Lionel Messi søkti Real Madrid

El Clasico bjóðaði í kvøld upp á sjey mál, reytt kort, trý brotsspørk, hattrick til Messi og 4-3 sigur til Barcelona

Barcelona er framvegis á lívið í stríðnum um spanska meistaraheitið. Teir vunnu í kvøld 4-3 á Real Madrid á Santiago Bernabéu í Madrid. Talan var um eina av teimum heilt hendingaríku uppgerðnum millum risarnar í La Liga, sum eisini verður nevnd El Clasico.

 

Lionel Messi skoraði hattrick fyri Barcelona og er mest skorandi spælarin í El Clasico uppgerðunum í søguni. Real Madrid eru í øðini um brotssparkið, sum avgjørdi dystin.

 

Fýra mál í fyrra hálvleiki

 

Dysturin byrjaði við buldur og braki. Lionel Messi spældi Andrés Iniesta leysan í vinstru síðu. Spaniólin smekkaði bóltin í tvørstongina og í mál. Hesa løtuna hevði Barcelona møguleikar at økja, men serliga Neymar var ikki neyvur í avgerandi løtum.

 

Miðskeiðis í hálvleikinum vandi alt á høvdið. Fyrst javnaði Karim Benzema við stútara. Bara minuttir seinni, so legði sami Karim Benzema Real Madrid á odda 2-1. Í báðum førum var tað eftir upplegg frá Ángel di María.

 

Tríggjar minuttir fyri hálvleik var aftur mál. Lionel Messi fær bóltin inni í brotsteiginum og úr stuttari fjarstøðu javnar hann fyri Barcelona. Hetta var mál nummar 20 hjá honum í El Clasico uppgerðini. Tað er met.

 

Brotsspørk venda dystinum

 

Tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki fær Real Madrid brotsspark. Dani Alves fellur Cristiano Ronaldo, men sjónvarpsmyndirnar vísa, at frísparkið verður gjørt beint uttanfyri brotsteigin. Cristiano Ronaldo er tryggur og so er Real Madrid omaná.

 

Tíggju minuttir seinni vendir alt á høvdinum. Neymar verður spældur inn um verjuna hjá Real Madrid og verður feldur av Sergio Ramos. Dómarin bríkslar fyri brotssparki og gevur Real Madrid verjuspælaranum beinleiðis reytt kort. Lionel Messi skorar somuleiðis upp á brotssparkið hjá Barcelona.

 

Umstrídda dømingin

 

Seks minuttir fyri tíð kemur helst mest umtalaða støðan í dystinum. Andrés Iniesta er í hornatøkum við tveir Real Madrid spælarar, tá hann fer umkoll í brotsteiginum. Dómarin stndur tætt við og bríkslar fyri brotssparki.

 

Tað er kontakt millum Andrés Iniesta og Xabi Alonso, men so er spurningurin um tað var nokk til brotsspark. Xabi Alonso helt og mótmælti so nógv, at hann fekk gult kort. Lionel Messi sendi brotssparkið í málkrókin til 4-3.

 

Atletico Madrid og Real Madrid hava 70 stig, meðan Barcelona á triðja plássi hevur 69.

Real Madrid - Barcelona 3-4 (2-2)

0-1 Andrés Iniesta, 7

1-1 Karim Benzema, 20

2-1 Karim Benzema, 24

2-2 Lionel Messi, 42

3-2 Cristiano Ronaldo, 55 br

3-3 Lionel Messi, 65 br

3-4 Lionel Messi, 84 br

 

Real Madrid: (4-3-3)

Diego Lopez - Daniel Carvajal, Sergio Ramos, Pepe, Marcelo - Xabi Alonso, Luka Mordic(Álvaro Morata, 90.min), Ángel di María(Isco, 85.min) - Gareth Bale, Karim Benzema(Raphael Varane, 65.min), Cristiano Ronaldo

Reytt kort: Sergio Ramos, 65

 

Barcelona: (4-3-3)

Victor Valdés - Dani Alvés, Gerard Piqué, Javier Mascherano, Jordi Alba - Sergio Busquets, Xavi Hernandés, Cesc Fabrégas(Alexis Sanchez, 80.min) - Neymar, Andrés Iniesta, Lionel Messi