Hetta er onnur greinin av seks pørtum. Fari við hesum at viðgera evnið fráflyting, sum hevur fylt eina rúgvu í miðlunum. Í undafarnu grein viðgjørdi undirritaði játtanina til Fróðskaparsetrið. Greinarøðin tekur ikki bara støði í politiska gerandisdegnum, men verður harumframt grundað á gerandisdagin, sum undirritaði hevur á Setrinum. Samantvinningin av praktiskum og politiskum áhugamálum er ikki so einføld, men skal undirritaði eftir besta førimuni halda tingini atskild.
Seinna greinin snýr seg um útbúgvingar.
Universitet
Tað verður ofta ført fram, at vit skulu hava altjóða unversitet í Føroyum. Hesum tekur undirritaði undir við, men fortreytirnar fyri, at vit kunnu fáa altjóða unversitet, eru tær, at vit gera fyrilestrarnir á altjóða málinum enskum. Hetta er sjálvandi eldfimt evni, tí hví skulu føroyingar, sum búgva og lesa í Føroyum, læra á enskum?
Kjakið er neyðugt, tí hvussu fáa vit altjóða unversitet á føroyskum? Tað gevur ikki beinleiðis meining!
Soleiðis sum Setrið er skipað í dag, hava vit eitt lokalt universitet, sum lýkur atljóða treytir.
Tað er eisini í fínasta ordan, um tað er ætlanin við Fróðskaparsetrinum, men undirritaði er av tí áskoðan, at vit skulu uppraðfesta tað til enskt. Tað átti ikki at kosta meira, tí skeiðini eru tey somu. Professararnir tosa bara enskt, ístaðin fyri føroyskt!
Tilflyting
Kjakið um fráflyting hevur sum oftast snúð seg um, hvussu varðveita vit ungdómin í Føroyum. Hetta er sera aktuelt, tí ov nógv ung flyta av landinum. Hetta merkir undirritaði sjálvur, tí meginparturin av mínum vinum og javnaldrum býr uttanlands.
Tá tað kemur til tilflyting, verður ofta tosað um, hvussu fáa vit føroyingar, ið hava fingið útbúgving í útlondum, at koma heimaftur. Tað er viðkomandi, tí sum samfelag mugu vit fáa avkast uppá íløgurnar, sum vit hava gjørt í ungdómin frá fólkaskúla og allan vegin upp til miðnám. Gestur Hovgaard hevði beinrakna grein, “Vælferð á vandakós”, í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum (dagf. 30 mars 2012), har hann millum annað vísti, at:
“Leysliga roknað kostar raksturin fyri ein fólkaskúlanæming í 2011-krónum uml. 40.000 um árið. Hetta verða umleið 400.000 í 10 ár. Ein studentaskúlanæingur kostar umleið 150.000 krónur í 3 ár. Teir um leið 150 fráflytararnir árliga, sum ikki koma aftur eftir loknan hægri lestur uttanlands, hava til samans kostað skúlaverkinum einar 80 milliónir krónur. Hetta eru sostatt pengar, sum samfelagið árliga ger íløgu í, men sum tað ikki fær aftur.”
Skeri eg teg her, missi eg teg har
Sostatt hevur landið uttan ábyrgd oyðslað 160 milliónir krónur av skattaborgarans pengum, meðan undirritaði hevur gingið á Setrinum. Milliónirnar høvdu komið væl við, um tær vórðu nýttar til t.d. lestraríbúðir, nýtt universitet, nýggjar útbúgvingar. Ja, hasir pengarnir høvdu komið væl við, tí øllum kunnugt verða játtanirnar hjá ymisku ráðunum stýrdar við borgarligum skilvísi.
Hetta er kanska at gera tað ov einfalt, tí tað er umráðandi, at øll, ið hava hug og hegni, fáa møguleikan at fáa sær útbúgving. Hinvegin, tølini skulu heldur ikki undirmetast, men takast í álvara, tá ið tosað verður um fráflyting, tí tað eru ein rúgva av milliónum, ið ikki koma skattaborgaranum til góðar. Tað hava vit sum politikarar ábyrgd av.
