Suðuroyarpakkin
? Eg havi ikki varhugan av, at fundurin ímillum landsstýrið og kommunurnar í Suðuroy, hevur fingið meirilutan í Vágs Býráð at broyta støðu.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági hevur ikki kensluna av at tað, sum landsstýrið hevði at bera fram, hevur fingið meirilutan í býráðnum at vikast.
? Sostatt er støðan hjá Vágs Býráði óbroytt og tann støðan er, at býráðið heldur fast um, at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági.
Vágs Býráð hevði fund mánakvøldið sum landsstýrið kom suður týsdagin og har staðfesti meirilutin í býráðnum enn einaferð at tað stendur fast við, at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági.
Borgarstjórin sigur kortini, at Landsstýrið hevur boðað frá, at kommunurnar nú skulu fáa skriv frá landsstýrinum um ætlanina við eini tíðarætlan og tað má býráðið sjálvsagt at taka støðu til.
Annars er tað onki dulsmál, at sjálv hoyrir Kirstin Strøm Bech til tann minniluta í Vágs Býráð, sum tekur undir við ætlanini og hon hevur ikki broytt støðu.
? Eg standi fast við, eg taki undir við ætlanini, tí eg haldi, at vit hava stórliga brúk fyri almennum arbeiðsplássum í Vági.
Hon sigur, at eitt er tað arbeiðið, sum eitt slíkt røktarheim skapar, men tað er heldur ikki smávegis, hvat eitt slíkt røktarheim kastar av sær í nærumhvørvium til avleiddar vinnur, tí eitt slíkt røktarheim hevur brúk fyri nógvum vørum og tænastum.
Borgarstjórin ásannar, at í hesum máli stendur Vágs Býráð reiðiliga einsamalt við síni mótstøðu ímóti ætlanini.
? Tað einasta, sum stendur eftir við greiðari mótstøðu ímóti ætlanini er Vágs Býráð.Tað kann føra til, at vágbingar koma at standa einsamallir í Suðuroy. Men tað má so vera, tí býráðið hevur tikið eina avgerð og tað má býráðið eisini taka avleiðingarnar av, sigur Kirstin Strøm Bech.