-Longu aftaná 1. samráðingarumfar 17. mars og fleiri ferðir eftir tað hevur løgmaður sagt, at verður talan um eina skiftistíð uppá 4 ár, so verður ikki talan um nakra fólkaatkvøðu. Nú hava vit tríggjar ferðir á rað fingið eina krystallklára útmelding frá donsku stjórnini, at talan verður bara um fýra ár. Og ein logisk avleiðing av tí má vera, at løgmaður ger støðu sína upp sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins í viðmerking til samráðing- arnar í Danmark og hann staðfestir, at løgmaður er koyrdur fastur í fullveldisætlanini. Er man ikki nøgdur við úrslitið, so má man leggja frá sær og lata aðrar royna seg.
Formaðurin fyri størsta andstøðuflokkin heldur, at tað er ein trupulleiki fyri Føroyar, at vit hava eitt landsstýri, sum ikki dugir at síggja henda veruleikan í eyguni.
-Ein donsk stjórn meldar ikki tríggjar ferðir so klárt út um eina skiftistíð fyri seinni at broyta hana. Eg haldi eisini, at hetta var seinasta desperata loysn, sum landsstýrið gjørdi, nevniliga hana at vilja selja út av okkara møguligu oljuinntøkum. Heldur ikki tað fekk donsku stjórnina at býta á. So mugu teir væl viðurkenna, at ein skiftistíð uppá fýra ár er vorðin veruleiki.
Jóannes Eidesgaard vísir á tað Høgni Hoydal segði eftir 2. samráðingarumfar. Tá segði hann, at 90% av viðurskiftunum vóru komin uppá pláss, og tað, sum var útistandandi var so skiftistíðin. -Fyri mær at síggja er hon komin uppá pláss. At man so ikki er nøgdur við úrslitið, er so ein síða av málinum, men hetta er so tað endaliga úrslitið.
Jóannes Eidesgaard heldur tí, at landsstýrið bert hevur tvinnar kostir í at velja. Antin - um teir ikki eru nøgdir við úrslitið - at leggja frá sær og siga, at tá teirra upplegg ikki kundi vinna frama, so mugu aðrir royna seg - ella mugu teir siga, at hetta er úrslitið man kundi fáa, og so má Føroya fólk taka støðu. Tvs. so má ein fara til eina fólkaatkvøðu við eini skiftistíð uppá fýra ár.
Formaður Javnaðarfloksins er tó sannførdur um, at landsstýrið tvørturímóti ætlar sær at forhála og draga tingini út, samstundis meðan allur annar politikkur í Føroyum liggur á láni. Og tað vil hann ikki góðtaka.
-Eg haldi eisini, at tað, sum landsstýrisumboð hava sagt í danskari pressu verða sera óheppið fyri samráðingarandan. Høgni Hoydal nevndi m.a. at tað var donsk nationalisma og forfongiligheit, sum forðaði fyri føroyskum fullveldi. Eg má tí viðganga, at eg í veruleikanum var eitt sindur bangin fyri, at júst hesar samráðingar fóru at verða í einum anda, sum ikki sømir seg fyri tveir partar sum landsstýrið og stjórnin. Og úrs-litið síggja vit eisini nú.
Vilja ikki røra tað við eldtong
Heldur ikkki spurningin um at taka ein triðja part inn í samráðingarnar heldur formaður Javnaðarfloksins tænir søkini ella er við til at betra um samráðingarandan.
-Tá man upplivir, at man undir samráðingunum hevur umhugsað at taka ein triðja part inn, so er hetta besta tekinið um, at tingini eru við at koma út í nakað, sum avgjørt ikki er sømiligt. Tað er mín sannføring, at tað er eingin myndugleiki, eingin stjórn og politikari í Norðurlondum, sum vil røra hetta málið við eini eldtong, uttan so at báðir partar eru samdir. Tú fær hvørki grønlendingar ella íslendingar at fara inn í hatta málið, soleiðis sum tað stendur nú.