Ikki-føroyingar
Eitt annað, sum tíverri ikki verður nevnt nógv, tá kjakast verður um avbjóðingina við fráflyting, er fyrimunurin við at hava skeiðini á enskum, tí tað er møguligt at fáa ikki-føroyingar at flyta til Føroyar. Tað kann væl vera, at onkur rullar við eygunum, tá tey lesa hetta, men tað er vert at hava í huga, at nógvir t.d. eysturevropearar liva í armóð. Tey eru ikki eins kræsin og vit, tey stríðast og strevast fyri at fáa sær útbúgving, tí landið stuðlar teimum ikki við einari krónu. Somuleiðis er tað ikki veðrið ella veðurgudarnir, sum avgera, um tey flyta til eitt land ella ikki, men harafturímóti møguleikarnir at fáa sær góða og gevandi útbúgving fyri so bíligan og lættan penga sum gjørligt. Um tey fingu ágóðan av okkara skúlaskipan, er ikki óhugsandi, at tey fluttu til Føroyar!
Útbúgvingin
Tað er somuleiðis neyðugt at gera útbúgvingarnar meiri spennandi. Hetta er ikki ein kritikkur móti lærarunum, men skal skiljast á tann hátt, at næmingarnir á Setrinum skulu ikki bara læra um t.d. Napoleon og kollveltingina í Fraklandi, men skulu harafturímóti uppliva støðini, har kollveltingin fór fram. Sama er galdandi fyri samfelags- og stjórnmálafrøði, har lesandi í Føroyum fáa møguleikan at uppliva Lincoln Memorial og Washingtong DC., tá ið tey læra um politisku skipanirnar í Amerika. Sama er galdandi fyri allar útbúgvingar í Føroyum.
Men tað noyðist ikki at kosta skattaborgaranum eyka, tí Studni fær 395.000 kr. um árið frá landinum til ferðastudning. Sambært heimasíðuni hjá Studna er endamálið við játtanini:
“at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, í at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið.”
Játtanin verður tíverri bara nýtt av útsetum, tá tey koma til Føroyar í summar- ella jólaferiu. Tað hevði verið eitt gott hugskot, um vit veruliga meina, at vit skulu menna og betra Setrið, at næmingarnir á Setrinum fingu ágóðan av játtanini. Hetta kemur tíverri at ganga útyvir lesandi í útlondum, men tað er sum við orðatakinum:
Skeri eg teg her, missi eg teg har.
Lestrararbeiði
Somuleiðis hevði tað verið skilagott, um ymisku ráðini fingu møguleikan fyri at skapa lestrarstørv. Hetta fyri at næmingar á Setrinum, sum lesa t.d. stjórnmála- ella samfelagsfrøði, fingu møguleikan at knýta útbúgvingina hjá sær til eitt lestrararbeiði. Hetta noyðist heldur ikki at kosta pengar, tí tað er ein spurningur um, um næmingarnir skulu fáa pengar fyri arbeiði, ella um tað ikki lønar seg betur at hava slíkt lestrararbeiði á CV-inum.
Hetta er sjálvandi upp til kjak, men undirritaði er av tí áskoðan, at tað ikki er neyðugt við løn, tí næmingarnir fáa nakrar royndir, sum eru eins týdningarmiklar og pengar. Harafturat vísir tað, at viðkomandi hevur áræði og ambisjónir til at offra nakrar tímar um vikuna uppá ólønt arbeiði.
Sostatt er tað mín vón, at Setrið í framtíðini knýtir útbúgvingarnar til almennu fyrisitingina og privatu vinnuna, so at lesandi í Føroyum fáa møguleikan at royna ástøðini í praksis.
Hetta leiðir meg víðari til næsta evnið. Tað eru ikki bara útbúgvingar og altjóða universitet, ið avgera, um undómurin lesur í Føroyum ella ikki, men harafturímóti hevur marknaðarføringin av Setrinum stóran týdning, tá ið søkt verður inn á hægri lestur.