Lærarar misnøgdir við at missa 100.000 kr

Seinastu gott og væl 20 árini hava lærarar, sum fara frá fyri aldur, fingið 100.000 krónur frá Lærarafelagnum

Talan er um skipan, sum Føroya Lærarafelag setti á stovn um aldarmótið, sum skuldi geva lærarum eina sonevnda »lokaupphædd« við 67 ára aldur upp á 100.000 krónur.

 

Nú er – sum skilst – uppskot til aðalfundin 29. apríl um at taka av skipanina frá deg til dags, og tað eru nógvir lærarar, sum ikki eru so fegnir um tað.

 

Atfinningarsamir limir siga, at tað var skeivt, at skipanin fór at gjalda út beinanvegin, tá hon varð sett á stovn, tí tá fingu fólk 100.000 krónur, sum als ikki høvdu goldið til skipanina – ella lítið og einki høvdu goldið til skipanina.

 

Ein lærari, sum in.fo hevur tosað við sigur, at tá skipanin beinanvegin fór at gjalda pengar út, so eru eingir pengar í skipanini, og tað hava tað heldur ongantíð verið.

 

– Hetta er bara eitt undirskot, ið veksur seg størri og størri. Og felagið hevur als ikki pening til hetta, men hyggur at einum vaksandi undirskoti.

 

– Vit, sum hava goldið til skipanina øll árini, hava goldið yvir 50.000 krónur inn, sigur hann.

 

Sum skilst skal aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag 29. apríl taka støðu til uppskot um at taka av skipanina frá degi til dags.

 

– Og sum vera man fellir tað ikki í góða jørð hjá teimum, sum eru yvir 66 ár og skulu frá komandi árið.

 

– Og tað eru vit onnur forrestin eisini, og fleiri eftirlýsa eini meiri virðiligari framferð til at taka av hesa skipan, so fólk ikki kenna seg púra snýtt, sigur lærarin, sum in.fo hevur tosað við.

 

Hann vísir á, at tað er nevndin beint fyri aldarskfitið, sum er stóri syndarin.