- Føroyingar skulu sjálvur gera, eiga og reka Eysturoyartunnilin.
Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Nógv kjak hevur verið um Eysturoyartunnilin, ikki minst um ætlanina at lata eitt privat, danskt felag eiga hann og fáa allan ágóðan av honum.
Men nú er tað greitt, at í hvussu so er fyribils er tann ætlanin dottin niðurfyri.
Samstundis hevur Kaj leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sjálvur tikið um róðrið í eini roynd at stýra Løgtinginum fram ímóti eini semju um, hvussu Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin kunnu gerast.
Ein føroysk loysn
Nú leggur eisini Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag upp í kjakið um undirsjóvartunlarnar við einum nýskapandi uppskoti, sum ikki hevur verið frammi í viðgerðini áður.
- Í mínum hugaheimi er tað sjálvsagt, at føroyingar sjálvir eiga og reka Eysturoyartunnilin ístaðin fyri at senda pengarnar av landinum, sigur hann.
Hann vísir á, at føroyskur fakfeløgini eiga milliardir í eftirlønaruppsparingum, umframt Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin, sum eisini eigur eina milliard.
- Eg haldi, at føroysku fakfeløgini skulu vera við til at stovna eitt tunnilsfelag saman við Samhaldsfasta og Landskassanum, sigur Hans Joensen.
Hann vísir á, at privata felagið, sum eftir ætlan skuldi eiga og reka Eysturoyartunnilin, hevði ein eginpening á 300 milliónir krónur.
Restin av íløguni uppá eina góða mlliard, skuldi so takast í láni.
Undir hesum umstøðum eru allir serfrøðingar púra vísir í, at Eysturoyartunnilin er ein fullkomiliga vatntætt íløga.
Piparnøtir
Hans Joensen heldur, at tað eru piparnøtir hjá føroysku fakfeløgunum at vera við til at stovna eitt slíkt partafelag við nøkrum hundrað milliónum í eginpeningi, kanska saman við Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum og tí almenna.
Og tað heldur hann, at fakfeløgini og landið skulu finna eina semju um.
Í hesum sambandi hugsar Hans Joensen fyrst fyrst og fremst um Eysturoyartunnilin, sum øll eru samd um, er ein rættiliga góð íløga.
Hinvegin er tað als ikki óhugsandi at knýta Sandoyartunnilin upp í, hóast hann er ein undirskotsforrætning av tí aðru verð.
Men hann heldur, at so eigur landið onkusvegna at vera við at spjaða til raksturin, tí fakfeløgini kunnu valla gera eina íløgu, øll vita frammanundan, fer at geva hall.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag ásannar, at tað eru ógvuliga strangar reglar fyri, hvat eftirlønarsamansparingini hjá fakfeløgunum kunnu brúkast.
Í hesum sambandi eru greiðar reglar fyri, hvussu nógv kann setast í partabrøv við lítlum váða og í partabrøv við størri váða.
Tí er hetta ikki ein uppgáva, eitt ella tvey fakfeløg kunnu loysa einsamøll.
Men standa øll feløgini saman og gera íløguna saman við Samhaldsfasta, og landinum er hetta smápengar fyri fakfeløgini, sigur hann.
Burtur úr vón og viti
Hans Joensen saknar, at allir partar seta seg saman at tosa um hesi viðurskifti.
- Tað kunnu vera viðurskifti, eg ikki havi fingið eyga á og sum gera, at hetta ikki ber til.
- Hetta er ein íløga, vit eiga at halda fyri okkum sjálvi, tí í mínum høvdið er tað fullkomiliga burtur úr vón og viti at tosa um nakað enn at vit føroyingar skulu sjálvir eiga og reka Eysturoyartunnilin sjálvi – og samstundis eisini sjálvir fáa vinningin av honum.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at verða tað føroysku fakfeløgini, sum eiga tunnilin og fáa ágóðan av honum, vita fólk, at hvørja einastu ferð, tey koyra ígjøgnum hann, rinda tey til sína egnu pensjón.
