roknað við, at tað skuldi eydnast teimum at spæla seg víðari, men sum tað tørnaði út, so haldi eg, at tað var fult uppiborið, at tað er okkara lið og ikki finska liðið, sum í næstu viku aftur fer at spæla [...] heiður uppibornan fyri. Eg eri vísur í, at hetta eisini fer at koma okkum til góða í heimligu kappingini, sigur Víkinga venjarin. Hann heldur, at tað var júst í røttu løtuni, at hansara menn skoraðu sigursmálið [...] ið fer úr Finlandi á døgurða í morgin. Ætlanin var, at teir skuldu koma heim í annaðkvøld, men vánaligu floglíkindini gera, at víkingarnir ikki koma til hús fyrrenn leygardagin. Víkingur hevur í kvøld
øll at komið til Hansara? Jamen, hví ger Hann so ikki tað? Jú, tað er tí, at Hann ynskir, at vit menniskju skulu koma til Hansara av egna fría vilja okkara. –Hvørja gleði hevði tað havt við sær at noytt [...] vanlukka at verða lærdur, at man skal elska næsta sín, at man eigur at akta foreldrini, at tað er ein Himmal til teirra, sum velja at geva seg til Jesus og taka ímóti tí góða, Hann hevur til okkara, at Helviti [...] soleiðis, at tað gekk út yvir virðismikil, smá børn, sum í dag ivaleyst munnu vera vaksin, og hevur hetta allarhelst havt tað við sær, at tey einki longur vilja hava við hvørki Zarepta ella Jesus at gera.
ynskti, at alivinnan í størri mun skuldi vera við til at fíggja vælferðina í Føroyum, og at hon skuldi gjalda fyri tað nýtslu, sum alivinnan hevur á føroysku firðunum. Vit fingu eina varandi semju við sam [...] Løgmaður hevur lagt fram sína næstseinastu løgmansrøðu. Eg haldi, at røða løgmans var sera góð, hon var væl skipað við rámandi talvsúmbolikkinum, hon vísti á tey nógvu ítøkiligu úrslitini, sum samgongan hevur [...] á okkum, at onki ber til. Mette F hevur lovað at hetta málið skal loysast, og nú skal hon standa sína roynd. Ja lat meg at bara siga tað á donskum til Metta Frederiksen umvegis forkvinnuna, at verður WTO
fast við, eg taki undir við ætlanini, tí eg haldi, at vit hava stórliga brúk fyri almennum arbeiðsplássum í Vági. Hon sigur, at eitt er tað arbeiðið, sum eitt slíkt røktarheim skapar, men tað er heldur ikki [...] einaferð at tað stendur fast við, at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági. Borgarstjórin sigur kortini, at Landsstýrið hevur boðað frá, at kommunurnar nú skulu fáa skriv frá landsstýrinum um ætlanina við eini [...] kensluna av at tað, sum landsstýrið hevði at bera fram, hevur fingið meirilutan í býráðnum at vikast. ? Sostatt er støðan hjá Vágs Býráði óbroytt og tann støðan er, at býráðið heldur fast um, at miðnámsskúlin
førum er tað ein heiður at vera konservativur. Rolf endar við at siga, at »ríkiligt svass er skrivað um nationalismuna í Føroyum«. Ein skal vanda sær um orðini, so eg fari ikki at siga nakað um tað, sum [...] Jógvan Sundstein Eg vildi bara ynskt, at høvi var eitt annað. Orsøkin til at eg taki til orðanna er grein í Sosialinum av Rolf Guttesen, sum nýtir eina yvirskrivt til at niðurgera Jóannes Patursson. Fyrst [...] Fyrst av øllum er at siga, at Anja Andersen helst hevur meint tað, at »tað hevði verið meira saft og kraft í at skriva um Jóannes Patursson«. Tað skerst jú ikki burtur, at høvuðsorsøkin til alla framgongd
