sum eg veit at omma elskaði, tað var at fara á bingo. Hon var fastur bingospælari, og tað gjørdi hon í nógv ár. Hon segði altíð, at tað var so stuttligt at fara á bingo. Tað var ikki altíð, at man vann nakað [...] takast frammum. Hjá ommu var tað soleiðis at bara vit høvdu tað gott, ja so hevði hon tað eisini gott. Altíð smílandi og góð við øll. Ommu dámdi væl at vera til ymisk tiltøk. Hon var mangar túrar við pens [...] tey, sum eg var saman við niðri, skiltu meg væl og royndu at seta seg inn í mína støðu, sjálvt um tað var ringt. So eg fekk góða hjálp til at koma ígjøgnum sorgina og tað fái eg enn. Men tað, sum uggaði
vanligu grunnarnar. Eg haldi eisini, at teir fiska ov nógv inni á fjarðunum. Er einki æti, so kann tað gera tað sama. Fyrr var tað soleiðis, at tað fekst ikki prísur fyri tann smáa fiskin, og tí legði mann [...] tá ið tað rekur hart. Tá tað so kemur til fiskirák er miðið farið framvið. Tá tað vóru árabátar, løgdu teir ikki fyrr enn tað var fiskirák. Teir høvdu eisini so smáar línuleypar, tí línan var fín. Vit [...] vindurin koma. Tað var lítið av fiski sunnanfyri Mykines, men tað var nógvur fiskur norðanfyri. Vit mettu, at vit fóru at fáa mótvind út, men undanvind heim aftur. So vit fóru at seta. Tað var eingin tíð
Benzema Real Madrid á odda 2-1. Í báðum førum var tað eftir upplegg frá Ángel di María. Tríggjar minuttir fyri hálvleik var aftur mál. Lionel Messi fær bóltin inni í brotsteiginum og úr stuttari fjarstøðu javnar [...] m. Dómarin stndur tætt við og bríkslar fyri brotssparki. Tað er kontakt millum Andrés Iniesta og Xabi Alonso, men so er spurningurin um tað var nokk til brotsspark. Xabi Alonso helt og mótmælti so nógv [...] javnar hann fyri Barcelona. Hetta var mál nummar 20 hjá honum í El Clasico uppgerðini. Tað er met. Brotsspørk venda dystinum Tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki fær Real Madrid brotsspark. Dani Alves
sjálvum. ? Tað týdningarmesta í okkara tónleiki er, at løgini eru góð. Aftan á tað kanst tú so fara at hugsa um groove og annað. Tað má byrja við, at lagið er gott, tí annars kann tað gera tað sama, heldur [...] manglað, men vit hava vant fyri tað, og so hava vit sjálvandi eisini vant saman, sigur Høgni Reistrup. ? Tað ber væl til at venja soleiðis, men tað er eitt sindur keðiligt, at tað ikki ber til at samla øll [...] Tað ræður um at skilja seg burtur úr mongdini og ikki bara gera sum øll onnur. Tað er ein grundsúlunum undir tónleikinum hjá poppbólkinum Lawetz, sum leygarkvøldið var annar av bólkunum, ið spældu seg
sum var hent. Lítla løtu eftir, at konan var komin á gátt, fóru Kristian Nicolaisen og sambúgvin inn í húsini, har skjótingin var farin fram. Tá fyrrverandi ríkisadvokaturin sá, hvussu vorðið var við grannanum [...] burturi frá bústaðnum hjá pápanum. Tað var sonurin sjálvur, sum hevði ringt til løgregluna. Men, visti fyrrverandi ríkisadvokaturin, Kristian Nicolaisen, hvar drápsskuldsetti var hesa løtu, tá tey fóru inn í [...] Tað var um kvøldið, hin 12. apríl í ár, at kendi norski advokaturin, Tor Kjærvik, varð skotin og dripin av soni sínum í egnum heimi í Oslo. Sonurin, sum er í 30-árunum, situr nú varðhaldsfongslaður, s
