Hann var trettan ára gamal og liðugur at ganga í skúla, tá Óli Horn ein dagin, á kaiini í Vági, meðan menn riggaðu skipini til, bað Paula koma við sum messudrongur við Skt. Jacques til Grønlands.
Fyri Paula var tað einki ivamál, men foreldrini og fosturforeldrini høvdu ein trupulleika, Pauli var bara trettan ára gamal, men tey kláraðu ikki at halda honum aftur. Pauli fór við sum messudrongur. Men messudrongur var Pauli ikki leingi, tí tá Skt. Jacques kom á fiskileið, og Pauli sá tann nógva fiskin á dekkinum, tá var Pauli ikki messudrongur longur. Hann fór á dekkið at hjálpa til, tí tað var tað hann hevði hug til, og sjómaður hevur hann verið síðan.
Pauli fór niður at læra til maskinist og sigldi eina tíð við coustara, men so fór hann við einum snurrvoddara í Esbjerg.
Tað var tann kaldasti veturin nakrantíð í Danmark, veturin 1955-56, kuldin kom heilt niður á 28 kuldastig, og ísurin á sjónum lá langt úr landi. Pauli var tá 19 ára gamal, og einsamallur maður á dekkinum, meðan skiparin var í stýrihúsinum. Pauli skuldi hava ein enda frá trolinum har frammi frá og aftur um vantrið. Báturin var yvirísaður, og tá Pauli steig á lúnningina, fyri at koma afturum vantrið við endanum, gleið hann av ísinum og fór fyri borð. Skiparin stóð í stýrihúsinum, men hann sá ikki Paula fara fyri borð. Tá skiparin hugdi út, var Pauli ikki á dekkinum. Hann hugdi seg um, og sá tá topphúgvuna hjá Paula í sjónum nakað aftan fyri bátin. Skiparin gjørdi skjótt av, slóg bakk og kastaði bjargingarkransin út. So heppi var tað, at bjargingarkransurin kom beint niður yvir høvdið á Paula. Tað seinasta Pauli mintist, var at hann smoygdi armarnar inn í kransin, tá hevði hann fingið klovstyvlarnar av beinunum, og hann royndi at pressa kragan á oljudansinum um hálsin fyri at halda sær uppi. Pauli varð tikin inn og lagdur í koyggjuna við ongum viti. Fýra tímar seinni raknaði hann við aftur, tá vóru teir á veg til lands til Esbjerg. Pauli kom á sjúkrahús, men mein fekk hann ikki av at hava ligið í tí ísakalda sjónum, helst tí hann var í føroyskum undirklæðum.
Pauli var sjómaður og bert sjómaður, fiskur var alt, og havsins gap var hansara vinur, og mangan mundi hann berjast við brotini og skúmandi aldur, ja, sum oftast einsamallur á báti. Fisk fekk hann altíð.
Hvussu ofta Pauli var í lívsvanda á sjónum, ber ikki til at siga frá í fáum orðum. Tað eru ikki nógv ár síðan, at hann fór fyri borð á Lopransfirði, men tá var hann ikki einsamallur, og bjargaður varð hann. Men seinast hann var í lívsvanda og ikki ivaðist í, at nú var stundin komin, tað var fyri heilt fáum árum síðani.
Pauli skuldi til útiróðrar einsamallur klokkan fimm um morgunin. Tá Pauli steig niður á stokkin á bátinum, fór báturin undan, og Pauli fyri borð. Men aftur hesuferð hevði hann eydnuna við sær, hann fekk fatur í einum línuenda, sum hekk niður við kaikantin, og hann hálaði seg so mikið upp, at høvdið var yvir vatnlinjuni, og so setti hann fast um skøvningin. Har hekk hann. Deyðakvirt var á kaiini henda stilla morgunin, og Pauli hekk har einsamallur í einum klønum enda og hugdi út í kaihylin, men hann visti, at menn vóru í einum skúri, og so byrjaði hann at rópa, og hesi rópini hoyrdi Mikkjal, sum var farin út úr skúrinum at fáa sær fríska luft, og so kom hjálpin. Heldur ikki hesuferð kom Pauli í váta grøv. Pauli skundaði sær heim at skifta klæðir, og so fór hann til útiróðrar, hann læt ikki sjóvarfallið bíða eftir sær.
Ikki ber til at taka alt við, sum Pauli avrikaði gjøgnum lívið, hansara evnir altíð at betra um umstøðurnar hava altíð givið úrslit, men stórt var skuffilsið, tá hann landaði fyrstu lastina frá Saturn 3. Tað var fyrsta kassalastin, og fyrsta floks fiskur, og úrtøkan í flaki, var 17% hægri. Tá spurdi Pauli varisliga, um hann so ikki fekk nøkur oyru meiri fyri kiloið. “Nei, tað kemur ikki uppá tal”, var svarið, “tí so koma hinir og vilja hava tað sama”.
Hann hevði eitt serligt sinnalag, ja, líka so harðligur hann kundi blíva, tá tað gekk ímóti, líka so hjartakærur og mildur, kundi hann vera, við sínum blíða smíli, tá hann hevði viðrák. Órættvísi og óerligheit var hansara størsti fíggindi. Og gávumildur var hann. Vágsbygd er vorðin eina býarmynd fátækari.
Útslitin eftir 60 árum á sjónum, fór Pauli spakuliga at vikna í vár, og nú til endans vóru dagarnir taldir, men vegurin var eisini valdur. Pauli visti hvønn veg tað bar.
Fyri Grethu er missurin stórur, Pauli var maðurin í húsinum, og tí verður saknurin at rísa upp við millumbilum.
Pauli og Gretha fingu seks børn, sum góvu teimum nógv ommu- og abbabørn og langabbabørn, sum Pauli setti stóran prís uppá og vísti teimum, hvussu góður hann var við tey. Hesi børn hava nú mist sín besta vin, og tað verður tí stórur saknur hjá teimum, at koma vestur í Bø og síggja tann tóma stólin hjá abbanum við vindeyga.
Ei altíð vit vistu hvar tú var,
ei altíð vit vistu hvat tú gjørdi har,
um tú so var nær ella fjar.
Ei altíð vit vistu nær tú kom heim,
ei heldur um tað var við gleði og gleim.
Ei altíð tú aktaði faðir og móðir,
men altíð tú var vár bróður.
Nú hvílur tú í døggari mold,
borðin av tíggju monnum her frá fold.
Friður verði við minninum um Magnus Paula Lassen.
Mathias