er givið út í sambandi við framsýningina. Umframt ellisakførini verður stór myndaframsýning í sýnir ferðslu og akfør í gomlum døgum, til ber at keypa sær okkurt til matna og okkurt leskandi í sølubúð, og [...] hjá Føroya Ellisakførum, sum er í framsýningarhøllini hjá P/F Wenzel í Havn, ber til at síggja tann fyrsta bilin, sum kom til Føroya. Ella næstan? Tann fyrsti bilurin í Føroyum, sum kom til landið við [...] er settur í upprunastand. Hann er sera sjáldsamur og ógvuliga hegnisliga umvældur av sløkkiliðsmonnunum. Av øðrum bilum kunnu nevnast ein Austin Seven hjá Derek Brockie, sum verður settur í stand, tveir
til HB í trý ár á rað í sekstiárunum. Samstundis fóru tær yngru deildirnar á flog til eina glæsiliga framtíð. Formaður fleiri ferðir Jógvan sat stundum í nevndini í HB. Kom fyrstu ferð inn har í 1948 og [...] Lað, ið doyði tíðliga í tríatiárunum. Jógvan fór ungur at spæla fótbólt í HB. Spældi sín fyrsta dyst 15 ára gamal í 1937 á 2. liði. Tað var í Klaksvík, har hann hevði ættarbond í Gerðum, og seinni kom [...] og var formaður í 1949. Í 1954 var hann aftur í nevndini. Árini 1962-1964 var hann formaður og aftur árini 1970-1972. Bæði skeiðini vórðu FM vunnin, og seinna skeiðið bygdu teir HB-húsið við Gundadalsvegin
sum dugir best í tí politiska leikinum. Hann er tann flokkurin, sum oftast hevur sitið við valdinum seinastu 36 árini. Síðan løgtingsvalið í 1974 hevur Fólkaflokkurin sitið í samgongu í sløk 30 ár. Politikkur [...] gingið sera striltið at telva seg í samgongu seinastu árini. Tað kom til ilnar millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin í seinnu fullveldissamgonguni, og tað endaði við vali í úrtíð í 2004. Eftir hetta kundu hesir [...] Ellefsen sat eisini mest í andstøðu. Hesi árini sat Sambandsflokkurin bara í samgongu frá 1981 til 1985 og aftur frá 1989 til 1990. Annars sat hann úti í andstøðumyrkrinum. Eftir sekstan ár í politikki hevði Pauli
Elddópurin Hans Joensen varð valdur í nevndina í felagnum í 1997 og gjørdist formaður á aðalfundinum 1. februar í 2003. Hetta fór at vísa seg sum tíð, hvar nógv fakfelagsviðuskiftir vóru á breddanum, og [...] av, blíva hart royndur sum formaður! Hans var ikki meir enn komin til sessin, tá samráðingarnar í 2003 fóru í gongd. Her kravdu Hans og hini feløgini eina stóra lønarhækking í krónum, sum arbeiðsgevararnir [...] Joensen. Tað var í teimum truplastu støðunum, at vit sóðu hansara veruliga siðalag og dygdir. Í so máta komu árini í lívsins skúla honum væl við. Hann var vanur at taka tøk sum útróðrarmaður í Grønlandi, sjómaður
leggur eisini Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag upp í kjakið um undirsjóvartunlarnar við einum nýskapandi uppskoti, sum ikki hevur verið frammi í viðgerðini áður. - Í mínum hugaheimi er tað [...] Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmananfelag, setir fram í hinari greinini er á síðuni. - Tað eru eini trý ár síðani eg vísti á, at tað eru nógvir ógvuliga peningasterkir grunnar í Føroyum og at tað [...] hann, rinda tey til sína egnu pensjón. - Í øllum førum hevði tað smakkað væl í mínum munni at vita tað, at hvørja ferð, eg koyrdi ígjøgnum tunnilin, fer peningurin í okkara egnu eftirlønarkassar, leggur hann