frá tí hendingini. Men burtursæð frá hesari álvarsligu hendingini var bert talan um full fólk í Klaksvík, og sambært løgregluni var tað eitt stórt tal av fólki, sum hevði fingið nóg mikið innanborða. Tó [...] politistøðini. Talan hevur í grundini bert verið um tvær hendingar, har serliga hin eina tó var ógvuliga álvarsom. Talan var um ein 16-ára gamlan drong, sum hótti yngri børn at sláa ein 15-ára gamlan, ella skuldi [...] við einum pápa sum var gongutúr við seks ára gamla soninum, og teir gjørdust sum vera mann sera skakkir. Løgreglan steðgaði ungu dreingjunum, sum fingu nøkur álvarsorð við á vegnum. Tað, sum fyrst og fremst
(14-12) Dysturin, sum í fjør var avgerandi fyri, hvar FM-heitið skuldi enda, var í ár fullkomuliga uttan týdning, og tískil bar til at framskunda dystin til mikukvøldið. StÍF var undan dystinum fýra stig framman [...] fyri VÍF, og tí var longu avgjørt, at bronusmerkini undir øllum umstøðum skuldu inn á Skála. Hóast hetta var seinasti dysturin hjá báðum liðunum, so vórðu eingi bronsumerki at síggja inni á Skála mikukvøldið [...] leygardagin, saman við gull- og silvurmerkjunum. Um dystin sjálvan er annars ikki tað stóra at skriva. Frá byrjan av var sjónligt, at liðini lítið og einki høvdu at spæla fyri, og serliga tóktust havnarmenninir
aftur. Tey, sum gera kaffimaskinur, hugsa eisini um tey blindu, og tað er sjálvandi sympatiskt. Onnur kunnu fáa sær hoyrnarvernd. Og tað eru dugnaligir verkfrøðingar, sum fáa so lítlar motorar sum teir í [...] noyðast fólk at rópa í telefon. Á fundum fyrr, tá miðaldesibellið í almenna rúminum var ein triðing lægri enn nú, var vanligt, at fundarfólkið rópti “hoyrt, hoyrt”, tá tann, sum hevði orðið (tá hevði ein [...] rópa “hoyrt”, tí eingin hoyrir tað. Hoyringar eru eisini vorðnar so væl umtóktar, hóast eingin lurtar. Hoyringar eru politiskur samvitskutváttur. At hoyra og lurta eru ikki tað sama. Tú kanst hoyra uttan at
aftur vóru tað tey í B36 leguni, sum vildu vera við, at hetta var alt avrátt frammanundan. Tí í einum FM ári var tað sera hóskiligt at úrslitið hjá B36 í seinasta dystinum var 3-6! Málini Tað vóru tólv [...] Tað var suðuri á Sandi, at tey mongu B36 viðhaldsfólkini rættiliga hildu sær at gamni, nú teirra felag fyri fyrstu ferð í 35 ár hevði vunnið FM heitið. Tá B36 vann FM suðuri í Vági var tað so spennandi [...] spældi. Tað høvdu teir á Sandi, og tað sást beinanvegin, at hesin dysturin meiri fór at vera sigursfrøði millum mongu B36 viðhaldsfólkini kring vøllin, heldur enn at tað fór at vera eitt stríð inni á vøllinum
fegnast. Teir høvdu bast oddaliðnum í egnari holu, og so var tað fyri teir líkamikið, hvussu sigurin var fingin til høldar. Og í veruleikanum var tað kanska slettis ikki so óuppiborið kortini. Rene Tórgarð [...] heild má sigast, at tað í ógvuliga lítlan mun var B36, sum sýndi, at teir skuldu hava trý stig fyri dystin. Teir høvdu kanska bóltin nakað nógv meira, og fyrsta lítla korterið var bólturin valla á B36-hálvuni [...] eftir ferð brutu ígjøgnum. Trupulleikin í hesum var tó, at gjøgnumbrotini einamest komu burtur úr djúpum renningum frá Allani Mørkøre, og tá hann so ikki var inni í feltinum at taka ímóti, gjørdist uppgávan