Í valstríðnum undan seinasta løgtingsvali legði okkurt av valevnum Tjóðveldisfloksins harðliga út eftir fakfeløgunum og tess leiðarum. Hetta fór tó friðarliga aftur við borðinum, við tí í huga, at viðkomandi helst hevði fingið tað skeiva beinið úr seingini henda dagin, greinin varð skrivað.
Árið, ið farið er, eftir at samgongan var endurskipað, vísir tó, at talan als ikki er um nakað skeivt bein ella ein sonevndan "off day". Harafturímóti er talan um eitt rættuligt hamskifti hjá størsta samgonguflokkinum, eina verunliga avbjóðing.
Øll kenna vit leiklutin hjá fíggjarmálaráðharranum mótvegis fakfeløgunum. Uttan at taka burt virðingina viðvíkjandi treiskni og støðufesti í fíggjarmálum, mugu vit tó spyrja, um uppílegging hansara hevur verið tilvildarlig (vanlig "klossutheit") ella tilvitað og tilætlað!
Formaður Tjóðveldisfloksins tekur fult undir við fíggjarmálaráðharranum, men sigur seg tó virða tann rætt, ið fakfeløgini hava!!
Eitt av løgtingsumboðum Tjóðveldisfloksins kallar tað »at snobba niðureftir«, tá ein javnaðartingmaður fyri góðum tveimum árum síðan vísti fakfeløgunum beinleiðis solidaritet!!!
Og so Fregnir. Á dú, á dú. Tit minna okkum, við oddagreinini »Arbeiðarafjøldin misleidd«, bara enn einaferð á, at víttgangandi nationalistar altíð hava verið, eru, og altíð fara at verða vandamiklir, tá tað snýr seg um frælsi. Hetta tí, at tit hava tikið tykkum einarætt uppá frælsi!!!!
Tað, ið undrar meg, er, at Tjóðveldisfólk lata hetta fara aftur við borðinum, sum um vóru hetta nakrir tankatoskar. Veit, at tað enn finnast tjóðveldisfólk, ið taka fult undir við fakfeløgunum og tess leiðarum.
Tað, ið ræðir meg, er tann líkasæla, ið leiðsla Javnaðarfloksins og vit javnaðarfólk sum heild sýna.
Hamskiftið hjá Tjóðveldisflokkinum er eitt beinleiðis álop á frælsið. Og tað eiga vit javnaðarfólk ikki at lata okkum lynda.