Og tá tosað verður um at fáa ST uppí málið so sigur Jóannes Eidesgaard, at ST í dag er ein felagsskapur, sum hevur sítt størsta virksemi í tí partinum av heiminum, har tað er verulig neyð.
-Eg eri sannførdur um, at koma ST-eygleiðarar til Føroya, so vilja teir fáa ein skelk, tá teir síggja, hvussu gott vit hava tað. Tí trúgvi eg ikki, at landsstýrið fer at vinna nógva sympati innan ST. Viðurskiftini í Føroyum eru ikki nakað, sum er relevant fyri ST, í hvussu er ikki tá tað snýr seg um livistøði og at varðveita frið, nú løgmaður velur at brúka orð sum kúlur og kanónir í hesum samráðingarhøpinum.
Pantseting av undirgrund
Um tað, sum er komið fram um, at landsstýrið hevur boðið sær til at lata dønum møguligar komandi oljuinntøkur sum part av eini komandi avtalu við danir, heldur Jóannes Eidesgaard, at tað er fullkomiliga burturvið ikki minst, tá hugsað verður um ta støðu sum Tjóðveldisflokkurin og Høgni Hoydal hava í spurninginum um ognarrættin til undirgrundina.
-Høgni Hoydal sigur, at føroyingar hava ikki ognarrættin til undirgrundina. Vit hava bara umsitingarrættin. Tað er ein øgilig andstøgn í tí, um hann so heldur, at man kann fara til Danmarkar og pantseta somu undirgrund. Tú kanst ikki pantseta nakað, sum tú ikki eigur. Tú kanst ikki pantseta ognina hjá grannanum. Tú kanst bara pantseta eina ogn, sum tú sjálvur hevur fult harradømi og ræði yvir.
Jóannes Eidesgaard minnir í hesum viðfangi á, at tað kom ikki glið á undirgrundarsamráðingarnar fyrr enn føroyingar sleptu kravinum um yvirvaldsrættin.
-Hann er heldur ikki tann, sum hevur praktiskan týdning. Vit hava dispositiónsrættin, og tað er hann, sum hevur týdning.
Formaður Javnaðarfloksins heldur tað eisini vera eina óvirðliga gongd at taka oljuna við í eina samráðing, tá vit ikki vita nakað við vissu um hesa olju. Tað er ein óvirðlig støða, tá landsstýrið fer og sigur, at man nú tekur pant í nøkrum, sum er framtíðin ikki bert hjá okkum, men eisini hjá okkara eftirkomarum. Ein logisk fylgja av hesum vildi verið at spurt, hví landsstýrið ikki fer út á lánimarknaðin og biður um hesi lánini fyri 11 árini av skiftistíðini? Eg eri vísur í, at oljufeløgini høvdu játtað lán uppá tað, sum svarar til tað, sum vit høvdu fingið í stuðuli í 11 ár við eini lagaligari rentu ella kanska ongari rentu, um tey fáa fría atgongd til framtíðar føroyskt oljuríkidømi. Hetta er einki annað enn ein hasarderað ella desperat handling frá landsstýrissins síðu, tí man vil hava eitt gjøgnumbrot í tí, sum eitur skiftistíðis. Men sum sagt, tað beit Nyrup ikki á. Og tí má man kunna staðfesta, at skiftistíðin er endaliga avgreidd.
-Støðan í løtuni er tann, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, at samráðingarnar eru koyrdar fastar. Danska stjórnin fer ikki longur við skiftistíðini. Nú vil landsstýrið so til at samráðast aftur eftir summarfrítíðina. Men eg eri vísur í, at aftaná 4. og uppaftur fleiri umfør so fær man somu skiftistíð, fýra ár.
Landsstýrið má gera støðuna upp nú. Valskeiðið er farið at halla, og tað er bert eitt ár eftir. Tí má Føroya fólk nú vita, hvat landsstýrið ætlar, eftir at tað hevur koyrt fast í fullveldisætlanini.










