Teir eru troyttir, og teir eru fegnir og ikki sørt stoltir av avrikinum í Finlandi í dag.
Víkingaferðalagið fer úr Finlandi á døgurða í morgin. Ætlanin var, at teir skuldu koma heim í annaðkvøld, men vánaligu floglíkindini gera, at víkingarnir ikki koma til hús fyrrenn leygardagin.
Víkingur hevur í kvøld vunnið 1-0 á útivølli í Finlandi ímóti Inter Turku. Úrslitið á Svangaskarði fyri einari viku síðani var 1-1, og harvið hevur Víkingur tryggjað sær pláss í næsta umfarinum í Europa liguni. Tann avbjóðingin verður ímóti FC Petrolul Ploie?ti úr Rumenia. Fyrri dysturin verður niðri í Rumenia um eina viku.
Í fimm ára gomlu Víkinga søguni hevur tað ongantíð eydnast liðnum at spæla seg víðari úr fyrsta umfarinum í europeisku kappingunum. GÍ var fleiri ferðir í altjóða avbjóðingum, uttan at tað eydnaðist gøtumonnum at vinna seg víðari, so hetta var vorðið sum dagur í fótbóltssøguni hjá teimum í Eystur kommunu og í føroyskari fótbóltssøgu, tí hetta er kanska størsta avrik, sum eitt føroyskt felag hevur framt í altjóða fótbóltskapping.
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, er sjálvandi fegin um úrslitið og ógvuliga stoltur av sínum monnum:
-Hetta er gott fyri spælarnar, sum vístu megnar avrik, og hetta er ein heiður fyri okkara felag og fyri føroyskan fótbólt sum heild. Eftir 1-1 í Føroyum høvdu teir í Inter Turku sjálvandi roknað við, at tað skuldi eydnast teimum at spæla seg víðari, men sum tað tørnaði út, so haldi eg, at tað var fult uppiborið, at tað er okkara lið og ikki finska liðið, sum í næstu viku aftur fer at spæla europeiskan fótbólt, er heilsanin hjá Víkinga bossinum úr Turku í Finlandi.
Sigfríður Clementsen er venjari í Víkingi. Hann hevur tvær ferðir áður sum venjari verið við til at spæla seg víðari úr fyrsta umfarinum í europeiskum kappingum. Fyrra ferðin var í 2005, tá ið B36 í UEFA Cup basti íslendska ÍBV, sum í kvøld vann á HB, og seinna ferðin var í 2006, tá ið B36 í meistarakappingini vann á maltesiska Birkikara.
-Avrikið í kvøld var størri enn hesi bæði, tí tað varð ikki roknað so nógv við okkum, sum tað tá varð roknað við B36 í 2005 og 2006. Tað hevur ikki gingið so væl í landskappingini hjá okkum, og finskur fótbóltur er væl betri enn maltesiskur og eitt vet betri enn íslendskur. So ja, eg haldi, at spælararnir framdu eitt bragd í kvøld, sigur Sigfríður Clementsen úr Finlandi.
Hvussu myndaðist dysturin?
-Á sama hátt sum tann á Svangaskarði fyri viku síðani. Teir løgdu bragdligari fyri, men so svaraðu vit aftur, og soleiðis gekk tað aftur og fram. Tað hekk framúr væl saman millum keturnar, sjálvsálitið var stórt, og spælararnir vístu sum einstaklingar og sum lið, at teir vóru førir fyri at vera við í hesum, sigur Sigfríður Clementsen, og hann heldur fram:
-Vit høvdu fleiri møguleikar, og okkara møguleikar vóru størri enn teirra. Í 1. hálvleiki hevði Finnur Justinussen tveir risa møguleikar, sum málverjin vardi fyri, og umframt málið, sum vit fingu, tá ið tað restaðu tólv minuttir, høvdu vit tríggjar aðrar stórar møguleikar í 2. hálvleiki. Tveir vóru síðstu løtuna, tá ið teir pressaðu nógv fyri at javna. Tá vardi Geza Turi eina ferð meistarliga væl, greiðir Víkinga venjarin frá. Hann rósar sínum monnum fyri at vera ógvuliga tilvitaðar um, hvussu tað skuldi arbeiðast.
Víkingur skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tólv minuttir. Eftir hornasparksinnlegg bríkslaði dómarin fyri brotssparki, tí verjukendi miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus varð togaður niður í brotsteiginum. Hanus Jacobsen, sum í kvøld var á verjukendum miðvallarplássi undir liðini á Hans Jørgeni, meðan Jann Ingi Petersen hevði meiri framrættaða leiklutin, sendi bóltin í málið.
Minuttin eftir bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið, tí hann metti, at bólturin hevði rakt í hondina á Atla Gregersen. Men heimaliðið misnýtti stóra møguleikan úr ellivu metrum, tá ið bólturin varð sendur í tvørtræið.
-Síðstu fimm minuttirnar vóru vit undir sera stórum trýsti, men vit vóru væl skipaðir og vardu væl. Hetta var eitt orduligt mannfólkaavrik, sum spælararnir hava allan heiður uppibornan fyri. Eg eri vísur í, at hetta eisini fer at koma okkum til góða í heimligu kappingini, sigur Víkinga venjarin.
Hann heldur, at tað var júst í røttu løtuni, at hansara menn skoraðu sigursmálið.
-Hvør einstakur dystur livir sítt egna lív. Um teir høvdu skorað beinanvegin, tá ið teir royndu at leggja trýst á, so hevði tað tikið seg øðrvísi upp, og um vit høvdu skorað fyrri, enn vit gjørdu, so høvdu vit verið longri undir trýstinum, sum teir síðstu løtuna løgdu okkum undir. So vit kunnu ikki siga annað, enn at hetta mynaðist akkurát soleiðis, sum tað skuldi, tá ið tað verður sæð við okkara eygum!
Inter Turku-Víkingur 0-1 (0-0)
Á Turku stadion í Turku í Finlandi hósdagin 11. juli 2013 klokkan 18.00
Dómarakvartett úr Armenia: Andranik Arsenyan, Erik Arevshatyan, Hovhannes Avagyan og Manuk Fahradyan
0-1: Hanus Jacobsen br 78.
Víkingur samantaldur vinnari við málmuninum 2-1
Inter Turku - Bahne - Nikkari, Nyman, Aspegren, Lehtonen - Gruborovics (Duah, 56.), Bowman - Gnabouyou, Paajanen, Tumanto (Camara, 76.) - Sirbiladze
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Koponen, Miftari, Lehto, Laiho
Gult kort: Gruborovics
Venjari: Job Dragtsma úr Hollandi
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Hjartvard Hansen, 67. ) Hans Jørgen Djurhuus, , Hanus Jacobsen Filip Djordjevic, Jann Ingi Petersen, Kaj Leo í Bartalsstovu Finnur Justinussen.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rasmussen, Magnus Jarnskor, Martin Olsen, Ingi Sørensen, Heðin Hansen, Per Gregersen.
Gult kort: Atli Gregersen. Filip Djordjevic, Geza Turi
Venjari: Sigfríður Clementsen









