Nólsoyarleiðin: - Henda ætlanin hevði avgjørt verið í tráð við orkupolitikk okkara, sigur løgtingsmaðurin. – Og hon hevði eisini kunnað sett Føroyar og Nólsoynna á heimskortið!
Hetta var júst eitt av málunum, sum Bjarni Djurholm arbeiddi við sum landsstýrismaður, - at gera Nólsoynna til eina grøna orkuoyggj, eins og hann ynskti at finna eina loysn á spurninginum um siglingina millum høvuðsstaðin og Nólsoy.
Í hesum sambandi arbeiddi Jarðfeingi, saman við StatoilHydro, Enercon, SEV og Tórshavnar Kommunu um at kanna teknisku og fíggjarligu møguleikarnar at nýta vind sum orkukeldu til bæði el, hita og vetni (les: hydrogen) í Nólsoy.
Ætlanin var at byggja eina skipan, har vindorkan varð javnað við vetnistøkni, so brúkarin fekk støðuga orkuveiting, eisini tá vindstilli var, vísti Bjarni Djurholm á, tá málið var frammi fyri nøkrum árum síðani.
Vetnistøknin er enn ikki handilsliga burðardygg, og kundi Nólsoyarætlanin tí ikki bert fíggjast við inntøkunum frá orkusøluni. Fyri at fáa verkætlanina gjøgnumførda var tí neyðugt, at Samtakið stuðlaði fíggjarliga.
Um verkætlanin eydnaðist, kundi sama skipan nýtast í størri mátistokki, bæði í Føroyum og uttanlands, tí elnetið verður ikki órógvað av óstøðugu vindorkuni. Nólsoyarverkætlanin kundi tí koma at standa sum ein fyrimynd í sambandi við burðardygga orkuframleiðslu. Ætlanin var at seta vindmyllur við tilsamans 1,8 MW mátti upp á Stongini og framleiða el beinleiðis til brúkaran, til vetnisframleiðslu og til eina hitagoymslu.
Orkan, ið skuldi goymast sum vetni skuldi nýtast, tá ov lítið var til av vindorku til at nøkta orkutørvin. Vetni kann, um ynskiligt, eisini nýtast sum brennievni til flutningsfør og arbeiðstól.
Í tí sambandi varð avrátt, at nýggja Nólsoyarferjan skuldi kunna leggja um frá diesel til vetni, tá vetnisskipanin var burðardygg.
Á heimskortið
Íløgan til samlaðu skipanina í Nólsoy var mett til uml. 60 mió kr. Inntøkan frá orkusøluni var roknað við útgangsstøði í táverandi prísi á el og olju og var mett til 2,2 mió kr um árið, tá ið sæð verður burtur frá oljuavgjaldi og MVG.
Hendan inntøkan einsamøll kundi bert bera eina íløgu, ið var 25 til 30 mió kr. Um landið gav mvg-frítøku, hækkaði inntøkan frá orkusøluni úr 2,2 til 3,1 mio kr, og harvið hækkaði møguliga íløgan úr 30 til 40 mio kr.
Sostatt restaði nakað í, men um hinir partarnir í verkætlanini gjørdu sítt til at minka um kostnaðin varð væntað, at javnvág kundi fáast millum neyðugu íløguna og inntøkuna.
- Nólsoyarætlanin er í samsvar við orkupolitikk landsins, har miðað verður móti at minka um oljunýtsluna og økja um orkuframleiðsluna frá varandi orkukeldum, vísti tingmaðurin á.
Sum dømi kann nevnast, at skipanin við vetnis- og hitagoymslu í Nólsoy hevði minkað um innflutningin av olju við 300.000 litrum árliga og harvið minkað um CO2 dálkingina við 800 tonsum um árið.
Tá Bjarni Djurholm reisti hetta málið sum munnligan fyrispurning á tingi, fekk hann greitt at vita, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl tók ikki undir við tí. Tí er enn einki avgjørt í hesum áhugaverda máli.
Nólsoyarleiðin framyvir
Í fleiri bløðum hava vit viðgjørt umstøðurnar hjá nólsoyingum at ferðast fram og aftur til meginøkið.
Vit hava havt samrøðu við ferðafólk umborð, skiparan og nú taka vit samanum og lýsa málið við tí, sum Strandferðslan hevur at siga og eitt forkunnugt uppskot sum tingmaðurin og fyrrverandi landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm legði fram á sinni. Ein arbeiðsbólkur í Nólsoy situr eisini og viðger hetta málið.
Við verandi játtan á fíggjarlógini kemur einki nýtt Nólsoyarskip á hesum sinni, men tey fáa eina aðra loysn bjóðaða.
So kunnu vit venda aftur til málið, tá Ternan fer í rutu á Nólsoyarleiðini, og Ritan byrjar at sigla um Svínoyarfjørð. Neyvan man nakar vera í iva um, at best hevði verið við tveimum heilt nýggjum skipum til báðar farleiðirnar.










