Gangur og óljóð, levind og larmur eru vorðin ein stór plága í lívinum. Alt og øll larma.
Tendrar tú til dømis eina kaffimaskinu ýlir hon í eina løtu og tá runnið er niður, ýlir hon aftur.
Tey, sum gera kaffimaskinur, hugsa eisini um tey blindu, og tað er sjálvandi sympatiskt. Onnur kunnu fáa sær hoyrnarvernd.
Og tað eru dugnaligir verkfrøðingar, sum fáa so lítlar motorar sum teir í dustsúgvarum og prutlum at hava líka nógvan gang sum eitt flogfar við fýra motorum.
Smærri tólini eru, størri er gangurin frá teimum. Lítlir hundar goyggja eisini harðast, ella teir hoyrast best.
Fólk er yvirhøvur givin at tosa, tey rópa. Tað er neyðugt, tí tey flestu hava so nógv at siga, at tey noyðast at tosa alla tíðina, øll í senn. Skal nakar hoyra, er neyðugt at rópa. Øll rópa í senn um alt í senn.
Og vit hini eru so høvisk, at vit vilja ikki biðja tey halda kjaft, tí 80 prosent av tí, sum tey siga, orsaka, rópa, er bullshit.
Hurðar verða heldur ikki latnar aftur longur. Tær verða slongdar aftur. Annars hoyrir eingin, at hurðin fór aftur.
Tí ber heldur ikki longur til at gera vart við sína misnøgd og fara úr einum rúmi og langa hurðina aftur. Nú buldra fólk hurðina aftur, sama, hvussu lagið er.
Telefonirnar vóru betri fyrr. Tá bar til at tosa í telefon. Nú noyðast fólk at rópa í telefon.
Á fundum fyrr, tá miðaldesibellið í almenna rúminum var ein triðing lægri enn nú, var vanligt, at fundarfólkið rópti “hoyrt, hoyrt”, tá tann, sum hevði orðið (tá hevði ein orðið í senn) segði okkurt skilagott.
Nú nyttar einki at rópa “hoyrt”, tí eingin hoyrir tað.
Hoyringar eru eisini vorðnar so væl umtóktar, hóast eingin lurtar. Hoyringar eru politiskur samvitskutváttur.
At hoyra og lurta eru ikki tað sama. Tú kanst hoyra uttan at lurta, men ikki lurta uttan at hoyra.
Alt verður pakkað inn í gang og levind, útvarpssendingar, sjónvarpssendingar, filmar, mótmæli og alla staðni larmandi fartelefonir, tað ræður um at hava ringitóna, sum larmar meira enn tann hjá hinum.
Tað stendur tí nógv á fólki, tá øll verða biðin um at tiga í ein minutt fyri at minnast onkran, sum doyði av tinnitus. Tá er ein minuttur nógv longri enn 60 sekund.
Skjótt verður tann obligatoriski minutturin skorin niður í hálvan minutt. Meiri tøgn kunnu vit ikki krevja. Tað er so nógv, sum skal rópast.
Vanlukkan er tann, at so ólukkuliga fá, sum rópa alla tíðina, hava nakað at leggja afturat øllum tí, sum longu er sagt. Tað er, tá fólk tosaðu í staðin fyri at rópa.
Og tíverri tiga tey fáu, sum veruliga hava okkurt skilagott at siga. Teimum lurtar eingin eftir.
Ávarað verður móti elbilum, tí teir hoyrast ikki. Tí kunnu fólk til gongu, tað er so ikki tann stóri trupulleikin í Føroyum, men fólk til gongu kunnu verða yvirkoyrd, tí tey hoyra ikki bilarnar koma.
So ivaleyst fara elbilarnir, tá teir gerast fleiri og fleiri, at ýla, meðan teir koyra. Ein lúður verður settur á takið.
Friður á jørð, søgdu tey einaferð. Tað var tá. Friður larmar ikki, so nú siga vit ófriður á jørð. Kríggj larma.
Tjøldrini eru á veg hendan vegin aftur at larma alt summarið. Tíbetur rýma tey skjótt aftur. Kanska tey als ikki koma í ár, nú mótvindurin er so nógvur.
Størstu uppfinningar eru hátalarin og fuglabergið.
Hvat hevur tú í lummanum beint nú? Eina megafon.
Og tungur er tigandi róður. Tí hava tey altíð fólk við umborð at rópa, tá tey rógva kapp.