sama skipan nýtast í størri mátistokki, bæði í Føroyum og uttanlands, tí elnetið verður ikki órógvað av óstøðugu vindorkuni. Nólsoyarverkætlanin kundi tí koma at standa sum ein fyrimynd í sambandi við burðardygga [...] restaði nakað í, men um hinir partarnir í verkætlanini gjørdu sítt til at minka um kostnaðin varð væntað, at javnvág kundi fáast millum neyðugu íløguna og inntøkuna. - Nólsoyarætlanin er í samsvar við [...] hann greitt at vita, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl tók ikki undir við tí. Tí er enn einki avgjørt í hesum áhugaverda máli. Nólsoyarleiðin framyvir Í fleiri bløðum hava vit viðgjørt umstøðurnar
støðu sína upp sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins í viðmerking til samráðing- arnar í Danmark og hann staðfestir, at løgmaður er koyrdur fastur í fullveldisætlanini. Er man ikki nøgdur við [...] fara inn í hatta málið, soleiðis sum tað stendur nú. Og tá tosað verður um at fáa ST uppí málið so sigur Jóannes Eidesgaard, at ST í dag er ein felagsskapur, sum hevur sítt størsta virksemi í tí partinum [...] Viðurskiftini í Føroyum eru ikki nakað, sum er relevant fyri ST, í hvussu er ikki tá tað snýr seg um livistøði og at varðveita frið, nú løgmaður velur at brúka orð sum kúlur og kanónir í hesum samráði
Jógvan Krosslá, formaður í KSF, og Jacob Vestergaard, formaður í FKF, eru samdir í, at nógv arbeiði skal gerast, áðrenn til ber at leggja økið út til kommunurnar. Páll á Reynatúgvu hevur í hesum sambandi [...] eindum, sum hvør í sínum lagi hava ábyrgdina av øllum eldraøkinum í sínum parti av landinum. Í álitinum verður ikki tal sett á, hvussu nógvar eindir talan verður um, men formaðurin í arbeiðsbólkinum, sum [...] eikarnar, áðrenn økið kann yvirtakast, sigur Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipan Føroya, sum umboðar seks tær størstu kommunurnar í landinum, umframt Skála og Kirkjubø. Og at fáa fíggjarliga partin
eini 2000 í rating. Aðrir sum royna sína eydnu í ár verða teir royndu Gutti Petersen og Vagn Heldarskarð. Virðislønirnar í almenna bólkinum eru ávíkavist á 1.500 kr., 1.000 kr. og 500 kr. Eins og í fjør verður [...] Hann hevði styrkisliga ligið í ovari helvt í almenna bólkinum, men hevur allarhelst eitt ynski at verða unglingaføroyameistari. FM verður telvað í døgunum 7-14. apríl í Vestmanna skúla. Møguligt er at [...] Talv Leygardagin verður farið undir at dystast um FM í talvi, sum í ár fer fram í Vestmanna John Arni, John og Heini Millum teir fyrstu sum teknaðu seg vórðu føroyameistarin frá 1998 IM John Rødgaard og
umboðaður í nevndini. Umframt hesi, vóru fyrst Marius Müller og síðani Unni Justinusen, frá byggideildini í nevndini, og sjálv havi eg verið formaður. Eg kann ikki siga annað enn, at arbeiðið í hesari nevndini [...] Thomsen, formaður fyri eigarafelagnum Inni á Gøtu, fekk ein E lykil handaðan. ____________________________________________________________________ Trivnaður er eitt krav Elin Lindenskov, formaður í sosialu [...] Barnagarðsøkið í býnum hevur seinastu trý árini verið raðfest sera ovalaga hjá Tórshavnar Býráð. Tí er tað at taka ein nýggjan stovn í nýtslu ein stórur dagur. Og um vit hugsa hálvttriðja ár aftur í tíðina og