Karin Margretha var MBF, og við henni er ein partur av søguni hjá MBF komin at enda. Hon var ein av teimum fáu, sum áhaldandi hevur verið virkin í MBF, síðan tann dag MBF varð stovnað í 1981.
Í 1980 sendi ST út boð um allan heim, at árið 1981 skuldi útnevnast til Ár teirra brekaðu. Boðini komu eisini til Føroya Landsstýri, og Claus Herman, sum tá var leiðari av Almannastovuni, fekk málið at umsita. Hann sendi brøv til øll táverandi feløg fyri brekað her á landi við hesum boðum og eini áheitan um at taka stig til á onkran hátt við tiltøkum at markera árið eisini í Føroyum.
Stutt eftir kallaði Javni inn til fund á landsbókasavninum. Umboð fyri tey 6 virknu feløgini møttu: Javni, Blindafelagið, Deyvafelagið, Sclerosufelagið, Bjørg og ÍSB.
Tey samdust um at fara til verka, og ein arbeiðsætlan varð løgd. Sum øll vita, so gjørdust hetta eitt megnar tiltak, ið vit øll eiga at fegnast um. Karin Margretha, sum tá hevði eitt 1/2 dags starv sum skrivari hjá felagnum Bjørg, varð biðin um at taka sær av at samla tað skrivliga tilfarið frá øllum arbeiðsbólkunum, ið settir vóru. Hon kom soleiðis at verða eitt samlandi og bindandi lið frá fyrsta degi.
Feløgini arbeiddu so væl saman, at tey skjótt fóru at tosa um, at hetta samstarvið átti at halda áfram, og at eitt meginfelag átti at verið stovnað. Tey umráddi seg ikki leingi, tí í sjálvum handikappárinum, meðan alt virksemið enn var í gongd, varð stovnandi aðalfundur hildin á Skúlanum á Trøðni, ST-dagin 24. oktober 1981.
Feløgini vóru øll samd um, at nýstovnaða meginfelagnum var ikki lív lagað, um ikki ein skrivstova og ein skrivari var at umsita arbeiðið, og at Karin Margretha var sjálvskrivað til hetta arbeiðið.
Karin Margretha var vællærd. Eftir at hava fingið studentsprógv í 1951 fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til korrespondent í enskum, týskum og fronskum. Heimafturkomin starvaðist hon sum skrivari ymsastaðni til hon tók við skrivarastarvinum í MBF. Valið av skrivarinum var heppið. Karin Margretha hevði tann neyðuga fakliga kunnleikan, ið skal til fyri at halda fast um tað grundleggjandi arbeiðið. Tað er neyðugt, um ein greið og miðvís linja skal verða at síggja, og tað er neyðugt og verður avgerandi, um ein felagsskapur skal síggjast aftur í samfelagnum.
Vansin í slíkum felagsarbeiði er jú tann, at tað altíð vera nógv fólk, som koma og fara í nevndararbeiðinum, og um tá ikki ein er, ið kann halda saman um, kann skjótt nógv av tí longu gjørda arbeiðinum detta niðurímillum og byrjast skal ov ofta av nýggjum.
Karin Margretha hevði ofta á munni, at arbeiðið var trupult. Tað trupla liggur í, at arbeiðið vit fáast við er sprottið úr einum tørvi um hjálp og mangan úr neyð. Hetta kann gera at mál á fundum mangan verða meira kensluliga viðgjørd enn sakliga. Karin Margretha, sum var professionel í sínum arbeiði, dugdi væl at síggja henda veikleikan, men hon hevði samstundis so stóra eyðmýkt yvirfyri teimum fólkum, ið komu »beint inn av gøtuni« við øllum sínum góða vilja, at hon lat øll sleppa framat við øllum tí, tey høvdu uppá hjarta uttan at leggja ov nógv uppí og royndi so heldur at fáa tað besta burturúr í sínum fundarútskriftum.
MBF hevði eisini ein stóran týdning fyri Karin Margrethu, og tað kunnu vit vera glað fyri. Hon visti eisini frá egna lívi, at nógv foreldur og húsarhald kunnu gerast so illa fyri, at tey mugu finna onnur menniskju at tosa við, um tey ikki skulu bukka undir. - Menniskju, sum av egnum royndum vita og skilja, hvat ein tosar um. Karin Margretha dugdi at tosa við fólk við trupulleikum. Rættiliga ung kom hon út fyri, at sjúka og brek gjørdust ein partur av hennara gerandisdegi, og okkara samfelag er enn ikki so framkomið, at tað bara er ein partur av gerandisdegnum, men so sanniliga eisini ein kampur í gerandisdegnum. Hóast hetta so lá hennara partur ikki eftir í arbeiðinum fyri fólk við breki.
Okkara tankar eru ofta hjá tykkum Osmundi, Dagmar, Jón, Martin, Ellinti og Elisabeth, ið hava mist so nógv. Æra verið minni um Karin Margrethu.
Starvsfelagarnir í MBF