Einki hent á barnagarðsøkinum

Foreldrafeagið hevur púra rætt, tá ið tey siga, at einki er hent á barnaansingarøkinum síðani kommunuvalið.

 

Hóast allir 13 býráðslimirnir í Havn eru valdir, tí tey lovaðu at økja um barnaansingina í kommununi, so er einki nýtt hent enn.

Stovnurin í Øksnagerði og hjá Føroya Tele eru báðir liðir í arbeiðinum hjá »gomlu« samgonguni, báðir stovnarnir vóru samtyktir og væl á veg, áðrenn verandi samgnongan tók við. Býráðssamgongan, sum sat frammanundan valinum, hevði lagt eina trý ára ætlan, sum segði: at í seinasta lagi ár 2003 skulu øll børn í kommununi í aldrinum 1/2 ár til 8 ár hava tilboð um mennandi barnagarðs- og frítíðarvirksemi.

Hesi ætlan hevur nýverandi samgonga eftir øllum at døma slept. Sambært fylgiskjølunum til fíggjarætlanina fyri 2002, so hevur samgongan útsett ætlanina um at nøkta tørvin á barnaansing. Sambært fylgiskjølunum so kann kommunan røkka málinum um 100% barnaansing í 2006. T.v.s. at tey nú hava útsett ætlanina í 3 ár.

Tað sigur seg sjálvt, at samgongan má útseta ætlanina, um vit skulu brúka hetta fyrsta árið sum dømi. Í januar afturkallaðu tey keypið av einum húsum, sum skuldu brúkast til frítíðarskúlan á Argjum. Tá lovaði formaðurin í mentamálanevndini, at eftir summarfrítíðina 2002 skuldi nýggjur stovnur verða komin á Argjum, bæði til barnagarðsbørn og frítíðarskúlabørn.

Beint undan summarfrítíðini bjóðaði býráðið arbeiðið til tveir barnagarðar út. Í heyst mátti arbeiðið afturkallast, tí nú var tilfarið so ógreitt, at eigin visti, hvat stóð í tí.

Eg taki undir við Foreldrafelagnum: Einki er gjørt fyri at loysa barnaansingar trupulleikan í Tórshavnar kommunu síðani valið. Mín áheitan á meirilutan í býráðnum er: Haldið tykkum til ta ætlan, sum var løgd fyri einum ári síðani og latið verða við at finnu uppá »samrtar« loysnir, sum als ikki kunna brúkast kortini.