- Í øllum førum hevði tað smakkað væl í mínum munni at vita tað, at hvørja ferð, eg koyrdi ígjøgnum tunnilin, fer peningurin í okkara egnu eftirlønarkassar, leggur hann afturat.
Hann er eisini sannførdur um, at verður talan um ein føroyskan tunnil, sum fakfeløgini eiga í, fer tað at økja samfelagsnyttuna av tunlinum munandi, tí fólk fara ikki at aftra seg at brúka hann, tá ið tey vita, at tey sjálvi fara at fáa ágóðan av tunnilsgjaldinum.
Hann vísir á, at í ætlaðu privatu ætlanini, sum nú sær út til at verða kollsigld vóru eisini føroyskir pensjónspengar uppi í, tí LÍV átti 20 av tí felagnum.
Tað vísir so bara, at Lív heldur, at hetta er ein lønandi íløga og Hans Joensen heldur, at vit eiga ikki at vera nøgd við at fáa bara 20% av ágóðanum av hesi íløguni, tí vit skulu sjálvsagt hava alla ágóðan.
- Eftirlønargrunnar arbeiða við langtíðaríløgum, so hóast avkastið verður minni tey fyrstu árini, verður tað so mikið størri um nøkur ár, so hvørt skuldin verður goldin, staðfestir Hans Joensen.
Ógvuliga spennandi tanki
- Tað er púra natúrligt, at føroysk fakfeløg og føroyskir grunnar av ymsum slagi, eru við til at byggja samferðslukervið út.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann er fegin um hugskotið, Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmananfelag, setir fram í hinari greinini er á síðuni.
- Tað eru eini trý ár síðani eg vísti á, at tað eru nógvir ógvuliga peningasterkir grunnar í Føroyum og at tað er natúrligt, at teir eru við til at byggja okkara samferðslukervið út.
Í hesum sambandi hugsar løgmaður ikki minst um eftirlønargrunnar av ymsum slagi, men eisini um aðrar grunnar við fitt av pengum í.
Hann vísir á, at LÍV hevur longu víst áhugað fyri ætlanini at gera Eysturoyartunnilin, tí felagið setti 20 prosent í privata felagið, sum ætlanin var, skuldi gera tunnilin.
Kaj Leo Holm Johannesen er samdur við formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag, tá ið hann vísir á, at hetta átti at verið piparnøtir fyri føroysku fakfeløgini.
- Serliga nú, so nógv eru samd um, hvussu knasandi góð íløga, Eysturoyartunnilin er, áttu áleggjarar at staðið á rað og bíða eftir at sloppið framat, leggur hann turrisliga afturat.
Hann sigur, at nú er talvan vaskað rein og hann arbeiðir við eini tunnilsætlan, sum helst skal fáa allar 33 atkvøðurnar í Løgtinginum.
Hann hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast, men hvat liggur í hesi ætlan, vil hann ikki siga.
- Men vit hava allar møguleikar opnar, men ein búskaparliga og samfelagsliga góð ætlan kundi ein føroysk loysn, har fakfeløg og grunnar kundu verið við, saman við tí almenna – og kanska saman við útlendskum íleggjarum eisini, fyri at nevna eitt dømi.
- Vit hava ongantíð áður havt so góðan møguleika sum nú at finna eina góða loysn heldur Løgmaður.
Hann fer nú at viðgera málið á einum samgongufundi at vita, hvat kann lata seg gera og ikki og so ætlar hann at hava fund við allar floksformenninar, har hann fer at umrøða ymsar møguleikar fyri teimum.
MYNDATEKSTUR
Smakkar væl
Verða fakfeløgini við í einum felag, sum eigur og rekur Eysturoyartunnilin, vita øll, at hvørja ferð, tey koyra ígjøgnum tunnilin rinda tey til sín sjálvs og til sína egnu pensjón, og tað smakkar væl í mínum munni, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag