 28 ára gamlan dana, sum hevði ikki minni enn 20 kilo av hassji í einari tasku, ið hann hevði um herðarnar. Tá smuglarin sá hundin hjá tollvaldinum [...] eisini um stórar upphæddir í krónum og oyrum. Spreingir hagtølini Hesin fongurin fer avgjørt at síggjast aftur í hagtølunum hjá tollvaldinum. Vanliga leggur tað hald á millum 4 og 6 kilo av hassji um árið [...] løgreglan kannar málið nærri. Meðan kanningarnar fara fram, vil politiið ikki geva nærri upplýsingar um málið. Størstan nøgdin av hassji, ið tollvaldið í Føroyum nakrantíð hevur lagt hald á, er 34 kilo,
fíggjarætlanina fyri 2002, so hevur samgongan útsett ætlanina um at nøkta tørvin á barnaansing. Sambært fylgiskjølunum so kann kommunan røkka málinum um 100% barnaansing í 2006. T.v.s. at tey nú hava útsett ætlanina [...] ætlanina í 3 ár. Tað sigur seg sjálvt, at samgongan má útseta ætlanina, um vit skulu brúka hetta fyrsta árið sum dømi. Í januar afturkallaðu tey keypið av einum húsum, sum skuldu brúkast til frítíðarskúlan [...] Hóast allir 13 býráðslimirnir í Havn eru valdir, tí tey lovaðu at økja um barnaansingina í kommununi, so er einki nýtt hent enn. Stovnurin í Øksnagerði og hjá Føroya Tele eru báðir liðir í arbeiðinum hjá
og at betala sín part av útreiðslunum. Fyri Vág merkir hetta eina útreiðslu upp á 12.000 krónur um árið. Tá ið Tvøroyrar Komma fyri stuttum samtykti at vera við í ætlanini, var tað við teirri treyt, at [...] í Kommunusamskipanini. Hann sigur, at talan er um eitt einasta arbeiðspláss. Í Føroyum eru 49 kommunur og verða tað fleiri kommunur, sum seta krav fram um at fáa hetta eina arbeiðsplássið, er tað tað sama [...] Agenda 21 skrivstovuni, sum skal setast á stovn. Lokal Agenda 21, er ein skrivstova, sum skal fevna um alt landið og sum skal vegleiða og ráðgeva kommununum í sambandi við umhørvismál og tað er í sambandi
hetta árið kappaðist um Oscar-virðislønina, men fekk hana ikki. Síðani hevur hann gjørt søguligu filmarnar »Civil War« (1990) og »Baseball« (1994). Søgufrøðingurin Stephen Ambrose hevur sagt um filmarnar [...] seta eina jazzsøgu saman. Heitið er »Ken Burns Jazz: The Story of America?s Music«. Útgávurøðin fevnir um 22 fløgur, sum hvør í sínum lagi lýsa størstu søguligu jazznøvnini. Hesar fløgur fáast allar stakar [...] fáa jazzsøguna samansjóðaða, so hon eisini passar snøgt í hillina, so fæst ein úrdráttur, ið fevnur um fimm fløgur í eini snøggari boks. Vil ein hava jazzsøguna á bert einari fløgu, ja so ber eisini tað
lætta um hjá Smyrli. Ónøgdin við Herjólf hevur verið so stór, at tað fekk landsstýrismannin í fíggjarmálum, Una Rasmussen, at lufta tankan um at seta pening av á fíggjarlógini til at kanna málið um at fáa [...] verða gjørdar bæði næsta ár og í 2024, og til tað endamálið hevur landsstýrið sett sjey milliónir av um árið næsta ár og í 2024. [...] Enn er eingin avgerð tikin um, hvussu siglingin hjá Strandferðsluni ímillum Suðuroynna og Havnina, skal skipast hesi næstu árini. Smyril hevur verið í dokk í ein góðan mánað og hesa tíðina hevur Herjólfur
Talan er um skipan, sum Føroya Lærarafelag setti á stovn um aldarmótið, sum skuldi geva lærarum eina sonevnda »lokaupphædd« við 67 ára aldur upp á 100.000 krónur. Nú er – sum skilst – uppskot til aðalfundin [...] aðalfundin 29. apríl um at taka av skipanina frá deg til dags, og tað eru nógvir lærarar, sum ikki eru so fegnir um tað. Atfinningarsamir limir siga, at tað var skeivt, at skipanin fór at gjalda út beinanvegin [...] apríl taka støðu til uppskot um at taka av skipanina frá degi til dags. – Og sum vera man fellir tað ikki í góða jørð hjá teimum, sum eru yvir 66 ár og skulu frá komandi árið. – Og tað eru vit onnur forrestin
fólkaskúlanæming í 2011-krónum uml. 40.000 um árið. Hetta verða umleið 400.000 í 10 ár. Ein studentaskúlanæingur kostar umleið 150.000 krónur í 3 ár. Teir um leið 150 fráflytararnir árliga, sum ikki koma [...] tá ið tey læra um politisku skipanirnar í Amerika. Sama er galdandi fyri allar útbúgvingar í Føroyum. Men tað noyðist ikki at kosta skattaborgaranum eyka, tí Studni fær 395.000 kr. um árið frá landinum til [...] koma heim til Føroya eina ferð um árið.” Játtanin verður tíverri bara nýtt av útsetum, tá tey koma til Føroyar í summar- ella jólaferiu. Tað hevði verið eitt gott hugskot, um vit veruliga meina, at vit skulu
ið skal til fyri at halda fast um tað grundleggjandi arbeiðið. Tað er neyðugt, um ein greið og miðvís linja skal verða at síggja, og tað er neyðugt og verður avgerandi, um ein felagsskapur skal síggjast [...] hevur verið virkin í MBF, síðan tann dag MBF varð stovnað í 1981. Í 1980 sendi ST út boð um allan heim, at árið 1981 skuldi útnevnast til Ár teirra brekaðu. Boðini komu eisini til Føroya Landsstýri, og [...] táverandi feløg fyri brekað her á landi við hesum boðum og eini áheitan um at taka stig til á onkran hátt við tiltøkum at markera árið eisini í Føroyum. Stutt eftir kallaði Javni inn til fund á landsbókasavninum
hesi endamál, men løgmaður sigur einki um í hvussu stóran mun føroyskt loftrúm er nýtt, ella um tað í heila tikið er nýtt farna árið. Helst veit løgmaður einki um, hvat fyrifarist er, og neyvan fær hann [...] Talan er um flúgving í NATO samanhangi, um at aktivera art. 5 í Washington-traktatini í stríðnum móti altjóða yvirgangi, og um flúgving við vandamiklum góðsi. Løgmaður gav loyvið til hesa flúging fyri [...] verður, at talan verður um flúgving við vandamiklum góðsi, og í hesum sambandi er eingin tilbúgvingarskipan tøk, um nakar vandi skuldi tikið seg upp. -Vísandi til løgtingssamtyktirnar um uttanveltaðu støðu