skundaði sær heim at skifta klæðir, og so fór hann til útiróðrar, hann læt ikki sjóvarfallið bíða eftir sær. Ikki ber til at taka alt við, sum Pauli avrikaði gjøgnum lívið, hansara evnir altíð at betra um [...] beinunum, og hann royndi at pressa kragan á oljudansinum um hálsin fyri at halda sær uppi. Pauli varð tikin inn og lagdur í koyggjuna við ongum viti. Fýra tímar seinni raknaði hann við aftur, tá vóru teir á [...] Hann var trettan ára gamal og liðugur at ganga í skúla, tá Óli Horn ein dagin, á kaiini í Vági, meðan menn riggaðu skipini til, bað Paula koma við sum messudrongur við Skt. Jacques til Grønlands. Fyri Paula
1987. - Eg fari at leggja stóran dent á at hava eitt tætt samband út til tey fólk í samfelagnum, ið hava brúk fyri teirri vitan, sum Havstovan fær til vega. Eg fari at hava eitt tætt samband við vinnuna [...] sleppa undan boykottum í Bretlandi? - Eg havi vónirnar um, at vit fara at koma okkum burturúr hesum trupulleika. Tað má og skal eg hava. Vit gera tað vit kunnu fyri at gera eitt gott og haldbart fakligt arbeiði [...] kunnu. Eg havi vónir um, at tað verður betri á hasi síðuni, sigur Eilif Gaard. Væntar tú so, at samstarvið millum ráðgeving og politiskar myndugleikar við tær sum stjóra verður so mikið gott, at vit sleppa
fyri at fáa sær eina væl hollari tilveru, enn tey nakrantíð høvdu kunna fingið sær heima í Føroyum. Gunnvør var ambitiøs og hevði tíðliga sett sær sum mál, at hon vildi blíva sjúkrasystir. Hon arbeiddi [...] farin at læra sjúkrapleygu á Amtssjúkrahúsinum í Næstved, har hon bleiv liðug í 1958. Preben og hon blivu gift í 1957, meðan hon enn lærdi. Eitt stutt skifti arbeiddi hon á Ríkishospitalinum í Kjøpinhavn [...] Kjøpinhavnar og koma at búgva í einum av teimum hábærsligu íbúðunum, sum Tað danska Sjúkrasystrafelagið eigur í Dronningens Tværgade. Har treivst hon sera væl og fekk nú betri høvi til at luttaka í tí livandi
Frá tí hon kemur til landið, skal hon hava góðar bilar eftir sær ? Mercedez ella líknandi. Og hon skal hava alt at vita um frástøður og ferðing og annað. Ikki ber til at skipa fyri útferðum við henni [...] tað. Alt hetta ger hon fyri, at einki skal koma í vegin fyri, at røddin megnar konsertina. Oddvá Nattestad, samskipari, sigur, at tað ikki er nakar trupulleiki hjá Listastevnuni at eftirlíka krøvnini, [...] nakað, hon avgerð, tá hon kemur til landið. Allar avtalur skulu vera gjørdar, áðrenn hon kemur. Alt skal byrja rættstundis, og hon skal allatíðina hava atgongd til mat og tær bestu umstøðurnar at hvíla
summarið fer at hilnast, men undir øllum umstøðum sær tað aftur út til at blíva eitt stak vánaligt ár. Eg skilji væl, um fólk hava ilt við at trúgva mær, og serliga, tá ið fiskifrøðingarnir siga, at nøgdin av [...] prógvað, at hon dugir betur at skyna á um støðuna, enn vit onnur! Nakrar lundapisur verða floygdar í ár, men tær koma so ikki at vaksa um føroyska lundastovnin! Tí er tað so ótrúligt og ørkymlandi at hoyra [...] varp. Tær ið vurpu, vurpu seint, so eisini har koma helst bert nakrar fáar pisur undan í summar. Lundin: Alt sá sera gott út at byrja við og nógvur lundi var at síggja. Sjálvsagt sást eingin ungur lundi, tí